heilt stóra munin. Fyri ikki at tala um, tá so ordiligur smakkur er at eisini. Tí fiskur nýtist ikki bara at vera eitthvørt vatndeyvt, sum salt verður oyst yvir fyri at fáa tað at smakka av nøkrum. Tað hava [...] kemur á borðið. Og satt at siga var hvítvínið tað, sum fyrst varð valt frá. Men tað hevði køkurin á Hotel Hafnina heldur ikki gjørt til. Tað var ringt a velja, tá komið varð fram at borðunum við teimum [...] og borðreitt á ymsan hátt og við so góðum smakki, at tað er ein sonn fragd at smakka. Jú, hugflogið er sera umráðandi, tá matgerast skal. Bara tað, at tað verður borðreitt eitt sindur meira spennandi enn
kampur at skula halda seg frá at eta ov nógvan mat, sigur Giggi, men leggur samstundis afturat, at tað er ein roynd fyri hana at fara út, har nógvur og góður matur er at fáa. Hon fegnast um, at tað finst [...] sigur og ein stoltleiki at fáa møguleikan til at siga nei takk. Hon kom heimaftur 20. desember í fjør, eftir at hava verið á Ebeltoft í 18 vikur. Hon sigur, at tað var ikki lætt at koma heim, tí niðri vóru [...] gongur alt ov skjótt, heldur hon. ? At tapa seg soleiðis snýr seg ikki um at halda uppat við at eta. Tað snýr seg nógv meira um at broyta lívsstíl og at læra seg at eta rætt. Eg havi etið ov nógv og skeivt
finnast at viðurskiftum. Tað ber so væl til at bøta, um vit sjálv fara upp í arbeiðið. Vit mugu leggja í Størsti vandin er, at vit í hesum høpisleysa heimi, har ótti og ótryggleiki valdar, siga, at vit leggja [...] Landskrona greitt frá. Og teir siga sum við ein munn, at hendan andkveikingin – hendan huglyftingin – frá Pálli, hon gav teimum flogið, sjálvsálitið og sannføringina um, at teir fóru at megna hetta ódnartakið [...] mastrina sum fyrsta skipið, eftir at bretar høvdu viðurkent og álagt at brúka tað? Kunnu vit ímynda okkum tað? Síðani hevur Merkið veittrað á øllum heimshøvum og í so at siga øllum havnum í heiminum. Og kanska
dystin, at tað stóð á gomlum nøglum: - Tað stóð nógv á. Vit komu út í eina støðu, sum ein fyri alt í verðini roynir at undganga at koma í. Vit høvdu eina leiðslu, og høvdu fleiri málmøguleikar at økja um [...] vit at avgera dystirnar ímóti dystarenda. Ein er ógvuliga glaður fyri hesar sigrarnar, har ein heldur, at tingini ikki eydnast so væl, sum tey áttu, men at tað ber heim kortini. Ì dag haldi eg, at vit [...] So vit kunnu siga, at talan var um ein góðan fyrra hálvleik hjá okkum. B71 hevur kanska eina hálva vandastøðu í fyrra hálvleiki, greiðir Mikkjal frá. Mangan verður tikið til í fótbólti, at 2-0 er tann
øll í klæðum, so at siga. Teir sungu um at selja ber, um ein forelskaðan sjónleikara og um at ferðast á onkran serstakan hátt. Sangirnir vóru góðir, og hevði bólkurin framyvir klárað at gjøgnumført hendan [...] veruliga spennandi, og tí ræður tað um hjá teimum at halda fram við menningini og at stíla høgt. Misjavnt MMM Lutakastið hevði lagað tað soleiðis, at næsti bólkurin í røðini eisini var ein, sum hevur andaligar [...] kann væl vera, at tað er eitt sindur politiskt ókorrekt at dáma slíkan tónleik á dagsins prix-palli, men tá ið tónleikurin er so væl spældur og svingar so væl, so verður tað stuttligt at lurta. Einar Jacobsen
hvussu hann broyttist sum menniskja. Her fari eg at halda á fram við at siga frá einum øðrum manni, sum kann sigast at vera eitt klassiskt dømi. Eg havi valt at nevna hann Kenneth. Kenneth er mitt í 20unum [...] dugir sera illa at hugsa abstrakt (at ímynda sær), at loysa trupulleikar ella at meta um tað, hann longu hevur gjørt Kenneth + Frágreiðing: Spyrt tú Kenneth hvat hann helst vil sleppa at gera svarar hann: [...] skil fyri at taka tað. Hann hevur heldur ikki skil fyri at hjálpa sær sjálvum, so hvønn morgun og fleiri ferðir gjøgnum dagin, er hann rennvátur og skitin, tó uttan at starvsfólkið ger annað enn at skifta
Toftir í okkara egnu hús. Ikki kunnu vit siga at alt var so liðugt eftir nútíðar mátistokki, har var ógvuliga mangulfult, men vit halda at tey vóru so hjartans fegin at koma í teirra egna heim. Vit blivu trý [...] 3 ár. Tá tey síðani skuldu byggja inni á Toftum, vildi so illa við, at kona bróður pápa doyði í barsilssong, soleiðis at hann kom at sita eftir við trimum smábørnum, har tað elsta var 5 ár og yngsta nýføðingur [...] síðst á árinum niðri á Ríkissjúkrahúsinum. Mamma hevur sjálv fleiri ferðir sagt, at hon ongantíð roknaði við, at hon fór at smílast aftur, men tíbetur hevur láturin mangan vunnið síðani, hóast smeitin. Lyndið
tað at skaldið drálar uppi yvir landsløgum og gróðri - viðhvørt tykj-ast villingarsom, og hetta seinasta er nettup við til at geva henni dýpd og veldi. Sum onkur minnist, valdi Fróði tann kost at fara [...] mentan-um. Ein kann tí siga um persónarnar í bókini, at teir allir hava langan skugga, daga á einum trídimensjónalum lørifti, so at ein, meðan lisið verður, í heilum fær hug at kveita í eitt annað verk [...] frásøgnin her blivið ov eintáttað, men Tolkien hevur sjáldsamar gávur at halda spenninginum uppi við alsamt at lata landslagið skifta og við at lata tann myrknandi skuggan úr Mordor vaksa um angistarkenslu og
men vit vistu longu, at hesin dagurin var og fór at verða heilt øðrvísi, enn vit vóru von við. Hýrurin var í botni, nívandi sorgin var við at gera um seg eftir skelkin, ið enn sat í kroppinum, og óttin [...] sýntist at bera til. Hon var 16 ár, tá ið hon flutti heiman og til Havnar at ganga í skúla, og 19 ár, tá ið hon varð studentur, og lívsmøguleikarnir lógu púra opnir fyri framman. Tað var ein fragd at hoyra [...] skrivaði um hana. Hjá Ingunn gekk stílur og mentan, kærleiki og dygd upp í eina hægri eind. Einki at siga til, at vit enn sakna hana svárt. Nei, lívið er als ikki tað sama uttan Ingunn. Vit minnast ríku løturnar
skjótt sum seinni hálvleikur var byrjaður, sást, at TB fór at gera meira við tað. Teir vóru meira ágangandi í verjuspælinum, og av tí sama fingu teir meir at arbeiða við fram eftir vøllinum. Og tá sjey minuttir [...] málmann, men í staðin fyri at skjóta beinanvegin valdi Sasha at reka eitt sindur longur inn í brotsteigin, og tá hann so skuldi skjóta, vóru fleiri NSÍ-arar komnir aftur at verja, og skotið, sum nú mátti [...] hevði flaggið uppi. Endin varð, at Kári Hansen fekk gult kort, og so hendi ikki meir. TB-ararnir vildu vera við, at teirra maður bleiv sparkaður, og um so var, átti NSÍ-arin at fingið reyða kortið. Um TB-arin