Oddagrein·Trygd og tunlar

Trygdin í undirsjóvartunlinum hevur verið samtaluevnið í eina tíð. Tess nærri vit koma 10. desember, tá koyrandi verður í Vágatunlinum, tess meira viðkomandi gerst spurningurin um trygdina. Talan er ikki bara um at síggja trygdina isolerað til sjálvan tunnilin. Tað snýr seg eisini um ta øktu ferðslu á samlaða veganetinum, ið tunnilin letur upp fyri.

Vit hava verið heppin, at so fáir skaðar hava verið í verandi tunlum. Men vit mugu ikki gloyma, at teir hava víðkað um koyrimøguleikarnar, og tað hevur havt við sær nógvar vanlukkur. Sjálvandi vil einhvør íløga í menning eisini hava negativar avleiðingar við sær. Spurningurin eigur tó at verða settur: um vit - tá vit bygdu tunlarnar og harvið skaptu eina nýggja ferðslumentan - í nóg stóran mun eisini tóku hond um trygdina á vegunum! Og tað er nettupp hesin spurningurin, ið aftur gerst aktuellur, nú undirsjóvartunlar fara at seta á dagsskránna eina uppaftur nýggjari ferðslumentan - uppá gott og ilt.

Undirsjóvartunnilin verður orsakað av longdini ein øðrvísi avbjóðing enn verandi tunlar. Tí má trygdin raðfestast 100%. Í øllum lutum. Beinanvegin. Vit minnast, hvussu "Bussurin Langi" kolaðist upp millum tveir tunlar. Vit eiga at spyrja, um slíkt kann henda í undirsjóvartunlinum, og hvussu stóran skaða kann tað elva til! Hevur man tryggjað sær í trygdarkonseptinum,at t.d. bussar og lastbilar, ið koyra skulu gjøgnum tunnilin, hava verið til eftirlit við jøvnum millumbili, soleiðis at vit ikki hava tikkandi bumbur koyrandi har! Støðugt eftirlit við tungu og stóru akførunum er alfa og omega. Spurningurin er: hava vit lært av og tikið til eftirtektar tað, sum hendi við floghavnsbussinum? Vit hoyra um venjing og bjarging eftir eina vanlukku. Tað er av alstórum týdningi. Men eiga vit ikki at hava fyribyrgingina fremst í huganum! Hava vit tað?

Ein annar partur av trygdini er broytta ferðslumentanin, tá tunnil bráddliga bindur oyggjar saman. Hava vit hugsað um, at nógv fleiri ung fólk fara at koyra í bili - úr Fuglafirði, av Toftum, av Eiði, úr Havn osfr. - til Gásadals! At forvitnast. At "dríva" tíðina. At stuttleika sær. Tunnilin fer at hava við sær, at økt ferðsla verður ikki bara í tunlinum men á øllum vegakervinum. Krevur tað ikki, at løgreglan er betri mannað og oftari úti á náttartíð! Størri krøv til sjúkrahús og kommunulækna! Spildurnýggj krøv til alt samfelagið. Einki samfelag kann liva við, at fleiri av tess ungu koma til skaða og doyggja í ferðsluni! Einki samfelag kann eiheldur bara standa og hyggja at, meðan ein stórur partur av ungdóminum fer at brúka størri part av lívinum á vegunum! Vit mugu taka vandamálini í størsta álvara - nú vit øll men serstakliga tey ungu hava møguleika fyri at koyra meira og longri, nú tunnilin bindur oyggjar saman. Fyri ikki at tosa um Norðoyartunnilin. Tað krevur størri ansing, eftirlit, skelting og upplýsing. Tað krevur, at fleiri pengar verða til at brynja okkum til hesa nýggju tíðina. Stór ábyrgd liggur á okkara politikarum fyri tað fyrsta at staðfesta henda veruleika og harnæst - tá teir hava givið grønt ljós fyri hesi kollosalu broytingum í samferðslukervinum - at tryggja, at okkara ungu fólk ikki gerast offur í einum útviklingi, sum tey ikki sjálv eru før fyri at yvirskoða.

Sosialurin