Tryggir meistarar

Trygt, effektivt og uttan stórvegis dikkedarir fór HB úr Sarpisgerði við øllum stigunum sunnudagin

Fótbóltur

Eftir tríggjar sigrar á rað tóktust gøtumenn av álvara at hava fingið luft undir veingirnar, tá teir sunnudagin tóku ímóti meistarunum úr HB. Ein uppgerð, sum fyri fáum árum síðani varð roknaður sum tann kanska størsta í føroyskum fótbólti, men sum seinnu árini hevur mist nakað av glansinum, nú GÍ ikki longur er sami maktfaktorurin, sum teir vóru.
At GÍ so í tilsvarandi dystinum í Gundadali tíðliga í ár spældi sín helst vánaligasta dyst á árinum, mundi bara vera enn ein motivationsfaktorur hjá gøtumonnunum, sum við enn einum sigri kundu lyfta seg væl og virðiliga úr botninum, samstundis sum tað ivaleyst vildi smakkað væl, um teir høvdu megna at vunnið HB eina neisu.

Avgjørdu undan steðginum
Fyrstu løtuna tóktist hetta heldur ikki vera heilt ógjørligt. Gøtumenninir byrjaðu í eini varnari 4-5-1, har serliga Súni Olsen og Magni Jarnskor skuldu royna at stuðla upp undir Símun Louis Jacobsen, sum Krzystof Popczynski hevði sett fram um seg sjálvan, tá einsamallir áleyparin skuldi veljast.
Serstakliga tóktist Magni vera væl upplagdur, sum hann gekk og spreiddi spælið, meðan Súni í sínum lag einar tvær ferðir hótti við at leggja alla HB-verjuna aftur um seg.
So líðani fekk HB tó fatur um endan. Við útgangsstøði í væl vanda 4-4-2 konseptinum fingu teir fyrst og fremst fatur á miðvøllinum, har Kári Nielsen og Rúni Nolsøe fingu fatur á nógvum, og so varð spælt bæði breitt og djúpt niðaneftir. Ikki minst í høgra borði, har Jákup á Borg tóktist vera væl upplagdur.
Men tað gekk tó striltið at fáa hol á. Tvær ferðir hevði Hans á Lag góðan møguleika, men fyrru ferðina rakk hann ikki innlegginum, og seinnu ferðina varð talan um forkølað skot, eftir flott bandaspæl, sum sendi hann leysan ígjøgnum.
Tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn HB skuldi fáa hol á, og seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum avgjørdu teir dystin. Jákup á Borg egndi væl og virðiliga eftir einum frísparki stutt uttan fyri brotsteigin, og so kundi Rasmus Nolsøe fara at rigga kanónina til. Úr 20 metrum skeyt hann eitt hart og skrúvandi skot, sum smoygdi sær upp um múrin og niður í nærmara horni, uttan at Marcin Dawid hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri.
Og dygst undan steðginum bleiv tað so 2-0. HB spælið koyrdi skjótt og væl hesa løtuna, og uppspælið til málið var eisini av tí vakra slagnum. Jákup á Borg sendi sera hegnisliga djúpt til Tór-Ingar Akselsen. Bólturin var kanska trupult at arbeiða við, men vágamaðurin fekk kortini toygt seg fram og hegnisliga fekk hann prikað bóltin fram við Marcin og í málið.

Meistaraspæl
Við stigunum at kalla í posanum, kundu gestirnir taka tað nakað róligari eftir steðgin, har spælið ikki longur var heilt so málsøkið.
Ein lítlan hvøkk fingu teir beint eftir steðgin, tá ein stútari frá Súna Olsen noyddi Bárður at fremja eina meistarliga bjarging, men annars var tað sera lítið, sum HB-málverjin hevði at gera. Meira verjukenda HB-spælið viðførdi tó, at nakrar vandastøður íkomu, men í hesum høvdu vertirnir ikki teir so væl kendu marginalarnar við sær, og so varð antin skotið við síðuna av ella slettis ikki.
Og hinvegin, so kundi HB væl punkterað dystin fullkomuliga við onkrum máli afturat. Meðan gøtumenn royndu at flyta fólk niðan, kontraðu gestirnir fleiri ferðir sera væl, og bara ósketni forðaði teimum í, at sigurin gjørdist enn tryggari. Tað kunnu teir sjálvandi iðra seg um, men hinvegin, so var eisini nógv at frøst um hjá HB. Til tíðir høvdu teir veruligt meistaraspæl frammi sunnudagin, har bólturin við nógvari ferð varð koyrdur runt á vøllinum, og megna teir at halda fast í hesum, so er oddasessurin kanska varandi.
GÍ man hinvegin ásanna, at trøini ikki vuksu upp í himmalin á hesum sinni. Verður sæð burtur frá fyrsta lítla korterinum, so var heldur ikki nógv, sum bendi á, hví teir skulu klintra so nógv longur upp á talvuni. Men tað man tó ikki líkjast teimum at fella í fátt, bara tí ein dystur er taptur. Vanliga plagar GÍ at spæla til seinasta bríksli í seinasta dystinum á árinum, og soleiðis verður helst eisini hesaferð.