Konur eru veikar

Eg meini tað

Jamen, tað eru tær altso - veikar, ja - siga nakrar av systrum teirra. Eg jabbi sjálvandi um kvinnurnar, sum ikki vilja eita konur.

Nú er tað eina ferð so, at eg eri maður, so eg skilji ikki hesar kvinnur. Ikki við mín súra skógv. Men tað er okkurt við, at tær eru sjálvstøðugari og sterkari enn konur, og tær tora at siga sína meining. Tað gera konur ikki. Konur eru nemliga so vælsignað skinklutar og óhjálpnar, tær kunnu finna upp á at ganga í giggutum klæðum, við turriklæð um høvur, og so eru tær vist eisini nokkso tjúkkar. Og so tað ringasta av øllum - tær eru giftar. Pínadoyðs skil, altso.

Men eg eri maður, og eg forstandi ikki kvinnurnar. Skal eg siga, sum er, so gera tær meg trill í ørviti. Men eg veit, hvør bøta kann um mín sálarkvøl - eg spyrji bara børnini. Tí tey siga, at ein maður er ein maður, og ein kona, - ja, tað er ein kona. Og tey smílast kanska og halda, at nú spyr maðurin vissuliga býtt, tí tað hava vit sjálvi fortalt teimum. Nokkso snedugt.

So hví kunnu kvinnurnar ikki bara lurta eftir hesum barnalogikki? Hvat er galið við konuni? Hvat hevur hon gjørt? Hví skal hon á dungan, kippast niður í køstin og so farvæl og takk?

Eg eri maður, so eg veit ikki at svara. Men áðrenn kvinnurnar púra hava køvt systur sína, skulu tær píkasjey vita, at vit áttu orð, sum lýstu hana sum ein púra natúrligan og livandi skapning, við brigdum, sum slíkur skapningur hevur.

Hon kundi bæði vera: vinkona, arbeiðskona, barnakona, løgtingskona, bróðurkona, bróstakona, fyristøðukona, vaskikona, sørvágskona, skrivstovukona, dygdarkona, grannakona, gubbakona, hjákona, havnarkona, húshaldskona, embætiskona, kókikona, seymikona, skilakona, skyldkona, sonarkona, landsstýriskona og stáskona. Sig so tað.

Og tá tær so hava kastað mold á hana og eru vorðnar næstan líka fínar og flottar sum menninir, so kann eg fortelja eitt afturat, at menninir eru ikki altíð so fittir og fínir. Vit eru slettis ikki bara supermenn og skilamenn. Vit kunnu faktiskt vera minst líka veikir og tvitnir, sum konan var.

Vit kunnu vera: vánamenn, bukkumenn, vesalamenn, ruskmenn, álopsmenn, brotsmenn, brennivínsmenn, flagmenn, øvundarmenn, illgerðarmenn, kukkumenn, ódugnamenn, óviljamenn, stigamenn, træmenn, vesalamenn, yvirgangsmenn og neyðtøkumenn.

Tí eg eri maður og veit, at menniskjað er ein bronglutur skapningur, við góðum og ringum eginleikum, maðurin eins væl og konan. Men eg kundi aldri funnið upp á at fornoktað tey fyri tað, tí eg eri teirra úrslit.

Eg eri maður og veit, at ein kona verður hvørki fínari ella frælsari, bara tí hon eitur kvinna. Og hon fær ikki flottari reyv av tí heldur. Nei, so halgadoyð fær hon ikki tað. Niksenbiksen! Hennara stríðsflagg er einki annað enn hennara egni skroypiligi samleiki, og hennara kepphestur nyttar bara til at sláa seg sjálva í reyvina við. Tí kynið er nemliga ikki so at forkasta.

Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta allar tær túsundtals konur, sum mangar gjørdu sítt til, at konur nú á døgum eru tað, tær eru. Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta sítt egna slag. Og slíkt er nalvamentan. Slíkt er tann brennandi fáfongd. Tí tær gomlu tordu sku at stinga fingurin í ein kukkubolla, uttan at tað skeiklaði teirra identitet. Og spesielt ósexutar hava tær neyvan verið heldur, tí annars stóð eg ikki her og skrólaði.

Yvir og farin.