ODDAGREIN: Morð, fotbóltur og grindadráð

So upplivdu vit tað aftur, at týskur um­hvørv­is­felags­skap­ur royn­ir at steðga før­oysk­um grind­a­drápi - hesa­ferð við at lata tað ganga út yvir fót­bólt­in. Fel­ags­skap­ur­in eitur Pro­wal, og hann hev­ur havt tveir mans í Før­oy­um í summ­ar. Nú hava teir skriv­­að bræv til UEFA, FIFA og før­oysk­ar og dansk­ar mynd­ug­leik­ar - og til fjølmiðlarnar.

Viðhvørt kunnu vit ivast í, hvønn slík­ir fel­ags­skap­ir ar­beiða fyri, og hvat veru­liga enda­málið er. Ein mað­ur frá hes­um fel­ags­skapi ringdi til okku­m ein dagin í august, tí hann vildi hava at vita, um tað pass­aði, at grind­a­menn í Hús­a­vík høvdu bund­ið grind­a­hval­ir fast­ar í bát­ar­nar, tí náttin kom á teir, áðr­enn grind­in kundi haldast til.
Men onkur fíggjar slíkt virksemi - og vit kunnu ikki lata vera við at mis­teinkja slík fólk fyri at gera hetta meira til stutt­leika enn tí at tey veru­liga meina tað. Um hesi báð­ir menn­inir meintu tað í álvara, hví kunnu teir so ikki seta seg inn í ver­u­ligu um­støðurnar og lýsa tær ver­u­liga, held­ur enn at møsna um, at »they make a pub­lic festi­val out of it. For the young men, the kil­ling is a to­ken of strength and selfaffir­ma­t­i­on...«
Søgan hevur jú sagt okk­um, at eitt nú kend­ir sjón­leik­ar­ar og tón­leik­ar­ar nýta um­hvørv­is­fel­ags­skap­ir sum hjá­put­ur at vinna sær meira tokka mill­um fólk - har eru so bæði fólk sum Bri­gitte Bar­dot og Paul Mc­Cart­ney.
Vit hava sagt tað fyrr, at slík fólk áttu held­ur at steðgað sínum egnum lond­um í at drepa fólk, áðrenn tey leggj­ast á smá­tjóð­ir, í hesum føri eina grind­a­hval­a­veið­u­tjóð, sum fólk­ini á meg­in­land­i­num als ikki skilja.
Sjálvt lond sum Dan­mark senda ung­ar menn í kríggj, og bara með­an stjórn­­ir­­nar hjá Andres Fogh Ras­mus­sen og Lars Løkke Rasmussen hava sit­ið sein­astu níggju árini eru um­leið 50 ungir danir sendir í deyð­an. Tony Blair sendi 165 ungar lands­menn í deyð­an í Irak, með­an Gorge W. Bush sendi fleiri tús­und av sín­um lands­monn­um í deyð­an. Hetta hevði verið nakað at skrivað heim um. Og at biðið FIFA og UEFA boy­kott­að slík lond. Tað hevði givið re­spekt.
Sjálv­sagt fer FIFA ikki at taka sær av slí­kum fjasi, sum hesir báðir týsku um­hvørvis­akti­vist­arnir fáast við.
Men tey nýtast ikki óttast niðri í Evropa. Stovnurin av grindahvali er rík­i­liga stórur, veiðan er lítil, men grind­­a­­drápið í Føroyum syngur helst síðsta vers - av teirri einfaldu or­søk, at heim­lond­ini hjá hes­um so­­kall­­aðu um­hvørvisfelagsskapum dálka okk­um umhvørvið so illa, at grind­in ikki er etandi sum mann­a­føði.