Klaksvík, er eitt øki í landinum, sum í løtuni hevur stóran tørv á at verða styrkt, skrivar Sjálvstýrið í Norðoyggum. Felagið vísir á, at vinnulívið í Klaksvík hevur tørv á beinleiðis atgongd til av- og áskiping [...] Nú Føroya Løgting hevur samtykt at bjarga Smyril Line undan húsagangi, heitir Norðoya Sjálvstýrisfelag á tingið um at gera Norðhavnina í Ánunum til heimstað og fast atløgupláss hjá Norrønu. - Við hesum [...] landið. Norðoya Sjálvstýrisfelag heldur, at Føroya Landsstýri sum høvuðspartaeigari í Smyril Line nú hevur ein góðan møguleika at vísa, at samgongan meinar nakað við tað, sum stendur í samgonguskjalinum.
landsstýrismaðurin, at tað er púra burturvið at føra fram, at samgongan bara hevur raðfest hørð virði. Hann sigur, at neyvan hevur nøkur samgonga raðfest skúla og almanna- og heilsuverk hægri enn henda samgongan [...] vera foreldur at brekaðum barni. Jógvan á Lakjuni viðgongur, at viðlíkahald av almennum bygningum hevur havt eitt eftirsleip líka síðani kreppuna. - Eg visti ikki, at tað var so galið við lekum á skúlanum [...] sum hon verður lýst, sigur lansstýrismaðurin. Hann gleðist um tað, sum er hent á økinum, meðan hann hevur verið landsstýrismaður. Nýggj lóg er gjørd fyri skúlan á Trøðni, og skúlin er skildur frá sernámsdeplinum
Leitinum, stjóri í Samskipum, er harmur um støðuna, sum hevur tikið seg upp, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki longur vil avgreiða skip, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit greiða frá í greinini, sum nevnist: [...] nokta fyri at avgreiða skipini. Joel undir Leitinum sigur, at tað, sum manglar, er, at vinnumálaráðið hevur forsømt at sett eina kunngerð í gildi, sum heimiðlar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at seta tær neyðugu [...] vitað av í fleiri ár og eg haldi, at orsøkin til, at vit nú koma í hesa støðu, er, at vinnumálaráðið hevur ligið sjóvarfallið av sær ístaðin fyri at avgreiða málið í góðari tíð. Les eisini greinina “Vandi
úr teimum heitaru londunum. Bókin mennir evnini at eygleiða og hevur lættan tekst og orð, sum stimbra undir málið. Eyðna Magnussen hevur týtt Djórabørn, sum er 32 bls. og kostar 75 kr. -- “Víkingarnir [...] klókari. Bókin er skrivað til óvitar, men kann saktans lesast av bæði ungum og gomlum. Regin Debess hevur týtt bókina, sum er 54 bls., innbundin og kostar 150 kr. -- Anselmo-barnahermaðurin Bókin er ætlað [...] alla vón. Søgan er í stuttum um tann drúgva, torføra vegin aftur til friðin. Jacob Meinhard Sólbjørg hevur týtt bókina, sum er 192 bls. og heft við klaffum. Hon kostar 150 kr.
Susanne Brattaberg, sum aftur hevur sangvenjing í Vági. Susanne er týsk og er gift við operasangaranum, Rúna Brattaberg, sum er úr Vági. Susanne er útbúgvin í Amsterdam og hevur sungið fleiri kendar opera-ariur [...] helst einki land í heiminum, ið hevur so nógvar popp-rock og aðrar bólkar sum Foroyar. Hetta sama er eisini við kórunum. Tað er neyvan nakað annað land í heiminum, ið hevur so nógv kór sum Foroyar í mun
eftir at Heðin D. Poulsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur viðgjørt málið um stuðul til flokkar og valevni, at Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið málið upp. Kári P. Højgaard, formaður í flokkinu sigur [...] sigur, at tað er fyri at tryggja gjøgnumskygni og virða tey demokratisku aðalmálini, at flokkurin hevur avgjørt at upplýsa stuðulin til flokkin og útreiðslurnar av valstríðnum. - Tá ongar reglur vóru galdandi [...] gongd, ið er ring at venda. Sjálvstýrisflokkurin vil í øllum førum tryggja veljarum gjøgnumskygni, og hevur tí tikið hetta stig, sigur Kári P. Højgaard. Sjálvstýrisflokkurin fer til næsta val at seta sum øllum
men eitt sindur minni enn eitt flogfar á einari landingarbreyt. Men Ferguson hevur rætt, at United-áskoðarafjøldin hevur nógv at læra av øðrum heimaáskoðarum. Sunderland best Hóast tað einki stendur til [...] Alex Ferguson hevur givið áskoðarafjøldini á Old Trafford av grovfíluni. Tá Manchester United leiktu sín heimadyst ímóti Birmingham City, tók Ferguson til orðana, at tað mest av øllum minti um eina jarðarferð [...] til ítróttarliga hjá Sunderland, so er rómurin stórur á Stadium of Lights. Sunderland hevur eitt meðal áljóðandi 129,2 desibel. Hetta er á markinum til pínslu fyri menniskjaliga oyra. Av teimum fýra o
útskiftir. Sagt verður um bólkin, at hann ongatíð hevur spælt so væl sum síðani teir báðir nýggju limirnir vóru innlimaðir. Sølan av nýggju útgávuni hevur verið so sum so, men ummælini hava øll verið góð [...] sum roynir seg sum sangskriva, meðan bróðurin Liam, fyrst og fremst er at rokna sum sangari. Tað hevur mangan verið buldraligt í Oasis. Ofta hava verið samanbrestir millum teir báðar brøðurnar, sum hava [...] sínamillum. Teir hava í enskum bløðum ofta verið endurgivnir fyri at spilla hvønn annan út, men altíð hevur tað rætta seg aftur. Frammanundan seinastu útgávuni hjá bólkinum, sum nevnist Standing On The Shoulders
slíkan ágang. Serliga er tað hesa ljósu tíðina, fólk gera um seg, sigur skógfútin. Um vikuskiftið hevur onkur verið og gjørt seg inn á beinkirnar í viðalundini í Havn. Teir vóru allir samlir tveittir í [...] eindømi, sigur skógfútin. -Tað síggja vit ofta, serliga hesa ljósu tíðina, tá veðrið er gott. Onkuntíð hevur tað verið verri, en tað var hesaferð. Men tað er líka sárt hvørja ferð fyri tað, sigur hann. Tróndur [...] Tróndur Leivsson, skógfúti, harmast serliga um fuglin, sum júst nú er serliga viðbrekin, nú tað hevur verið so turt. Til dømis eru dunnurnar við at koma við ungum, og tær hava at kalla ongastaðni at fara,
góðari barnaansing. Børn á bíðilista Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, sigur, at kommunan higartil hevur gjørt nýtslu av hesum loysnum í barnaansingini: - Vit hava uppnormerað dagrøktina til 65 børn; hon [...] stovn til 35 børn, skipað útibarnagarð til 25 børn; har eru í løtuni 23. Hann vísir á, at kommunan hevur keypt gamla B68-húsið til barnaansing. - Men hóast øll hesi stig eru tikin, er tørvurin kortini ikki [...] eisini hølistrupulleikar og ov fáar dagrøktarar. Varaborgarstjórin sigur, at Nes kommuna í seinastuni hevur viðgjørt málið um barnaansing, og fleiri møguleikar hava verið frammi um, hvussu núverandi trupulleikar