mánaði. Í Havn vórðu máld niður í 12 kuldastig og í Klaksvík 14 kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma fortelja mær, at eg var blivin pápi til ein [...] sonur Dánjal í Horni, umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Hann doyði eisini niðri. Ein annar var Egil Djurhuus, hvørs søga hevur verið í Miðvikuni. Hanna var abbasonur tann kenda Faktorin í Klaksvík Johan [...] leingi á sanatorium í Danmark og kom so heim at liggja drúgva tíð, til hann doyði í 1919. Hann skrivaði eina áhugaverda dagbók, og her skrivar hann eisini um, tá ið deyðsboðini komu av Johan í Ólastovu. Tað
fáa alt í rættlag, tá ið Petur kanska kundi fara nóg so harðliga fram. Konan hevði í sínum ungdómi verið sera vøkur. Tað sama skal omman mín í Porkeri hava verið. Tær vóru sum sagt systrar. Í Sumba plagdi [...] beinanvegin í samband við amtmannin, sum segði, at eg mátti finna mær eitt ella annað høli at fara í. Eg tosaði við mammubeiggja mín Lars Larsen um hetta, og hann mælti mær til at royna at leiga høli í losjuni [...] einsamøll í okkara húsum í Havn, og eg kendi meg at hava eina vagabóndatilveru á Tvøroyri. Hóast eg sum so hevði tak yvir høvdið, var støða mín fullkomiliga láturlig fyri ein sýslumann at vera í. Setti sjálvan
hansara arbeiði. Men lítið batti, og pápi sovnaði ikki hesa náttina. Um Dia í Ólastovu Tá ið pápi Kristian doyði í 1949 skrivaði Georg L. Samuelsen hesi minningarorð í Dimmalætting: Atter er en af de Mænd [...] Boðanes, har vit eisini plagdu at svimja á sjónum. Pápi gekk eisini í kirkju og hevði okkum við. Var ikki farið í kirkju bleiv lisin lestur heima. Mamma og pápi fóru viðhvørt til altars. Tá gjørdi eg døgurðan [...] hevur fingið fortalt, at hesi høvdu gjørt sum fólkini í Vágum, at tey høvdu lagt seg í eina torvkrógv. Tá ið tey vóru funnin, var bert tann, sum lá í miðjuni á lívi, meðan hini vóru deyð. Eisini greiddi
Hetta kom teimum til góðar, tá ið eldur eina ferð var í húsinum. Men sum vanligt var tá í tíðini, var tryggingarupphæddin minkað í sama mun sum skuldin í húsinum, tí varð endurgjaldið avmarkað. Óli og Johanna [...] Havnar, har teir vórðu í varðhaldi. Tá var Týskland í kríggi og hevði brotið ta uttanveltaðu støðu, sum Danmark tá var í. Johan Norðfoss var ein av vaktarmonnunum og hevur hann í Miðvikuni greitt frá [...] ikki dálkast, og vit máttu sita friðarlig inni í kirkjutíð, sjálvt um vit ikki vóru í kirkju. Tann elsti av Mohrbrøðrunum, Mourits, mundi einaferð komið í rættiligar trupulleikar. Hann hevði saman við tveimum
sum búði longri uppi í Skansabrekkuni. Tá fór pápi hagar at hjálpa til at bjarga tí, sum bjargast kundi. Pápi var rættuliga ovfarin av arbeiðskonuni har í húsinum. Hon var farin í ringasta veðri at hjálpa [...] Polluks, pápi Kára við Stein, sum í fleiri ár hevði grønlandstíðindi í Sosialinum. Kári hevur eisini uppkallað pápan. Hin Johan gjørdist seinni kendur sum skrivstovustjóri í landsstýrinum. Í hesum sama [...] Hon var enntá farin í buksurnar hjá Jens Mohr, sum hon hevði smoygt seg í, hóast tær als ikki passaðu. Slíkt, konufólk í buksum, hevði ikki verið sæð fyrr. Tað at hon tordi at fara út í hesum ódnarveðrinum
tað var skotið inn í sýslumanshúsini. Hetta var 20. november 1955 í tíðini, tá læknastríðið í Klaksvík var í hæddini. Tá vóru staddir á Tvøroyri tveir kriminalpolitistar frá politinum í Klaksvík, sum vóru [...] Skansatrønni. Pápi mín var meinigur eitt stutt skifti, áðrenn hann giftist. Fremsta uppgávan hjá korpsinum var umframt patruljering í býnum, at hava vakt á skansanum og at ansa eftir fangunum í fongslinum [...] kallað, kom í søguna, sum tann einasti lærari í Føroyum, sum varð koyrd úr starvi, tí hon gjørdist “baptist.] Vit vóru úti við 40 børn í fyrsta flokki. Hvussu var og ikki, men eg fór upp í annan flokk
ikki fingið motorin í gongd. Seinni varð báturin funnin undir Grímsfjalli í Hvalba, og maðurin var funnin deyður longri uppi í haganum. Maðurin er eftir tí at døma komin livandi í land. Í Funningi ella Fu [...] Margretha kom at bróta eitt bein í fótinum, so hon mátti liggja í seingini í nakrar vikur. Hetta var áðrenn, vit vórðu trúlovað, so eg óttaðist fyri, at nú fór speril at koma í. Men ikki bilaði! Landbúnaðurin [...] skomm at fáa bót fyri ikki at fara væl um torvheiðarnar. Torvið var í fyrsta umfari koyrt í krónna og varð, sum tørvurin var, borin heim í leypi. Leypurin skuldi fyllast á ein serligan hátt fyri at lætta
sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði [...] at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað [...] vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stórbóndi og livdi undir napoleonskríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til
ein drongur, datt í eina grýtu, og skáldaðist til deyða. Hann var um mín aldur og hevur verið um 3-4 ár tá. Hetta hevur bitið seg fast í mítt minni. Tað var eitt slíkt uppstandilsi í grannalagnum, tá henda [...] landsstýrismaður í 1950 saman við mær sum løgmanni. Valborg giftist í Danmark, har hon fekk børn. Hon var millum tær fyrstu kvinnur, sum vóru virknar í Havnar Fimleikarfelag. Lesiklubburin Í Kilerkanalini [...] mikudagar. Tær komu saman í køkinum hjá okkum aftaná nátturða og pápi vanliga var farin til songar. Tað varð altíð lisið upp úr vikublaðnum »Hus og Hjem«, sum tær hildu í felag. Í blaðnum vóru røðir við
eg fekk. Í 1917 fekk eg bræv frá Petur Dahl í Vági, systkinabarn mammu mína. Hann bjóðaði mær eitt skrivstovustarv í reiðarínum í Vági, og lønin skuldi vera kr. 2.000 árliga, sum var nógv tá í tíðini. Eg [...] løgtingsvalinum í 1918, tá ið eitt sera gott val til sjálvstýrisflokkin í Suðuroy tryggjaði sjálvstýrismeiriluta á tingi. Tá var Oliver Effersøe enntá blivin formaður í Sambandsflokkinum í 1917.] [...] sjúk í 1918. Hetta var so tíðliga í tíðini, at læknarnir ikki vóru varir við, at sjúkan var komin til Føroya. Sum áður nevnt var tað ein kaldur vetur, Johan varð føddur. Tað var so kalt, at vatnið í fatinum