Ein ung kvinna í Miðvági vaknaði tíðliga á morgni av einum braki, sum skuldi vísa seg at vera eitt ferðsluóhapp. Hetta var eisini byrjanin til eina ákæru móti einum 26 ára gomlum manni, sum í hesum døgum stendur ákærdur í Føroya Rætti fyri fimm ymisk lógarbrot.
Í hesum førinum ljóðar ákæran upp á drápshóttanir móti fleiri løgreglumonnum.
Forsøgan er, at tann 26 ára gamli saman við tveimum vinmonnum stjólu ein bil uttan fyri Norðurlandahúsið 9. mai í fjør, og síðani koyrdu til Miðvágs. Har rendi tann 26 ára gamli á við bilinum, og tað var hetta, sum vakti ungu miðvágskvinnuna.
Hon ringdi til løgregluna og boðaði frá, og tá maðurin í bilinum ætlaði at taka til rýmingar, fór hon út at tosa við hann. Hann var tá bæði róligur og fittur at koma á tal við, og virkaði nervøsur um, hvat var hent við bilinum.
Kvinnan tosaði um leyst og fast við tann 26 ára gamla til lokali løgreglumaðurin kom á staðið. Sindur seinni kom eisini bilur úr Havn, og tað var tá, at tann 26 ára gamli gjørdist óður.
Teir báðir løgreglumenninir úr Havn vitnaðu báðir um, at tann 26 ára gamli vísti hóttandi atburð og yvirhøvur var hóttandi í orð og tal. So hóttandi, at teir báðir løgreglumenninir kendu seg noyddar at leggja ákærda í hondjørn.
Tá hevði ákærdi hótt við at sorla og sora og drepa, og hesum helt hann fram við, eftir at hann varð settur inn í løgreglubilin.
Dr. Jekyl & Mr. Hyde
Annar av løgregtlumonnunum úr Havn setti seg inn í bilin við ákærda, tí hesin helt fram við at verða hóttandi. Ákærdi setti fleiri ferðir fram hóttanir um at drepa løgreglumannin og lovaði at finna fram til, hvar familjan búði, tí so skuldi hann eisini drepa hana.
Á veg til Havnar stardi ákærdi í langa tíð eftir løgreglumonnunum fyri at prenta sær í sinnið, hvussu teir sóðu út, alt fyri at kunna kenna teir aftur.
Ávegis til Havnar kom ákærdi eisini við hóttanum móti einum triðja løgreglumanni, sum ikki á annan hátt var blandaður upp í málið. Ákærdi kendi eftir øllum at døma viðkomandi eins og hann visti, hvussu unnusta hansara æt. Hann greiddi ítøkiliga frá, hvussu hann suldi drepa hendan løgreglumannin, nevniliga viða at stinga ein knív í nakkan á viðkomandi.
Eisini eftir at teir vóru komnir á løgreglustøðina í Havn helt ákærdi fram við at seta fram hóttanir, bæði um at sorla og at drepa.
Báðir umrøddu løgreglumenninir kendu seg so hóttar, at teir valdu at melda málið til løgregluna.
Hetta var ikki bara fullamannasnakk. Vit kendu hetta sum reellar hóttanir, vóru báðir løgreglumenninir samdir um.
Annar teirra er síðani komin á kriminaldeildina at arbeiða, og hevur tí síðani havt rættiliga fitt við ákærda at gera.
- Eg havi bara hesa einu ferðina sæð ákærda ført seg fram soleiðis. Eg havi havt nógv við hann at gera síðani, og kann bara bera honum alt gott, segði annar av løgreglumonnunum í rættinum í morgun.










