Hjálpitólarmiðstøðin er nógv batnað

Fyrr tók tað útvið tvey ár at fáa svar upp á umsóknir til Hjálpitólarmiðstøðini. Nú er nógv betur stætt, vísa hagtøl hjá Almannastovuni. Fleiri fólk og broyttar mannagongdir hava hjálpt, sigur Palli Mortensen, leiðari á HTM

Hjálpitólarmiðstøðin hevur javnan staðið fyri skotum, tí fólk, sum eru komin illa fyri, hava bíðað í áravís eftir svari uppá, um tey kunnu fáa hjálp. Men nú er vend komin í.
Hjálpitólarmiðstøðin hevur av álvara tikið sær um reiggj, vísa hagtøl, sum Almannastovan hevur handað Fíggjarnevndini hjá løgtinginum í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina.
Samanumtikið vísa tølini, at avgreiðslutíðin styttist munandi, sigur ein errin Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni. Og tølini tala fyri seg.
Taka vit eitt nú umsóknir um bil, so tók eitt mál, sum byrjaði í 2000, heilar 72 vikur at avgreiða í miðal. Tað er hálvt annað ár! Í 2001 vók tað uppaftur longri tíð ? heilar 89 vikur. So fór at ganga rætta vegin. Í 2002 tók tað 54 vikur, og higartil í ár hevur tað tikið í miðal 21 vikur hjá fólkum at fáa svar uppá eina umsókn um bil.
Palli Mortensen, leiðari á Hjálpitólarmiðstøðini sigur, at tey eru óalmindiliga glað og errin um tølini.
? Broytingin kemur fyrst og fremst av, at vit hava sett fleiri fólk. Í 2001 arbeiddu 6,5 fólk á Hjálpitólarmiðstøðini. Í dag eru 13 fólk til arbeiðis, og tað ger stóran mun. Harafturat eru vit farin at raðfesta frá 2002, so vit avgreiða málini øðrvísi. Vit hava sett nøkur snar- og bráðmál, og tey vera skjótari avgreidd, sigur Palli Mortensen.
Verður hugt at øðrum økjum, so er talan um somu gongd sum við bilunum. Eitt íbúðarmál, sum byrjaði í 2000, tók í miðal 80 vikur. Tann avgreiðslutíðin er lækkað við 63 vikum, tí nú tekur tað 17 vikur at avgreiða íbúðarmál sambært tølunum hjá Almannastovuni. Sjónmál eru lækkað úr 17 niður í 8 vikur, og vanlig mál eru lækkað úr 25 niður í 13 vikur eftir fýra árum.
Frá 2002 eru mál bólkað í bráð- og snarmál, og tí eru hagtøl ikki tøk fyri hesar málbólkarnar áðrenn. Men annars vísa tølini, at snarmál nú taka 5 vikur at avgreiða og bráðmálini 4 vikur. Í roynd og veru er avgeiðslutíðin á hesum økjum uppaftur skjótari, enn tølini vísa, tí tey vera ikki altíð skrásett beinanvegin.
Tølini skulu yvirhøvur takast við ávísum fyrivarni, sigur almannastjórin fíggjarnevndini, tí í tíðarbilum hevur journalin ikki verið serliga væl virkandi, og tí er gingin long tíð, frá tí at eitt mál í veruleikanum er avgreitt, til tað er endað elektroniskt. Mál verða ikki endað dagliga, og ávirkar hetta eisini tølini skeiva vegin.