B71 ¤¤¤
B36 ¤¤¤¤
B71-B36 2-3 (0-2)
0-1 Róaldur Jakobsen (4. min)
0-2 Klæmint Matras (22. min)
1-2 Gudmund Nielsen (51. min)
2-2 Tummas Hans Rubeksen (79. min)
2-3 Jákup á Borg (89. min)
Dysturin var ikki nógv meir enn byrjaður, so lá bólturin í B71-málinum, tá Róaldur Jakobsen við góðum samanspæli við Súna Olsen og Høgna Eysturoy hevði lagt B36 á odda 1-0. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Klæmint Matras við einum stútara, aftaná eitt væl tikið hornaspark hjá Súna Olsen. B36 sat væl og virðiliga á dystinum í fyrra hálvleiki, men dysturin fekk eina brádliga vend við tveimum brotsspørkum til B71. Bert fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Ransin Djurhuus, dómari metti, at Jonas Flindt Rasmussen hevði framt ov harðligt verjuspæl í brotsteiginum. B36-arnir vóru ikki samdir, men brotspark var, og Gudmund Nielsen sveik ikki frá 11 metrum. Tá 11 minuttir restaðu av vanligu leiktíðini dømdi Ransin Djurhuus aftur brotsspark ímóti Jonas Flindt Rasmussen í B36-verjuni. Hesaferð var Tummas Hans Rubeksen settur at skjóta, og hann sendi botnliðið í barónaseingina. Men stutt undan leikloki datt botnliðið úr barónasongini, tá Mahmud Suleiman sendi eina framúr sending til ein blankafrían Jákup á Borg, sum ikki sveik álitið. Áðrenn hetta gjørdist veruleiki hevði Símun Rógvi Hansen í B71-málinum framt størstu bjargingina av mongum, tá hann hegnisliga vardi fyri einum brotssparki hjá Lukasz Cieslewicz.
Stóð nógv á
Annar av venjarunum hjá B36, Mikkjal Thomassen viðgekk aftaná dystin, at tað stóð á gomlum nøglum: - Tað stóð nógv á. Vit komu út í eina støðu, sum ein fyri alt í verðini roynir at undganga at koma í. Vit høvdu eina leiðslu, og høvdu fleiri málmøguleikar at økja um leiðsluna, og so knappliga standa vit við einum javnleiki, tá fáir minuttir vóru eftir, so tað var av sonnum ein rutsjibani. Vit løgdu annars hart út, og vit spæla okkum til fleiri góðar málmøguleikar. So vit kunnu siga, at talan var um ein góðan fyrra hálvleik hjá okkum. B71 hevur kanska eina hálva vandastøðu í fyrra hálvleiki, greiðir Mikkjal frá. Mangan verður tikið til í fótbólti, at 2-0 er tann vandamiklasta leiðslan, og hetta mátti B36 sanna: - Vit gera tvey brotsspørk. Eg síggi so bara tað seinna, sum var eitt klokkuklárt brotsspark. Vit skapa tó fleiri málmøguleikar, men Símun Rógvi í B71-málinum hevur fleiri góðar bjargingar. Hetta tyktist ikki at verða dagurin, har vit skuldu fáa bóltin inn, men í einum góðum álopi, har vit bróta ígjøgnum í vinstru síðu, fáa vit lagt bóltin inn til Jákup sum skorar, greiðir B36-venjarin frá, og hann dylur ikki, at talan var um eina stóra forloysing, tá Jákup á Borg skoraði til 3-2. - Vit kunnu bara fegnast um, at tað eydnaðist okkum at binda um posan tá. Vit hava ikki avgjørt so nógvar dystir til okkara fyrimun ímóti dystarenda. Tað hevur heldur verið øvugt, har vit bæði á Toftum og í Norðragøtu hava fingið dystirnar ímóti okkum. Tá hava mótstøðuliðini javnað ímóti dystarenda, men hesaferð, og seinast ímóti 07 Vestur megna vit at avgera dystirnar ímóti dystarenda. Ein er ógvuliga glaður fyri hesar sigrarnar, har ein heldur, at tingini ikki eydnast so væl, sum tey áttu, men at tað ber heim kortini. Ì dag haldi eg, at vit gera tingini trupul fyri okkum sjálvar, tá ein so kortini sleppur snikkaleysur frá dystinum við trimum stigum, so má ein bara fegnast um tað. Mikkjal Thomassen fegnast eisini um, at B36-hópurin fekk hálvtannað samdøgur á Sandoynni, sum hann metir var ein góð samanristing hjá hópinum, og hann er fegin um gestablídni, sum teimum var sýnt í tí nýggja deplinum í Skálavík.
Harmast um tað mista stigið
B71-málverjin, Símun Rógvi Hansen, sum mong mettu verða tann besta spælaran á vøllinum kundi ikki brúka tað til so nógv, at lið hansara hevði staðið seg væl ímóti oddaliðnum. - Vit megna at venda 0-2 til 2-2, og so skora teir sigursmálið, tá nakrir fáir minuttir eru eftir, og tað kennist ógvuliga tungt hjá okkum. Símun Rógvi viðgongur, at B71 slettis ikki vóru klárir í fyrra hálvleiki: - Í fyrra hálvleiki sita teir á øllum, og tað sá ikki gott út hjá okkum. Eg haldi reint út sagt, at vit skapa ikki so mikið sum ein málmøguleika í fyrra hálvleiki. Vit fáa tó rættað uppá ymiskt til seinna hálvleik, og tá gongur tað munandi betri. Vit javnað, og hava onkra roynd, sum vit kundu havt skorað uppá, men so koppar tað til teirra fyrimun, staðfestir Símun Rógvi Hansen.
Bjartari vónir
Avrikið hjá B71 gevur tó Símuni Rógva Hansen vón um betri dagar hjá B71: - Tað eru nøkur ting í seinna hálvleiki, sum vit kunnu brúka. B36 hevur nógvar málmøguleikar, men vit eru vandamiklir í okkara mótálopum. Símun Rógvi heldur, at teir nýggju mennirnir hjá B71, Gudmund Nielsen, Poul Kjartan Dam, Bakary Bojang og Mikkjal Hentze stóðu seg væl ímóti B36 ígjár, slær Símun Rógvi Hansen fast. Hann gleðir seg eisini til, at Rasmus Nielsen fer at styrkja enn meira um liðið. - Vit mugu royna at trúgva uppá tað. Tað verður torført, men vit skulu bara koma í gongd og vinna nakrar dystir, men tað sær betri út, enn tað hevur gjørt áður, staðfestir Símun Rógvi Hansen. Leygardagin fær B71 møguleikan at hála inn á hini liðini í botnstríðnum, tá spælir B71 nevnliga ímóti KÍ í Klaksvík.
------------
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Meinhard Joensen - Høgni Eysturoy, Jonas Flint Rasmussen, Símun Joensen - Súni Olsen(Kenneth Jacobsen, 89), Atli Danielsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen(Ingi Højsted, 65) - Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz(Mahmud Suleiman, 71)
Á bonkinum: Magnus Emil Poulsen og Heini í Skorini
B71: Símun Rógvi Hansen - Thomas Hans Rubeksen, Bojan Zivic, Allan Tungá, Poul Kjartan Dam – Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Bakary Bojang, Marcus Clementsen(Rúni Joensen, 85) – Tijani
Á bonkinum: Gerhard Páll Lognberg, Jónsvein Thomsen og Rasmus F. Nielsen










