Pressan dømir

Leygarkvøldið tann 11. oktober varð í Føroya rætti ein maður varðhaldsfongslaður sum skuldsettur fyri við harðskapi at hava forvolt at ein kona doyði. Maðurin noktaði seg sekan.


Løgreglan ger nú nærri kanningar fyri at finna fram til, hvat veruliga er farið fram og kanna um nóg góð prógv eru til at fútin kann meta at grundarlag er undir at reisa ákæru.

Hereftir eru hesir møguleikar:

1. Løgreglan finnur ikki nóg góð prógv til at ákæra kann reisast. Skuldsetingin verður tá slept.

2. Fútin heldur at prógvini eru nóg góð til at ákæra kann reisast. Ákæra verður tá reist og tað verður tá rætturin, sum skal taka støðu til, um maðurin er sekur.

Soleiðis sum málið nú liggur fyri vita vit og eiga vit bert at vita, at løgreglan heldur seg hava grund til at skuldseta mannin og rætturin meinar tað sama. Men um henda skuldseting heldur í longdini, tað vita vit einki um, og so leingi rætturin ikki hevur dømt mannin sekan, skal hann roknast sum ósekur.

Men í tíðindunum á middegi týsdagin 14. oktober dømdi Útvarp Føroya mannin sekan við at siga, at ein kona var deyð av løstum hon fekk, tá ein maður framdi harðskap ímóti henni. Eg ringdi til útvarpið og gjørdi vart við hetta og helt at tað hevði sømt seg, at teir rættaðu feilin. Í endanum á tíðindunum varð rætt sagt frá, men eingin rættleiðing kom sum segði at skeivt var sagt frá fyrru ferð.

Í yvirskrift í Sosialinum 16. oktober verður maðurin aftur dømdu soleiðis: »Kona doyði orsakað av harðskapi«.

Í okkara rættarskipan er tað so, at eingin skal roknast sekur so leingi hann ikki er dømdur, og eg vil tí, bæði sum verji hjá skuldsetta og sum borgari, mótmæla at tílík tíðindi verða borðin.


Kári Dalsgaard Petersen