U16 tapti aftur stórt

Fótbóltur: U16 dreingir taptu hósdagin 7-0 fyri Finlandi

Matarlepin hjá U16 dreingjalandsliðnum, sum hevur verið við í EM-undankapping í Hollandi farnu dagarnar, hevur staðið á stórtap.

Hósdagin spældi føroyska liðið móti Finlandi, og hóast støðan sá gott út í hálvleikinum (0-1), endaði tað aftur við stórtapi, 0-7. Í seinna hálvleik kláraðu føroysku dreingirnir ikki at fylgja við og so skrædnaði.