Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður í søguligari samgongu. Breiðar samgongur eru sjáldsamar í Føroyum, og ABC-samgongan er ikki roynd áður. Tað var longu greitt til valið í 2002, at kemiin í fullveldissam-gonguni var ikki longur tann rætta, meðan ABC blandingin tyktist kunna gerast tann mest stabila. Hóast løgurin týðiliga var farin at prutla, helt fullveldis-sinnaða samgongan frá 1998 tó fram, kókaði yvir í 2004, og valið í vár gav okkum ta núverandi samgonguna. Eftir stendur bert eitt: er verandi samgonga vald, bert tí blandingin er tung og stabil, ella hevur ABC?ið sett sær verulig politisk mál?
Løgmansrøðan kann geva okkum ábending um svarið. Fyrsta røðan hjá Jóannes løgmanni var heldur stutt. Men, stuttar røður kunnu vera góðar; heldur smáar røður, ið taka samanum stórar hugsjónir enn øvugt. Við røðu síni gjørdi løgmaður greitt, at hann vil hava "eitt gott land fyri okkum øll," at tað inniber "felags vón um einar góðar Føroyar" og "at útbyggja vælferðarsamfelagið." Hetta krevur bæði "at vinnan við nýhugsan og áræði støðugt megnar at bera hesar útbyggingar," at fremja "týðandi samanleggingar í almennu fyrisitingini," at "landið fríger kapitalin, sum er bundin í Føroya Tele, Atlantsflog og Føroya Banka," og "at sjálvstýrismálið skal gerast søk fyri ta breiðu fjøldina."
Orðini sjálvi vissa okkum ikki um, hvat henda samgongan fer at avrika, orð siga altíð minni enn avrik. Vilja vit vita, hvat hesin løgmaður veruliga hevur uppá seg, mugu vit hyggja at løglistanum, teimum gerðum, sum komnar eru í eyga.
Løglistin er heftur at løgmansrøðuni á hvørjum ári, ein listi við teimum lógum og tiltøkum, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja komandi tingárið. Løglistin er so at siga samgonguskjalið umsett til fyrisitingarmál. Viðhvørt er umsetingin í so fyrisitingarlig, sum tá "fólk" verða kallaði "likamligir persónar" (tvassugt juridiskt hugtak) ella týðandi ætlanir verða nevndar "meginregluligar," (prinsippiellar) - men lat tað fara.
Knappliga 70 lógaruppskot verða fráboðaði í løglistanum, harav bert einstøk higartil eru løgd fram. Tað er framvegis ein ósiður, at lógaruppskot koma ov seint á tingborð - tey flestu av hesum uppskotum fara at koma fram antin beint fyri árslok ella beint áðrenn tingið fer í summar-frí. Henda samgongan átti at sett sær sum mál at lagt uppskotini fram fyrr, so tingið og serliga almenningurin fáa viðgjørt uppskotini nágreiniliga og í góðari tíð.
Sjeyti uppskot - 70 lógir - ljóða av nógvum, men nærri greitt, so eru gott tíggju teirra antin uppskot neyðug vegna altjóða krøv ella dagføringar av ríkislógum, og eini fjøruti antin uppskot arvaði frá undanfarnu samgongu ella á annan hátt tekniskt ella fyrisitingarkend mál.
Flestu uppskot, bæði eftir tali og veruligum nýskipaðum politikki, eigur almanna- og heilsumálaráði. Tann altíð hugaði og ágrýtni Hans Pauli Strøm fer at leggja hesi uppskot fram. Mentamálaráðið og innlendismálaráðið við teimum báðum Jógvan á Lakjuni og á Keldu eiga saman við Hans Paula góða helvt av øllum teimum ætlaðu uppskotunum.
Hyggja vit at teimum punkt-um, sum vit nertu við í áðni, so eru heilt nógv uppskot klár, ið skulu "útbyggja vælferðarsamfelagið," meðan knapt so nógv sæst til vinnuliga nýhugsan og frígerð av landsins kapitali, og minni til betringar og týðandi samanleggingar av almenna sektorinum.
Tríva vit í samanleggingar, so er ein slík fráboðað, sum er rættiliga áhugaverd. Sjómansskúlin og maskinmeistaraskúlin fara at leggja saman. Men samanlegginin tykist vera hend meira vegna tveir skúlastjórar, ið báðir ætlaðu sær frá, enn vegna nakra politiska ella fyrisitingarliga greiðning av almenna sektorinum. Bara tað, at eitt land við 48.000 íbúgvum hevur eitt ótal av hægri skúlum eigur at fáa okkum at hugsa. Hví hava vit bæði fróðskaparsetur, sjúkrasystraskúla, sjómansskúla og maskinmeistaraskúla, læraraskúla og pedagogskúla, heilsuskúla, handilsskúla umframt aðrar hægri skúlar? Svarið er einfalt: tað hava tey í Danmark og - sum eg sjálvur veit av royndum - tað, sum frøðingar læra á donskum skúlum, er at eftirgera danskar skipanir.
Sjálvt ikki tann sjálvbodna samanleggingin av sjómans- og maskinmeistaraskúlunum fekk fram nakað alment ella fakligt orðaskifti um fyrimunir og vansar við at samskipa alla hægri útbúgving í Føroyum. Hvørki fíggjarmálaráð ella fíggjarnevnd hava víst tekin um, at tey duga at síggja antin bygnaðarligar sparingar ella at vit kunnu fáa meira fyri somu pengar við slíkum samanleggingum.
Fyrsti listin
Tann fyrsti løglistin er oftanst tann mest týðandi. Fyrsti løglistin er tann, sum mest sannlíkt verður gjøgnumførdur, og tann, ið fær longstu tíðina at virka. Summar loysnir vilja altíð vera sera ópopulerar Í seinastu samgongu sóu vit, hvussu torført tað var at fáa samgonguna at leggja skatt á grønar keks og taka av stuðulin til "konupengar" (stuðul til menn og kvinnur, ið hava skyldu partvíst at forsyrgja fyrrverandi hjúnafelagar og børn, ið búgva hjá hinum foreldrinum). Henda samgongan kann koma í somu støðu, at skulu leggja øktan skatt á okkurt ella - meiri sannlíkt - at taka av frádráttir ella studningar.
Tey, ið missa slíkar fyrimunir, merkja tað sera meint. Afturfyri leggur tann stóra fjøldin ikki eins nógv merki til, at sersømdir hjá teimum fáu verða avtiknar. Tað, sum verður framt tíðliga í valskeiðnum, verður partvíst gloymt; og partvíst hevur tað víst seg at rigga, sjálvt um summi hildu tað ikki fór at gera tað. Eisini hava fólk sissað seg og hugsað um "tað stóra bílætið" heldur enn bert um sín egna frádrátt ella studning.
Skulu umskipanir fremjast, krevur tað samstarv, samanhald og serstakliga alment samskifti og nøktandi frágreiðingar fyri øll. Sannlíkt er eisini, at nýskipanir og umskipanir skulu fremjast tíðliga í valskeiðnum.
Skattalættin og frígerðin
Tann hemmiligi skattalættin hjá sambandsflokkinum, sum kostaði flokkinum valsigurin, er nú vorðin hold og fer helst at verða samtyktur. Stóri teoretiski spurningurin er, hvat gera fólk, tá skattatrýstið linkar? Fara tey fyrr heim, tí tey tjena tað sama uppá styttri tíð, ella verða tey longur til arbeiðis, tí tey nú sleppa at behalda størri part av lønini? Helst er sannleikin onkustaðni harímillum, í øllum førum fáa frøðingarnir nú nøkur ár at kanna, hvat hendur, tá inntøkuskattatrýstið minkar, veksur búskapurin, hækkar innflutningurin og hvønn veg vendur nú Laffer-kurvan?
Sum tann seinasti av sosialdemokratisku leiðarunum í Norðanlondum hevur nú eisini Eidesgaard viðgingið, at almennar fyritøkur og almennur ognarlutur bindur pengar á óhepnan hátt. Landið eigur Føroya Banka, men tað hevði loyst seg betur, um landið í staðin rindaði aftur lán síni ella bygdi ellisheim ella skúlar fyri hesar pengarnar - og avmarkaði seg til at skatta bankan.
Eitt annað, sum má frígerast, er tíðin hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Freistingin hjá teimum er at gerast "amtsborgmeistarar," ið ganga til hvørt einasta tiltak og hvørja einastu samkomu og halda røðu uppiyvir øllum avrikum og avdúkingum, stórum sum smáum, og halda fund við allar áhugabólkar og borgarar, sum ringja og gremja seg.
Samanumtikið
Henda samgongan kann enn avrika at gera landið betri fyri fleiri og sameina føroyingar. Tað ber til at brúka øll tey teknisku ella arvaðu uppskotini til miðvísar betringar. Hetta krevur, at landsstýris- og tingfólk kýta seg at laga tey fyrireikaðu uppskotini til samgonguskjalið og til aðrar broytingar og betringar, sum semja kann fáast um.
Tíverri er skipanin hjá okkum soleiðis, at trupult er hjá andstøðuni at fyrireika seg og hava lógaruppskot klár, tá hon endiliga kemur framat. Javnaðarflokkurin fyrireikaði okkurt uppskot í farna valskeiði, men ov trupult var at hava ein heilan løglista til reiðar.
Rættari og betri var, at løgtingsskrivstovan eins og fyrisitingarstovnar høvdu skyldu at hjálpt andstøðuni við lógaruppskotum, tí so høvdu bæði javnaðar- og sambandsflokkurin kunnað roynt uppskot síni longu í farna valskeiði, kunnað fingið viðmerkingar og viðgerð av teimum, og so lagt tey fram nú, meiri fullfíggjaði og fyrireikaði.
Skipanin hjá okkum ger, at politisku hugskotini nýstani nú skulu umsetast til fyrisitingarligar arbeiðsbólkar, og tey gerast ikki lógaruppskot fyrr annað ella triðja tingárið hjá samgonguni - og tá kann tað vera ov seint.
Tað mest spennandi í ólavsøkurøðu, frágreiðing og løglista, var helst lyftið frá løgmanni um at samskipa arbeiðið at gera politikk til lóg. Megnar løgmaður at økja ferðina í tilgongdini frá politikki til lóg uttan at verra viðgerðina og almenna orðaskiftið, so kann henda samgonga veruliga megna at gera landið betri fyri øll.