Játtan
Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, er ikki samdur við formanninum í Giktafelag Føroya, Leilu Solmunde og dagliga leiðaran í MBF, Onnu Suffíu Durhuus, um, at hann hevur skert fíggjarligu møguleikarnar hjá meginfelagnum og tess limafeløgum í ári teirra brekaðu.
Størri játtan
- Í ár hevur MBF fingið 500.000 krónur aftrat teimum 900.000 krónunum, sum meginfelagið fær á fíggjarlógini. Haraftrat setti eg í samband við ár teirra brekaðu ein stýringsbólk, sum fekk 300.000 krónur at ráða yvir. Hesin peningur er ætlaður til nýtslu á grasrótastøði, sum Páll tekur til. Tað merkir, at fyritøkur og felagsskapir - og harvið eisini MBF og tess limafeløg - hava kunnað søkt um pening úr grunninum til ymiskt tiltøk til tess at varpa ljós á tey sjúku og brekaðu í samfelagnum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at samlaða játtanin í hesum ári til endamál, sjúkum og brekaðum at gagni, tískil er økt við 800.000 krónum - og ikki skerd við 500.000 krónum, sum ført hevur verið fram.
- Eg haldi, at tað bert kann skapa ringan stemning at síggja viðurskiftini so einfalt, sum málið um játtanina til MBF er gjørt til.
Páll vísir á, at sambært fíggjarlógaruppskotinum fær MBF somu játtan komandi ár, sum felagið hevur fingið í fleiri ár.
- Við teirri fíggjarlóg, vit hava og teimum útlitum, sum eru, noyðist eg sum landsstýrismaður at fyrihalda meg til tey fakta, sum eru. Eitt er, hvat vit øll kunnu droyma um. Annað er veruleikin, soleiðis sum hann er. Tiskil verður játtanin til MBF komandi ár tann sama, sum hon hevur verið seinastu árini.
Hann vísir á, at tann skerjing, sum er á hesum øki, er sambært
fíggjarlógarupskotinum ein 2% skerjing av játtanini til Javna og Sinnisbata, sum beinleiðis eru á fíggjarlógini.
Ein hattur
- Eg havi nevnt møguleikan, at øll feløgini undir MBF koma undir ein hatt fíggjarliga, soleiðis at tey einstøku feløgini eisini fáa ein fíggjarligan styrk. Í slíkum føri havi eg eisini sagt meg sinnaðan at arbeiða fyri eini samlaðari øktari játtan.
Landsstýrismaðurin heldur, at samhaldsfesti millum feløgini hevði verið betur, um tey vóru undir einum ?hatti", sum tók sær av at tala søk teirra sjúku og brekaðu.
- Eg eri annars væl nøgdur við tað góða arbeiði, sum hesi feløg - hvør í sínum lagi - gera til tess at betra um umstøðurnar hjá teimum sjúku og brekaðu. Hetta arbeiði virðismeti eg høgt, sigur landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu.