Her tók sóknarpresturin, Jákup Reinert Hansen ímóti og greiddi teimum kongaligu frá ymiskum í kirkjuni.
Samstundis við hetta spældu Anna Klett á klarinett og Páll Sólstein á horni eitt verk, sum sandingurin Sunnleif Rasmussen hevur gjørt. Hetta vóru fantasi?ir yvir Tívilsdøtur.
- Eg haldi, at tað gekk væl. Í øllum førum var Margretha drotning glað fyri spælið, tí aftaná kom hon yvir til okkara og takkaði fyri spælið, sigur Páll Sólstein.










