Summi fáa meiri og onnur fáa minni

Strandferðslan er farin at fyrireika ferðaætlanina, sum skal vera í gildið tað komandi árið og nú vil stovnurin hava viðmerkingar til ætlanina

Ferðaætlan

? Vit royna at fáa meiri fyri sama pening.
Tað er hetta, sum Strandferðslan hevur lagt seg eftir, nú hon er farin at fyrireika nýggju ferðaætlanina, sum skal koma i gildið í summar og sum sostatt skal verða galdandi tað næsta árið.
Strandferðslan hevur gjørt eitt uppskot til nýggja feðaætlan og tað uppskotið liggur nú frammi, so at stovnurin kann fáa viðmerkingar til uppskotið.
Andrass Jensen, ferðafólkaleiðari á Strandferðsluni, sigur, at tað eru ikki tær stóru broytingar, sum ætlanin er at gera í nýggju ferðaætlanini.
? Vit hava funnið ein leist, sum ferðaætlanin verður løgd eftir. Ferðaætlanin er løgd í eima hampiliga fasta legu, sum vit halda riggar nokk so væl. Sostatt er tað ikki tær stóru broytingarnar, sum eru gjørdar, sigur ferðafólkaleiðarin.
Kortini eru ymsar tillagingar gjørdar, sigur hann.
?Talan kann vera um ynski, sum eru komin ymsastaðni frá um at broyta fráferðir fyri at fáa eina farleið at passa betri og at samsvara betri við aðrar leiðir.
Men tann mest týðandi broytingin er, at onkrar smábygdir mist onkrar túrar við Bygdaleiðum, tí vit halda ikki, at grundarlag er fyri teimum.
?Vit hava hugt eftir, hvussu nógv fólk eru við ymsar túrar hjá Bygdaleiðum og í tí sambandi hava vit broytt koyringina tilsvarandi við at leggja ávísar túrar burtur.

Fáa betri samband
Andrass Jensen sigur, at hinvegin eru tað onnur, sum hava fingið betri ferðasamband, enn tey hava havt higartil.
Hann sigur í hesum sambandi, at ymsar útoyggjar hava fingið betri samband, enn tær hava havt við tað, at fastir túrar eru lagdir inn, sum ikki hava verið áður.
? Vit hava roynt at veita útoyggjunum eina betri tænastu. Samanumtikið hava vit roynt at fáa meiri fyri pengarnar við at leggja túrar eftir, hvar teir gera best gagn. Í hesum sambandi hevur Strandferðslan eisini hugt eftir, hvussu fólkasamansetingin á ymsum plássum er og hon hevur roynt at laga ferðaætlanina eftir, har eitt nú, har ung húski við børnum eru.
Eitt dømi um hetta er Nolsoy, sum hevur fingið onkrar fastan túr afturat. Sostatt hava nolsoyingar fingið ein fastan túr afturat á miðdegi sunnudag. Men eisini svínoyingar hava fingið betri samband.
Kortini vísir hann á, at enn er ógreitt, hvussu siglingin verður um Leirvíksfjørð. Eitt nú er ógreitt, hvussu nógv Ternan fer at sigla afturat Dúgvuni.
Somuleiðis hevur Strandferðslan gjørt vart við, at tá ið nýggi Smyril kemur í oktober, verður ferðaætlanin ímillum Suðuroynna og Havnina kanska broytt.
Somuleiðis er viðmerkt, at siglingin út í Kalsoy verður broytt, tá ið nýggja ferjulegan verður tikin í nýtslu um árskiftið.
Men hann leggur kortini dent á, at enn er ongin avgerð tikin um at broyta ferðaætlanina ella um, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar.
? Tað er fyri at binda um heilan fingur, at vit longu nú gera vart við, at ferðaætlanin kann verða broytt, tá ið nýggi Smyril kemur.
Andrass Jensen leggur kortini dent á, at enn er ferðaætlanin til hoyringar, so enn er onki avgjørt.