føroyska liðið móti Finlandi, og hóast støðan sá gott út í hálvleikinum (0-1), endaði tað aftur við stórtapi, 0-7. Í seinna hálvleik kláraðu føroysku dreingirnir ikki at fylgja við og so skrædnaði.
mótstøðu, og hóast flestu dystirnir endaðu við tapi, fekk liðið nógv burtur úr, og tað tykist vera væl fyri nú landskappingin byrjar. Neistin hevur so stórar traditiónir, at tað ber ikki til at síggja burtur [...] Tað er okkurt sum bendir á, at Neistin ikki fær lætt spæl í royndini at vinna fimta FM-heitið á rað. Neistaliðið hevur dominerða kvinnuhondbóltin gjøgnum allar tíðir, og seinastu árini hava hini liðini [...] liðini bert klárað at givið liðnum mótstøðu. Í fjør vóru tekin um, at hitt Havnaliðið, Kyndil, var á veg fram, og heldur framgongdin hjá unga liðnum fram, verða tær drúgvar í oddastríðnum hesaferð. Varð eg
vita vit, at tað er meðan jarnið er heitt, at smíðast skal, og soleiðis er tað eisini í ítróttarheiminum. Ikki minst, tá talan er um at fíggja ítrótt og ítróttarligt virksemi, áttu tingmenn at verið teir [...] samstundis tað árin, at útreiðslurnar hjá ALS verða lægri. Tí er tað heilt ófatiligt, at løgtingsmenn í fullum álvara koma fram við, at Tórsvøllur skal kosta samfelagnum so øgiliga nógv, og at hesin vøllur [...] komandi ár verða skaptar bestu umstøður. Eisini mátti tað verið áhugavert hjá tykkum, bæði kvinnum og monnum á tingi, at verið við til at víst umheiminum eina góða síðu av landi okkara: Nevniliga, at her býr
6-7 mia. og síðani fingið studning frá landskassanum uppá kr. 2 mia. Tað nyttar ikki at fara út í æsir við hesum, tí Lassi neyvan skilir hetta, men hvat, tá ið tað í hansara verð er tað sama »at leasa«, [...] ralur, so kemst hetta av, at um so er at samlaða íløgan t.d. er kr. 24 mió., so merkir hetta, at kr. 4,8 mió. av hesum eru mvg, sum goldið er til landskassan, t.v.s. fyri at Lassi eisini skal skilja hetta [...] landskassanum, og á vanligum bókhaldsmáli merkir hetta, at hon verður krediterað landskassaroknskapinum. Afturat hesum kemur so eisini skattur av arbeiðsløn o.tlf., og merkir hetta eisini, at skatturin verður
Landið noyðist at koma upp í leikin onkursvegna. Tosað verður um, at kreppan er av, og at fólkatalið í Føroyum veksur aftur. Tað kann væl vera, tá talan er um Havnina, men á Tvøroyri eins og aðrastaðir er [...] verið lætt at framt hetta í verkið, nógv er eftir enn, og annað verður, alt sum tíðirnar broytast. Javnaðarflokkurin hevur drigið hinar flokkarnar við til m.a. fólka- og avlamispensiónir og ikki at gloyma [...] skattatryst, óstøðugt arbeiði og vánalig útlit. Dag og dagliga hoyrist um fólk, sum gera av at flyta, og hús eru til sølu í hvørjum blaði. Føroyskir politikkarir eiga at taka støðu til, um liviligt skal
í gjár varð sagt, at Dan R. Petersen var formaður - men tað var til fyri tveimum árum síðani, tá Eyðun Johannesen tók við. Dan R. Petersen er næstformaður í Javnaðarflokkinum, og tað var eisini hann, sum [...] sum var næstur at verða valdur við seinasta løgtingsval. í Eysturoynni siga tey, at tey gera sítt ítarsta fyri at fáa tingmann valdan afur - javnaðartingmann hevur oyggin annars havt síðan 1936, tá H. [...] Eiði varð valdur, men hann doyði tíðliga. Frá 1940 til 1978 umboðaði Jákup Fredrik Øregaard flokkin, og frá 1978 til 1994 umboðaði Jørgen Thomsen, sáli, á Skála flokkin. Hann stillaði ikki upp til valið
stutt herfyri tað heldur óvanliga stigið at designera ein part av tí ?Hvíta økinum?. Orsøkin var tann, at BP hevði funnið eina stóra oljukeldu á sjálvum markinum og fyri at kunna fara í gongd og eisini fyri [...] við til at útseta eina útbjóðing. Hetta er nakað, sum ikki minst fleiri av oljufeløgunum bera ótta fyri. Sosialurin hevur frá keldum fingið at vita, at hóast føroyingar meta tað vera spell og óheppið, [...] nakran ávísan dag á, nær uppskotið fer í tingið, men ætlanin er at halda upprunaligu tíðarætlanina. Tvs. at lóggávan kemur í tingið í heyst. Sosialurin skilur, at talan verður neyvan langt inn í næsta mánað
vita vit og eiga vit bert at vita, at løgreglan heldur seg hava grund til at skuldseta mannin og rætturin meinar tað sama. Men um henda skuldseting heldur í longdini, tað vita vit einki um, og so leingi [...] mannin sekan við at siga, at ein kona var deyð av løstum hon fekk, tá ein maður framdi harðskap ímóti henni. Eg ringdi til útvarpið og gjørdi vart við hetta og helt at tað hevði sømt seg, at teir rættaðu feilin [...] Løgreglan ger nú nærri kanningar fyri at finna fram til, hvat veruliga er farið fram og kanna um nóg góð prógv eru til at fútin kann meta at grundarlag er undir at reisa ákæru. Hereftir eru hesir møguleikar:
fyribrigdi. Ofta verða tey, ið skulu avrættast sett at grava eina grøv. Tá hetta so er liðugt verða øll sett eftir rað frammanfyri grøv-ina og síðani skotin. Slíkt hendur ofta, men er tað kanska sersstakliga [...] inn-spræning. Avrættigar kunnu ikki verjast, tí er neyðugt at umheimurin letur eyguni upp og fer at arbeiða ímóti einum heimi uttan deyða-revsing og avrættingar. Mannarættindabólkar sum Amnesty International [...] mannarættindi. Lond aftra seg við at sank-tionera onnur lond, um hetta kann raka fíggjarliga. Hesin hugburður má og eigur at verða sleptur. Jørðin skal jú eitast verða fyri øll. Karm-arnir um mannarættindi
bangin fyri at eg fór at fáa ov stóra undirtøku, og at tað fór at skugga fyri Paula Ellefsen, sigur Finnbogi Arge. - Veljararnir vildi tað øðrvísi. Teir vrakaðu Paula Ellefsen, sum skuldi tryggja at gamla kjarnin [...] umhugsað at halda fram, og tað fari eg at taka støðu til um stutta tíð. - Eg havi gott samstarv og stóra virðing fyri flestu fólkini í Sambandsflokkinum, men eg eri bert so vónsvikin, at tað ikki eydnaðist [...] torført tað er at seta sær fyri og halda eina politiska kós. - Eg eri sannførdur um, at tað ber til at flyta samfelagið. Um eg nú fari at gevast í politikki,so havi eg fingið eina barlast, sum er góð at hava