Fólkatingslimum dáma væl at lurta eftir Sjúrði og Magna

– Magni Arge og Sjúrður Skaale eru ógvuliga vællýddir og virðismettir politikarar í Fólkatinginum – av fólkatingslimum úr øllum flokkum.

Tað sigur Hans Engell, sum er ein hin fremsti politiski viðmerkjarin í Danmark. Hans Engell hevur eisini havt sína gongd á Christiansborg sum politikari, tí hann hevur bæði verið ráðharri, fólkatingsmaður, floksformaður og forsætisráðharravalevni hjá Konservativa flokkinum. Upprunaliga er Hans Engell journalistur, og tá hann gavst í politikki fyri góðum 20 árum síðani gjørdist hann blaðstjóri á Ekstra Bladet. Hann er í dag fastur politiskur viðmerkjari í Ekstra Bladet og hjá sjónvarpsstøðinl TV2.

Um teir báðar føroysku fólkatingsmenninir sigur hann, at báðir eru framúr retoriakarar og ógvuliga undirhaldandi.

– Teir hava humor og vit og í sambandi við spyrjatíman hjá forsætisráðharranum eru føroysku fólkatingsmenninir millum teirra, sum flest tíma at lurta eftir, sigur Hans Engell.

– Teir eru sera dugnaligar at bjóða Lars Løkke av, tí tú merkir týðuliga, at líka mikið um teir tríggir umboða tríggjar ymiskar flokkar, so hava teir tað rættiliga gott saman persónliga, tað merkist týðuliga, sigur Hans Engell.

– Eg haldi eisini, at teir hava dugað væl at sett prinsippiellar spurningar um ríkisfelagsskapin og um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, heldur hann.

Hann sigur víðari, at teir eru merktir av føroysku politisku mentanini, har teir taka sær tíð til at fyrireika sínar røður – byggja tær  upp, skapa eitt bakgrundsleiktjald áðrenn viðkomandi spurningarnar ella røðurnar verða førdar fram.

– Tað besta eg veit er at lurta eftir teimum báðum, tí teir tosa so vakurt danskt mál – fyri ein dana er tað eitt satt fornøyilsi at hoyra teir brúka orð, sum eru farin úr danska málinum fyri 30 ella 50 árum síðani. Og so dámar mær so væl speisemið hjá teimum, sigur Hans Engell.

– Løtan fer ikki frá mær, tá Sjúrður Skaale byrjaði spyrjitíman í Fólkatinginum við at spyrja Lars Løkke Rasmussen á føroyskum »Hvussu gongur tað, Lars?« Øll í tingsalinum lógu fløt í látri – og Løkke svaraði rámliga á føroyskumm at »tað gongur fínt«.

Fólkatingsvalið í Føroyum fyllir ikki nógv í danska valstríðnum. Veljarakanningar, sum verða kunngjørdir í donskum miðlum, snúgva seg ikki um valið í Føroyum. Tær snúgva seg bara um teir 175 tingsessirnar, sum verða valdir í Danmark, og so verður talt upp í 90, sum er markið fyri at hava meiriluta av øllum teimum 179 tingsessunum.

Seinasta veljarakanningin, sum varð kunngjørt í gjár, gav reyða vonginum hjá Mette Frederikssen 102 tingsessir, meðan blái vongur stendur til at fáa 73 tingsessir. Aftur at hesum koma so teir tilsamans fýra sessirnir úr Føroyum og úr Grønlandi.