Ikki færri enn fýra dystir verða í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið.
Tveir teirra vórðu leiktir í gjárkvøldið og tað eru teir dystirnir, sum eftir skránni áttu at verið leiktir 18. marts. Men tá verður steypafinalan leikt og tí eru dystirnir fluttir fram..
Ein avleiðing av, at dystirnir vóru leiktir í gjár er, at Dráttur spælir sín seinasta dyst í hesum kappingarárinum í morgin. Hetta merkir samstundis, at tað sunnudagin verður púra greitt hvat av liðunum í kvinnudeildini fær silvurmerkini.
TB er besta boðið
Sum vit so ofta hava nevnt, so er TB framvegis besta boðið upp á ein silvurvinnara. TB hevur havt sera gott tak á Drátti í ár og tað er ikki óhugsandi at tær fara at hava tað enn einaferð. Serliga tí, at dysturin verður leiktur í Trongisvági.
Hinvegin hevur Dráttur seinastu dystirnar víst, at tær saktans kunnu gera onkran vørr, men tað er ikki yvir at dylja, at tær hava eina harða skrá. Fyrst heimadyst móti Mjølnir í gjárkvøldið og so útidyst móti TB í morgin.
TB spældi eisini í gjárkvøldið, men so hepnar vóru tær, at tær høvdu vitjan av Fleyr og ti sluppu frá at fara av oynni. Tí eru tær heilt greitt til dystin fús, nú Dráttur kemur á vitjan og silvurið stendur upp á spæl.
Seinasti dysturin hjá kvinnum hetta vikuskiftið er dysturin millum ÍF og Fleyr, sum skal leikast í Fuglafirði seinnapartin. Hesin dysturin er, hóast talan er um botndyst, minst líka spennandi sum dyturin millum TB og Drátt, tí hann avgerð hvat av liðunum endar niðast. Sum vit fyrr hava sagt, so er Fleyr ikki vant til at róta í botninum, og tí fara tær at stríðast, sum fyri lívinum fyri at vinna dystin.
Men tað fer ÍF uttan iva eisini, tí tær síggja sær ein møguleika at sleppa úr botninum.
Botnstríð í Kambsdali
Hjá monnum verða tveir dystir. Í dag spæla ÍF og SÍ í Kambsdali og her er, eins og hjá kvinnum, talan um ein spennandi dyst, sum bæði liðini uttan iva vilja vinna. Ongum leingist eftir at enda aftast, og tí fara tey at gera sítt til at tey sleppa av niðasta plássinum.
Hin dysturin er millum Fram og Fleyr, og skal tað ganga, sum tað hevur gjørt higartil, so vinnur Fleyr og tað merkir so, at Fram missir eitt stig mótvegis Mjølnir í kappingini um lesarar og haldarar.
Dystir:
Fríggjadagin 3. mars
Meistaradeildin kvinnur:
Dráttur - Mjølnir, kl. 19:45 á Giljanesi
Fleyr - TB, kl. 21:00 í Trongisvági
(Úrslitini ókend við evstamark)
Leygardagin 4. mars
Meistaradeildin kvinnur:
ÍF - Fleyr, kl. 13:00 á Kambsdali
Meistaradeildin menn:
ÍF - SÍ, kl. 15:00 á Kambsdali
Sunnudagin 5. mars
Meistaradeildin kvinnur:
TB - Dráttur, kl. 13:00 í Trongisvági
Meistaradeildin menn:
Fram - Fleyr, kl. 15:00 í Eysturskúlanum










