myndugleiki í Tryggingini. Men Umboðsráðið hevur ikki eitt orð at skula hava sagt. Hetta er kjarnin í atfinningunum hjá Schandorff Vang ímóti tí, sum er farið fram í Tryggingarfelagnum Føroyum, seinastu [...] nevndin í Tryggingini sett eini 15%- 20% av ognunum hjá felagnum í ymiskar vinnuligar ætlanir. Tilsamans snýr tað seg um út ímóti 200 milliónunum. ?Men umboðsráðið, sum er ovasti myndugleiki í Tryggingini [...] myndugleiki í felagnum. Sostatt er staðfest, at tað er umboðsráðið, sum er hægsti myndugleiki í felagnum. Men umboðsráðið velur síðani eina nevnd at hava dagliga raksturin um hendi, saman við stjørnini. ? Í oktober
ógvuliga avmarkað, hvør sleppur at virka í vinnuni, tí í slíkum førum fáa vit størri vinning, enn vit høvdu havt í eini frælsari kapping. Dømi um einkarrætt í Føroyum er SEV og Postverkið, men eisini tele [...] fiskiskapur eftir toski í Barentshavinum størri tilfeingisrentu enn fiskiskapurin eftir upsa undir Føroyum. Magni Laksáfoss vísir á, at nakrir skipahandlar í seinastuni hava víst, at í summum, førum er ti [...] størstan áhugan í, at tilfeingisrentan í fiskiflotanum og sostatt avkastið í fiskivinnuni, økist so nógv, sum gjørligt. - Er talan um telesamskifti, ella elprísur, hava vit ikki áhuga í so høgum avkasti
rivalisering millum liðini. Í løtuni liggur tað tó nakað serligt í at vinna StÍF í steypakappingini. Teir hava verið einaráðandi har seinastu árini, men tað má fáa ein enda í finaluni í ár, tá ið vit spæla ímóti [...] na í HM, meðan vit als ikki luttaka í altjóða kappingum, sigur Bárður. Rástyrkin manglar - Royndirnar hjá teimum føroysku leikarunum eru ov fáar. Nú havi eg hugt at HM kappingini í manshondbólti í sjónvarpinum [...] skilja okkum út her einsamøll í Atlantshavinum, samstundis sum øll onnur lond síggja fyrimunir í at taka seg saman í størri eindir. Tað er ein mótsøgn. Vit kunnu ikki útihýsa okkum í norðuratlantshavinum. Bárður
Eidesgaard gjørdist løgmaður í søguligari samgongu. Breiðar samgongur eru sjáldsamar í Føroyum, og ABC-samgongan er ikki roynd áður. Tað var longu greitt til valið í 2002, at kemiin í fullveldissam-gonguni var [...] týðiliga var farin at prutla, helt fullveldis-sinnaða samgongan frá 1998 tó fram, kókaði yvir í 2004, og valið í vár gav okkum ta núverandi samgonguna. Eftir stendur bert eitt: er verandi samgonga vald, bert [...] megnar at bera hesar útbyggingar," at fremja "týðandi samanleggingar í almennu fyrisitingini," at "landið fríger kapitalin, sum er bundin í Føroya Tele, Atlantsflog og Føroya Banka," og "at sjálvstýrismálið
hernaðarluttøku á t.d. Balkan, í Miðeystri og í Afrika. Umframt hetta hevur ES stungið út í kortið eina langsiktaða felags hernaðarætlan, sum Danmark aktivt hevur luttikið í. Sostatt røkist fyri, at danski [...] hesum viðvíkjandi í seinnu helvt av 2003 eftir intensar samráðingar, og semjan um ES-grundlógina er úrslit av einum arbeiði, sum fór í gongd eftir samtyktina av NICE-sáttmálanum afturi í 2001. Semjan fyri [...] ES-grundlógini er ein varði í gongdini og kjakinum um europeisku framtíðina. Longu nú tykist semja vera um innihaldið í uppskotinum til nýggju grundlógina, og greitt er, at fleiri øki í ríkisfelagsskapinum millum
. Tað merkir í míni verð, at uppskotið hjá teimum er meira niðurbindandi enn tað, sum samgongan er komin til. Løgmaður heldur tað vera størsta meinboga í sjálvstýristilgongdini í Føroyum, at man vil hava [...] er tað politikkurin hjá flokkinum. Í hesum samgonguskeiðnum hevur flokkurin tó givið seg til at góðtaka, at vit taka ikki avgerð um fullveldi fyrr enn í 2012. Tað ber í sær, at teir bakka aftur til sína [...] av álvara. Løgmaður skrivaði út val mánadagin, og mánakvøldið brustu formenninir í teimum fýra stóru flokkunum saman í sjónvarpstjaki. Og týsmorgunin legði størsti andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin
Hann kom í fjør til Klaksvíkar at skjóta mál. Hann spældi við í seytjan dystum, men hann var plágaður av skaðum. Tað var hann eisini tíðliga í vár, men nú er hann á KÍ liðnum ? ikki í álopinum men í miðverjuni [...] eru skaddir í senn. Tað er einki at ivast í, at tað hevur kostað okkum í úrtøku á vøllinum, og tað er eingin loyna, at tað kostar fíggjarliga at fáa útlendskar spælarar henda vegin. Ikki minst í ferðaseðlum [...] Tað er sum at spæla í lottarí num. Tú vinnur verri enn so altíð, men tá tú vinnur, kann talan vera um góðan vinning. Jógvan Gregersen, sum fyri stuttum aftur kom í formanssessin í GÍ, kemur við hesi beinraknu
um oljumál Í farnu viku legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður drúgva frágreiðing fyri tingið um oljumál. Hetta er í tráð við at tað í § 44 í kolvetnislógini er ásett, at ??.landsstýrið skal í minsta lagi [...] leiting í nýggjum londum, at leitingarøki javnan verða boðin út, soleiðis at tey kunnu hava eitt støðugt virksemi. Tað er ov tíðiliga at siga nær eitt nýtt loyvisumfar skal setast í verk í Føroyum. Í frág [...] finnast á loyvisøkjunum. Eyðun Elttør vísti í røðu síni eisini á úrslitini frá oljuboringunum í fjør. -Um vit hyggja nærri eftir úrslitinum av boringunum í summar, mugu vit ásanna, at tað ikki gekst heilt
Í farna ári kom út bókin ?Villini súgdjór í Útnorðri?. Bólkurin av lívfrøðilærarum við Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy og við Klaksvíkar HF-Skeiði hevur lisið bókina og loyvir sær við hesum at [...] soleiðis at veruligu tølini síggjast og ikki bara verða søgd í tekstinum. 2.2 Viðvíkjandi nøvnum á dýrum Hvussu skal eitt dýr, ið ikki finst í Føroyum eita? Hetta er ofta ein trupulleiki; men bókin kemur oftast [...] fakligar villur í minst møguligan mun komu fyri - í so prýðiligari og dýrari bókaútgávu! Dánjal Petur Højgaard, Jákup Eyðun Joensen og Kári Purkhús lívfrøðilærarar við Studentaskúlan og HF-Skeiðið í Eysturoy
10 besta fiskiskip í Føroyum, sæð frá fiskimansins sjónarmiði. Christian í Grótinum var úti í 269 dagar í fjør og teir góvu manningini 454.180 krónur í part. Tað gevur 1.688 krónur í miðal um dagin. Næstbesta [...] Vestmenningi 434.157,23 krónur í part fyri 278 dagar í sjónum og tað gevur 1.561 krónur í miðal um dagin. Sostatt vóru heilir 10 partrolarar ímillum tey 19 betu fiskiskipini, í Føroyum í fjør við einum mansparti [...] 28 fyri teirra 292 dagar í sjónum og tað gevur 1.513 krónur í miðal um dagin. Menninir við Jaspis fingu 468.863,31 krónur í part fyri 294 dagar í sjónum, tvs, 1.594,77 krónur í part um dagin. Og at enda