hennara kepphestur nyttar bara til at sláa seg sjálva í reyvina við. Tí kynið er nemliga ikki so at forkasta. Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta allar tær túsundtals konur [...] um mín sálarkvøl - eg spyrji bara børnini. Tí tey siga, at ein maður er ein maður, og ein kona, - ja, tað er ein kona. Og tey smílast kanska og halda, at nú spyr maðurin vissuliga býtt, tí tað hava vit [...] konur, sum mangar gjørdu sítt til, at konur nú á døgum eru tað, tær eru. Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta sítt egna slag. Og slíkt er nalvamentan. Slíkt er tann brennandi fáfongd
undirritaði at loyva sær at føra fram, at møguleikin fyri semju enn er til. Hóast tað kann tykjast, sum hann ikki longur er annað enn teoretiskur, eigur hann at vera nevndur. Men so eigur samstundis at verða [...] smásinnið. Tað kann vera hóskandi at byrja við at spyrja, hvørjar broytingar føringar sum heild kundu hugsað sær áttu at verið framdar á tí ríkisrættarliga økinum - og síðani at tekna ein frymil ella eittt modell [...] endaligi frymilin fer at hýsa mótsagnum, sum ikki kunnu sameinast. Til hetta er at siga, at í einari samráðingarstøðu er rætt at byrja við eini ambitiøsari stremban. Vit kunnu leggja aftrat, at summir politikarar
sjáldan longur. - Av tí, at so lítið er at hoyra, er umráðandi at hava livandi tónleikalív, sigur Ólavur og leggur afturat, at tónleikalærarar eisini áttu at havt møguleika at virka sum tónleikarar, tí [...] staðfestir hann, at so mugu tey eisini hava okkurt at koma aftur til. Hann metir eisini, at tó at vit hava stjørnurnar, so mugu vit ikki gloyma breiddina. Ólavur er sannførdur um, at tað má ein hugbur [...] rnir hava ikki møguleika at halda seg í venjing, sigur Ólavur, ið leggur dent á, at hetta er ikki fyri at niðurgera tónleikrarnar. Ólavur vónar, at ungu tónleikararnir fara at fáa sær tónleikin sum vinnuveg
uttan at vita av hvørjum øðrum, at tey kendu til hesa skitsuna stutt eftir, at Finn Norman Christensen var komin til Føroya á fyrsta sinni. Hon líktist undrunarvert nógv lidna úrslitinum, siga tey bæði [...] bygnaður og nýtt fólk, sum skulu brúka eini 10-15 ár til at fáa fyrisitingina at virka til fulnar, tí starvsfólkið stríðist við at fáa nýggju skipanina at virka. Av tí sama verða dagligu skyldurnar forsømdar [...] mest at skipanini. Anfinn Kallsberg, løgmaður, er samdur við Kjartani Hoydal í, at dagliga arbeiðið verður forsømt. Men løgmaður er politikari, so hann hugsar í valskeiðum. Hann metir, at tað fara at ganga
Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist somikið væl hjá Kyndli at verja somikið offensivt tóktist eisini vera, at Neistaliðið so at siga einki strikuspæl hevur, soleiðis at bólturin ongantíð varð spældur [...] um. Serliga í høgra verjuborði var hetta sjónligt, við tað at teir vardu somikið offensivt, at Áki Olsen so at siga ongan møguleika hevði at koma til skot. Í hinum verjuborðinum royndi Heini Joensen seg [...] inn um verjuna. Við tað at verjupartinum hjá Kyndli eydnaðist somikið væl, hendi tað seg eisini meira enn tí einu ferðina, at teir við fúkandi ferð kundu fara í kontra álop, og so at siga ótarnaðir seta bóltin
spennandi dyst, sum bæði liðini uttan iva vilja vinna. Ongum leingist eftir at enda aftast, og tí fara tey at gera sítt til at tey sleppa av niðasta plássinum. Hin dysturin er millum Fram og Fleyr, og skal [...] dystirnir, sum eftir skránni áttu at verið leiktir 18. marts. Men tá verður steypafinalan leikt og tí eru dystirnir fluttir fram.. Ein avleiðing av, at dystirnir vóru leiktir í gjár er, at Dráttur spælir sín seinasta [...] í ár og tað er ikki óhugsandi at tær fara at hava tað enn einaferð. Serliga tí, at dysturin verður leiktur í Trongisvági. Hinvegin hevur Dráttur seinastu dystirnar víst, at tær saktans kunnu gera onkran
Føroya avgjørt at heiðra tveimum persónum, sum teir hildu hava havt sera stóran týdning fyri føroyskari telving at frama. Hans Petersen fekk handað heiðursbræv við tí grundgeving, at hann varð fyrsti [...] sum sagt sera ungt, og stuttligt varð at síggja talvið á fjórða borði millum trettan ára gamla Olaf Berg úr Havn og Jústines Hansen av Toftum, sum er farin um tey hálvfjers! Heili trýðs ár á muni! Samanumtikið [...] sum væntað aðru deild í ár, og fara tí at telva í fyrstu deild komandi ár. John Rødgaard vann øll talvini á fyrsta borði, men næsta ár verður heldur verri hjá honum at endurtaka bragdið. Fyrsti føroyameistarin
útróðrarmann at passa, og 10 børn í húsinum, við so at siga ongum hentleikum at ráða yvir, so var altíð so skínandi reint og ruddiligt í heiminum. Hvussu ófør og arbeiðsom mamma okkara er, gav at bíta, tá [...] ung til Klaksvíkar at arbeiða og eitt satt konubrot hevur hon altíð verið. Í 1937 fór hon, 22 ára gomul, saman við Alfred Petersen, trúboðara og øðrum yvir í Gomlu Føroyingahavnina at arbeiða á føroyska [...] Fuglafirði. Tvær búgva í Hvannasundi og ein í Norðdepli. Hini fimm systkini búgva í Klaksvík. Sum nevnt áttu tey bæði ? mamma og pápi ? 10 børn. Ommubørnini hjá mammu eru 35 í tali og langommubørnini eru 43. Vit
vóru í so svárari neyð, at teimum tørvaði andahjálp. Upphæddirnar, sum landsstýrið settu í bankarnar vóru ikki smáar, men nú so long tíð er farin hevur tíðin víst, at tað var rætt, at gjalda tær 2.685 miøo [...] miøo. krónurnar fyri at bjarga bankunum. Men bankin er sloppin at hoyra fyri, at hann hevur fingið peningin og tað heldur stjórin verið fullkomiliga burtur úr vón og viti, tí í hansara verð hevur sjálvur [...] einasta króna er farin til skuldina sum bankin hevði, til at bjargað viðskiftafólkunum, sum í hesum føri vóru tilvildarligir innlánarar og ikki minst at bjarga vinnulívinum, sum hevði farið so syngjandi á húsagang
rigga. Eftir skipanini áttu bæði liðini at hava frí í kvøld, og sostatt lá væl fyri at gera dystin av sær longu nú. Einki er at ivast í, at tað eru strandingar, sum eru favoritar at vinna dystin. Verandi [...] Joensen fór at verða førur fyri at spæla. Í fyrsta landsdystinum um vikuskiftið meiddi hann sær høgra arm, men kortini fekk hann spælt við bæði leygar- og sunnudagin, so í Neistanum rokna tey við, at hann er [...] og her er heldur einki at ivast í, at Neistin er favorittur undan dystinum. Hoyvíkingar hava ikki gjørt tær stóru skreytirnar hetta kappingarárið, og ikki er tað væntandi, at teir á nakran hátt kunnu