30 ára starvsdag hjá PM

15. juni 2005 hevði Petur Hermansen í Havn 30 ára starvsdag hjá P/F Poul Michelsen heilsølu.

Petur er 57 ára gamal, sonur Súsonnu, f. Danielsen, dóttir Sofus í Horni í Havn, og Hans Marius Hermansen av Tvøroyri. Familjan búði á Tvøroyri, til tey í 1954 fluttu til Havnar at búgva.

Eftir lokna skúlagongd lærdi Petur til timburmann hjá Peturi í Gong, byggimeistara. Síðan arbeiddi hann í trý ár á heilsøluni hjá Kartna Winther á Eystaru bryggju í Havn.

15. juni 1974 byrjaði Petur sum bilførari hjá P/F Poul Michelsen. Fyritøkan, ið var stovnað árið fyri, helt tá til í Gundadali. Í 1979 varð flutt í nýggjan virkisbygning við Hoyvíksvegin. Petur hevur arbeitt á goymsluni og sum telefonseljari á skrivstovuni. Seinastu mongu árini hevur hann arbeitt sum sølumaður.

Petur er eisini kendur fyri síni avgjørdu sjónarmið um píkadekk og dálking, og hevur hann verið nógv frammi í fjølmiðjunum hesum sambandi. Einaferð hótti bæði løgtingið og landsstýrið við at saksøkja Petur, tí hann hevði úttalað seg alment um at tingfólk ferðaðust við Strandferðsluni uttan at gjalda, meðan øll onnur skuldu gjalda. Sakarmálið bleiv tó av ongum.

Eisini er Petur kendur innan country- og gospeltónleikin í Føroyum, har hann so meistarliga spælir steelgittar. Eitt av hansara frítíðarítrivum er flúgving við modellflogførum, og er hann ein av virknu limunum í Tórshavnar R.C. Felag.

Petur er giftur Marjun, f. Mohr Joensen, úr Sørvági. Tey búgva Norðasta Horni og eiga tveir synir, Jan, sum er løgreglumaður í Havn, og Heina, sum lesur virkisbúðskap í Århus. Marjun og Petur eiga eisini ommu- og abbadóttrina Ronju.