harvið hevur lagt seg á odda við hjálp frá regluni um innanhýsis úrslit. Talan var ikki um tann best spælda dystin á árinum, tá B71 vitjaði. Fyri steðgin var kanska ikki so nógvur munur á, men Clayton Soares [...] hesaferð, at ikki færri enn fimm málskjúttar komu á talvuna fyri FSV, har tað higartil einamest hava verið Sonni Johansen og Birgir Joensen, sum hava gjørt um seg. Á Argjum kundi AB takka Súna Fríða Barbá fyri [...] fyri, at teir fingu stigini, sum fluttu liðåið upp á fjórða plássið. LÍF hevði annars lagt seg á odda 2-0 stutt inn í annan hálvleik, men so tók gamli málrevurin fatt. Seinastu 12 minuttirnar skoraði hann
børnunum - ein leggur puslispæl og ein onnur spælir við kortum. Inni í einum horni hevur Anja savnað saman nøkur børn. Nú er søga á skránni - søgan um Karius og Baktus. Góðan kost og gott aldursbýti Hetta [...] liðini á Anju. Júst í dag vóru Karius og Baktus ikki nakað fyri hana. Hon vildi heldur hava eina bók við fleiri myndum enn teksti. Anja dugir væl at lesa upp, og børnini eru íðin eftir at fáa eygu á tekningarnar [...] jú øll!? Í nýggja barnagarðinum í bygdini lata tey seg ikki órógva av at ein fremmandamaður er komin á gátt. Børnini eru komin í barnagarðin stutt frammanundan henda mánamorgunin, og spælið er fult í gongd
Petur er 57 ára gamal, sonur Súsonnu, f. Danielsen, dóttir Sofus í Horni í Havn, og Hans Marius Hermansen av Tvøroyri. Familjan búði á Tvøroyri, til tey í 1954 fluttu til Havnar at búgva. Eftir lokna skúlagongd [...] Petur til timburmann hjá Peturi í Gong, byggimeistara. Síðan arbeiddi hann í trý ár á heilsøluni hjá Kartna Winther á Eystaru bryggju í Havn. 15. juni 1974 byrjaði Petur sum bilførari hjá P/F Poul Michelsen [...] Gundadali. Í 1979 varð flutt í nýggjan virkisbygning við Hoyvíksvegin. Petur hevur arbeitt á goymsluni og sum telefonseljari á skrivstovuni. Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum sølumaður. Petur er eisini
við Royn, og studentaárini hugnaði hann sær saman við øðrum føroyingum á grønu vallunum í Danmark. Torbjørn gekk á støðisútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, áðrenn hann fór til Odense at lesa til lækna. Miðskeiðis [...] Honum dámar væl at skjóta fugl, at vera í grind og á floti, at velta epli og fáast við seyð. Hann er fastur fjalmaður hjá svágrinum inni á Regni á Toftum, og hann er góður flettari. Torbjørn er giftur [...] giftur við Dagmar, sum er læknaskrivari, og sum er ættað innan av Regni á Toftum. Tey búgva á Norðasta horni, og tey eiga tveir synir - Kristian og Tummas Eli. Torbjørn eigur eisini dóttrina Katrin.
mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur ? Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta [...] barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Nærvarpið LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM [...] Lívdin í Hoyvíkar skúla Sunnumorgunin kl. 10.30 á Familjumøtinum talar Jógvan Z. um evnið: »Eg eri uppreisnin og lívið«. Kl. 11.30 Samvera við drekka. Á tilbiðjanarmøtinum kl. 12 talar Absalon Absalonsen
einu løtuna vóru vit 4 mans um eina dýnu. Tó endaði hon á dúrkinum og vit stóðu eftir við betrekkinum, ein maður á hvørjum horni og hugdu upp á hvønn annan. Men allir fingu stúva sær koddan í koyggjuni [...] heima á Sandi. Meistarin er úr Vági og hjálparmaður hansara úr Klaksvík. Kokkurin er politisturin úr Gøtu og restin av manningini eru ferðafólk, sum hvør á sín hátt hevur havt áhuga í hesi ferðini. Á ferðini [...] norðoyingarnir komu suður við Smyrli seint á kvøldi og skuldu beint umborð á sluppina í Vági. Fráferðin var nakað seinkað, tí fyrr um kvøldið var hol komið á útstoytsrørið í maskinrúminum og arbeiddu
fyrst og fremst fatur á miðvøllinum, har Kári Nielsen og Rúni Nolsøe fingu fatur á nógvum, og so varð spælt bæði breitt og djúpt niðaneftir. Ikki minst í høgra borði, har Jákup á Borg tóktist vera væl [...] væl upplagdur. Men tað gekk tó striltið at fáa hol á. Tvær ferðir hevði Hans á Lag góðan møguleika, men fyrru ferðina rakk hann ikki innlegginum, og seinnu ferðina varð talan um forkølað skot, eftir flott [...] tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB skuldi fáa hol á, og seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum avgjørdu teir dystin. Jákup á Borg egndi væl og virðiliga eftir einum frísparki stutt uttan
Hansen - Hans Pauli Samuelsen, Marner Djurhuus, Knút Vesturtún, Jákup Martin Joensen (Sonni L. Petersen, 68.)- Egil á Bø, Sorin Anghel GK: Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Sorin Anghel NSÍ: Jens Martin
høvdu teir eisini. Men Hans Pauli lobbaði á stólpan, Sonni var púra leysur og skeyt uppum, og tá Sonni eisini slapp leysur eina aðru ferð, skeyt hann í krovið á málverjanum, heldur enn at rulla til ein [...] di hevur fast tak á teimum, sum spæla við felagsliðnum hjá EB/Streymi, so gongur landskappingin sína vanligu gongd. Leygardagin enntá við einum steypi sum eykavinningi, tá NSÍ kom á vitjan sum stevnugestir [...] áskoðararnir iðra seg um, at kappróðurin hevði flutt dystin til kl. 18 á kvøldi. Í øllum førum hevði sólin sæð mest sum allan dagin, men út á kvøldið tók at regna, soleiðis at fótbóltslíkindini versnaðu nakað
greiddi teimum kongaligu frá ymiskum í kirkjuni. Samstundis við hetta spældu Anna Klett á klarinett og Páll Sólstein á horni eitt verk, sum sandingurin Sunnleif Rasmussen hevur gjørt. Hetta vóru fantasi?ir yvir