Avdúka 214.000 nøvn úr Panamaskjølum í kvøld

– Og á Taks sita tey spent og bíða, um nakað føroyskt navn er at finna í skjølunum

Í kvøld klokakn 19 letur upp ein databasi við nøvnunum á teimum áleið 214.000 feløgum, sum advokatfelagið Mossack Fonseca hevur stovnað fyri kundar kring allan heimin, sum av eini ella aðrari orsøk hava tørv á at goyma sínar peninganøgdir.

 

Í databasanum verða eisini – har tað er gjørligt – nøvnini á teimum partaeigarum og endaligu eigarum, sum ikki síggjast í almennu partafelagsyvirlitunum.

 

Tað er altjóða felagsskapurin fyri kannandi journalistar, ICIJ í Washington, sum boðar frá hesum.

 

Á Taks sita tey spent og bíða, um fongur verður har fyri føroyska landskassan. Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, segði við útvarpið, at Taks samstarvar við skattamyndugleikar í Danmark og í Grønlandi, og at tey samskifta saman og fara at kunna hvønn annan um nøvn, sum tey koma fram á – og sum kunnu hava áhuga.

 

Men á Taks vita tey als einki um, hvørt nakað føroyskt felag ella føroysk nøvn eru at finna í skjalatilfarinum.

 

– Men vit fara so at finna út av, hvussu vit kunnu brúka orku til hetta, og verður okkurt av føroyskum áhuga funnið, so mugu vit royna at finna út av, hvat liggur í tí, segði Eyðun Mørkøre.

 

Men fyri tað, um okkurt føroyskt navn er at finna, so er tað ikki harvið vist, at nakað ólógligt er farið fram – og tað er heldur ikki so vist, at tað verður lætt at greina, segði Eyðun Mørkøre við útvarpið.

 

Í databasanum, um verður latin upp í kvøld, eru upplýsingar ikki bara frá #panamapapers, men eisini á nøvnum á umleið 100.000 feløgum frá lekanum Offshore Leaks í 2013. Eitt grafiskt amboð ger tað møguligt at kanna samanhangir millum persónar og feløg í databasanum, sum verður heimsins higartil størsta savn av offshorefeløgum og nøvnum aftanfyri.

 

Tað eru bara nøvnini, sum eru trekt úr hesum risastóra leka, sum verða almannakunngjørd, tí ICIJ heldur, at upplýsingarnir hava almennan áhuga.

 

Tey 11,5 milliónir skjølini, sum eru í #panamapapers – upplýsingar um bankakontoir, teldupostar og annað samskifti, passkopi, telefonnummur – hava innihald, sum hoyrir privatilívinum til, og tað verður ikki gjørt alment atkomuligt, upplýsir ICIJ í eini fráboðan.

 

Skjølini verða frameftir bara tøk hjá teimum 109 fjølmiðlunum kring heimin, sum fara at halda fram við at granska í Panamaskjølunum – í Danmark eru tað Politiken og DR Dokumentar – saman við einstøkum øðrum miðlum í londum, sum í dag ikki eru umboðaðir í samstarvinum.