Oddagrein· Aftur ein ivasam avgerð í SEV!

Sum vit gjørdu vart við fyrr í vikuni, so tók umboðsnevndin hjá SEV eina týðandi avgerð á fundi fríggjadagin. Nevndin samtykti at byggja út vatnorkuna í Eysturoynni. Hetta er triðja úbyggingin í Eysturoynni og byggistigið kallast - eftir verkætlanini frá 1978 - Eiði 2. Tað gongur úr Svínáum suður til Selatraðar og er ætlað til 150 mió.kr. Talan er tí um tvey týðandi viðurskifti - at byggja út vatnorkuna og gera íløgur fyri 150 mió.kr.

Lat okkum endurtaka, at í prinsippinum taka tey flestu undir við, at vit skulu leggja dent ávarandi orkukeldur. Tær eru t.d. vatn, vindmegi, alduorka og tann nýggja orkukeldan - vetni, sum íslendingar hava ment og hava roynt í bussum
síðani í vár.

Nú er vatnorkuverkætlanin í samband við Eiðisverkið nógv umrødd - tugt
og tanlað, vil onkur kanska vera við. Men hyggja vit avbyrgt eftir hesum
byggistiginum, so fekk umboðsnevndin ikki tilfarið fyrr enn nakrar dagar
undan umboðsnevndarfundinum. Tað merkir, at eftir fáum døgum skuldu
nevndarlimir kunna seg um hesa stóru útbyggingina og kanska tosa við
aðrar serfrøðingar enn "ta sonnu" serfrøðina í SEV.

Tað er ígjøgnum umboðsnevndina í SEV, at demokratiið í SEV skal
tryggjast. Tá demokratiskar avgerðir skulu takast, skulu tær hvíla á
dyggari avgerð, har allir spurningar viðvíkjandi málinum verða
endavendir. Spyrjast kann, um viðgerðin hevur verið nóg dygg, tá tíðin
frá framløgu til samtykt bara er ein vika ella báðar tvær? Og hava aðrir
serfrøðingar verið í viðgerðini?

Vit skulu eisini minnast til, at umboðsnevndin umboðar teg og meg -
okkum í teimum føroysku kommununum - og nevndin hevur ábyrgdina av, at
okkara mánaðarliga gjald fyri streym verður brúkt á rættan hátt, eisini
tá tað snýr seg um framtíðina. Staðfestasr kann, at tað eru rættiliga
nógvir SEV-brúkarar, sum ikki hóva mannagongdir í SEV og framferðina í
hesum máli.

Men eftir demokratisku meginregluni ræður meirilutin, vil onkur siga.
Víst so, men er meirilutin drigin upp á tráð? Hevur hann havt fleiri
alternativ at taka støðu til? Harafturat eru fleiri spurningar reistir
seinastu tíðina. T.d eigur SEV ikki at fara longur niðan í hæddina -
niðan í 300 metrar, sum FNU hevur mælt til? Harafturat hava lívfrøðingar
rópt varskó, tí umhvørvisárinið er ikki nóg væl kannað!

Harafturat er spurningurin, um SEV ikki átti at bíðað, til vit fingu
staðfest, hvussu nýggju vindmyllurnar í Vestmanna roynast, og hvussu
nýggja vindmylluroyndin hjá SEV fer at vignast. Vit vita, at SEV hevur
ikki álit á alternativum orkukeldum, m.a. tí at SEV altíð skal kunna
veita streym - undir øllum viðurskiftum. Men haðani og til at seta føtur
í spenni móti allari nýskapan er eitt so stórt gap, sum umboðsnevndin
ikki eigur at kunna góðtaka í hesum tíðum, tá alternativar orkukeldur
vinna alt meira fram. Latið okkum tosa ærliga og opið um hetta, latið okkum fáa eitt alment orðaskifti um tað. Betur seint enn ongantíð.

Sosialurin