drúgvar royndir, og hann hevur á sínari yrkisleið sum spælari og venjari, havt tætt tilknýti til fleiri stórar tennisstjørnur. Eitt nú hevur hann verið venjari hjá donsku leikarunum Holger Rune og Claru Tausen [...] tennisleikarar í heiminum. Adam er uppvaksin í Randers og hevur verið spælari og venjari í tennisfelagnum í býnum í nógv ár. Hann hevur eisini verið spælari og venjari hjá úrvalsliðnum í Odense í fleiri ár. Adam [...] tilknýti til Team Danmark og hevur m.a. arbeitt fyri Danmarks Gymnastik Forbund og Dansk Motorsport Union. – Eg vil fegin vera við til at menna tennisítróttina í Føroyum sum heild, og hetta er ein góður møguleiki
kvinnur og fólk við lívmøðrum. Vit hava eina abortlóg, sum sendir fólk av landinum og sum beinleiðis ger mun á lágløntum og ríkum. Eina abortlóg, sum eggjar til, at ótryggar abortir vera framdar og sum ikki [...] Ótryggar, tí kvinnur og fólk við lívmøðrum mugu næstan játta seg sinnisjúkan fyri at fáa eina abort, og risikera at ikki sleppa at fáa børn í framtíðini. Ótryggar, tí bíðitíðin og samrøður taka so langa [...] langa tíð, at kvinnur og fólk við lívmøðrum, sum oftast noyðast til kirurgiska abort heldur enn medisinska. Ótryggar, tí vandi er fyri at kvinnur og fólk við lívmøðrum venda sær til vandamiklar mannagongdir
Jamen, eg og mamma hansara eru syskinabørn, svaraði eg. Hon kvakk við og klemmaði meg, kennur tú hann? Tað var í hennara verð eins gott um eg og Paul McCartney, so fantastiskur, dugnaligur og nógv virdur [...] tað, sum eg vil, tjeni nógv og havi bert damur rundamum meg, segði hann flennandi. Jógvan er komin á røttu hillina og stórtrívist í Íslandi. Hann var heima í summar við damu og verforeldrum, so lunnar eru [...] Klaksvík hevur seinnu árini arbeitt sum hárskeri í Reykjavík, og har gongur honum sera væl. Hann stórtrívist í íslendska høvuðsstaðnum, og kundarnir hjá honum eru eisini vælnøgdir. Jógvan lærdi til hárskera
seinna heimsbardaga og búsettist eftir kríggið í San Franscisco, har hann giftist við Sachiko. Jacob doyði í 1993. Thomasina (Masa) varð fødd í 1916. Hon flutti sum ung til Danmarkar, og giftist við Mogens [...] í Havn, og er giftur við Sofíu. Fimtur var Viggo, føddur í 1920. Viggo búði í Sumba, og giftist við Valgerð; hann doyði fyrr í ár. Sættur var Osvald, sum er føddur í 1923. Hann býr í Havnini, og er giftur [...] Eitt av lyndiseyðkennunum hjá Leivi hevur verið og er hansara hjálpsemi og umsorgan fyri sínum medmenniskjum. Mong eru tey, sum Leivur hevur hjálpt millum ár og dag. Tað hevur givið at bíta, at Leivur hevur
fólkaskúlanæmingar, ein nýggjur ungdómsportalur er komin á alnetinum og ein barna- og ungdómsráðgeving setti seg við telefonina í dag. Gud og Allah Tað er Annlis Bjarkhamar, ið samskipar stóru verkætlanina [...] tríggjar ymiskar útgávur, har altit verður tikið til aldurin og menningarstøðið hjá næmingunum. Tilfarið skal upplýsa og eggja til samrøðu, kjak og innlit í rættindini hjá børnunum. Nøkur av evnunum er eisini [...] umvegis bæði telefon, kjatt og brævakassa. Og so er tað eisini ókeypis at ringja 80 70 10, ið er telefonnummarið hjá ráðgevingini, sum í fyrstu syftu einans er opin mánadagar og hósdagar frá kl. 14 til 22
Føroyum. Og fyri at hátíðarhalda 100 ára føðingardagin, verður gjørt eitt sindur meira burturúr enn vanligt. Alt vikuskiftið verður skipað fyri nógvum áhugaverdum og spennandi tiltøkum, bæði fyri ung og eldri [...] ár. Á skránni verður bæði gaman og álvara m.a. fer Bergur D. Joensen, prestur at hugleiða um evnið "Kristintrúgv og sosialábyrgd", ymiskir sangbólkar luttaka við sangi og spæli, Jacob Højgaard fer at líta [...] eldri og Blái Krossur leggur dent á, at øll tiltøkini eru almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, bæði blákrosslimir og ikki blákrosslimir? Ungdómsløta við pizza Tiltøkini byrja longu fríggjakvøldið kl. 20
leygarkvøld hugnaløta og sunnudagar er sunnudagsskúli og breyðbróting. Sunnukvøld er eisini evangeliskt møti, og mikukvøld er bønarmøti. Mánadag og týsdag eru bíbliutímar fyri ung, og mikukvøld er dramabólkur [...] fyrireika bygging, og í henni sita Ábraham Løkin, Áki í Skemmuni og Magnus Rasmussen. - Ætlanin er at taka gamla húsið niður og byggja ein nýggjan bygning, sum fer at venda eystur og vestur. Samstundis [...] Samkomur Nógv ymiskt virksemi er í Berøa í Saltangará, og sum tíðin er liðin, eru hølini vorðin ov trong og ótíðarhóskandi. Bygningurin er smalur, og møguleikarnir eru avmarkaðir. Hugsandi er tó, at tað
lokalradio, sum danir rópa tað. Nógv eru tey, sum eru komin og farin í Nærvarpinum, og ofta hevur verið skipað fyri góðum tiltøkum sum dansi og fótbólti á stórskýggja í Folkets Hus (nú Lille Vega). Gjøgnum [...] l fyri føroyska útisetan og er tað enn. Vantanti eru millum 1.000 og 5.000 lurtarir, sum ringja inn tá ið sent verður. Nærvarp Okkara hevur júst skipað nýggja 5 manna nevnd og gjørdar eru ymsar broytingar [...] narvarp.dk og so verða sendingarnar sendar av teldu, sum Føroya Sparikassi hevur latið stuðul til. Nevndarformaður og nærvarpsstjóri Edmund S. Jacobsen sigur: "Vit hava fingið tónleika- og samrøðusavn
fara inn og fáa ein heitan kaffimunn. - Endamálið við hesum er fyrst og fremst at hava eitt hugnaligt kvøld saman, sigur hon og leggur aftur at, at tað ikki bara skal snúgva seg um politikk og fullveldi [...] tílíkt felag í Klaksvík, og so vóru vit fýra, sum settu okkum niður og stovnaðu unga Tjóðveldi við tí fyri eyga at menna tjóðveldisáhugan millum ung í Norðoyggjum, sigur hon og leggur skemtandi afturat [...] Open by Night í Klaksvík, og tað merkir, at handlarnir hava opið til klokkan 23. Og verður veðrið gott, so kann tað væntast, at mong fara at nýta høvi til at keypa jólagávur. Og tá kann tað verða gott at
Kommunalir vegir mugu haldast í forsvarligum standi, so bæði ung og eldri kunnu ganga úti eisini í hálku og eiga øll at hava sama rætt at fáa reint vatn og rætt trýst. Tá ið nýggja Sandoyarferjan kemur, fer hetta [...] vorðin veruleiki og børn frá 7 til 10 ár eiga eisini at verða havd í huga, tá ið nýggi stovnurin kemur, tí fleiri av hesum børnunum hava tørv á ansing, tá ið foreldrini eru til arbeiðis og tí stimbran ein [...] vilja til arbeiðis, eiga ótarnað at sleppa til arbeiðis og at fáa børn síni ansað. Skúlin nøktar als ikki tørvin á hvørki hølum ella umstøðum og nú loyvt er kommununum at hava forskúlaflokkar, eigur hetta