Í hesum teigi í blaðnum í gjár varð sagt, at Dan R. Petersen var formaður - men tað var til fyri tveimum árum síðani, tá Eyðun Johannesen tók við. Dan R. Petersen er næstformaður í Javnaðarflokkinum, og tað var eisini hann, sum var næstur at verða valdur við seinasta løgtingsval. í Eysturoynni siga tey, at tey gera sítt ítarsta fyri at fáa tingmann valdan afur - javnaðartingmann hevur oyggin annars havt síðan 1936, tá H. J. Poulsen á Eiði varð valdur, men hann doyði tíðliga. Frá 1940 til 1978 umboðaði Jákup Fredrik Øregaard flokkin, og frá 1978 til 1994 umboðaði Jørgen Thomsen, sáli, á Skála flokkin. Hann stillaði ikki upp til valið í 1994.