HM-undankapping í Luksemborg (Allir dystir beinleiðis á FM1)
Fríggjadagin 10/1 kl. 16.00: Føroyar – Litava
Leygardagin 11/1 kl. 14.00: Føroyar – Slovakia
Sunnudagin 12/1 kl. 16.30: Føroyar - Luksemborg
Kappingin í Luksemborg er bert fyrsta stigið ímóti HM-endaspælinum, sum verður í Egyptalandi um eitt ár.
Evropa fær 13 pláss til HM, og 34 tjóðir hava meldað seg til. Av teimum 13 plássunum í endaspælinum fara fýra tey fremstu við EM í 2020 beinleiðis víðari til HM í 2021.
Føroyar eru eru ein av fimtan tjóðum, sum ikki spældu seg til EM nú í januar.
Tær fimtan tjóðirnar eru býtt í fýra bólkar, og Føroyar eru í bólki eitt, sum altso verður avgreiddur nú í vikuskftinum.
Teir fýra bólkavinnararnir fara víðari til næsta stigið, har mótstøðuliðini vera tey seks aftastu liðini í EM-endaspælinum, sum verður leikt nú í januar.
Ímynda vit okkum at Føroyar vinna kappingina í Luksemborg, skulu Føroyar spæla tveir dystir ímóti einum av hesum seks tjóðum. Men vinnarin av teimum dystum er ikki liðugur enn.
Vinna Føroyar seg onkursvegna so langt, er enn eitt mótstøðulið eftir. Tað verður eitt av teimum, sum enda frá fimta til átjanda pláss í EM-endaspælinum nú í januar.
Vinnarin av hesum dysti sleppur til HM í Egyptalandi í 2021.
Fyrst og fremst snýr tað seg kortini um, at vinna fyrsta undankappingardystin nakrantíð.
Sí eisini:
Skulu vinna HM-stig fyri fyrstu ferð
Landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, er fullgreiður um, at tað kann tykjast ógjørligt, men við Vikuskiftissosialin sigur hann soleiðis:
- Vit eru her fyri at spæla okkum víðari. Vit eru ikki bara við fyri stuttleikar.
Landsliðsvenjarin greiðir kortini frá, at vónin í høvuðsheitum er, at liðið gerst enn dugnaligari av hesi kappingini
- Eg vóni vit fáa bygt á okkara spæl – serliga skjótálopsspælið. Tað hevur verið okkara tema seinastu tíðina. Tað fer at krevja at vit verja sera væl og at vit standa væl í málinum. Og tað havi eg eisini eina væntan av at vit megna, so at vit fáa hægru góðsku í skjótálopsspælið.
- Sjálvandi bera dystirnir í seinastu undankappingini til EM boð um, at vit sum heild eru komin upp á eitt hægri støði enn fyri tveimum árum síðani, og vónandi taka vit enn eitt fet upp, sigur Sonni Larsen.