Tekiska Skúla fyri teirra leiklut í hesum sambandi. Næmingarnir fingu í novembur mánaða til uppgávu at smíðað eina nýggja brúgv yvir um ánna, eftir at tann gamla varð oyðiløgd av áarfloyminum í septembur [...] av viðarlundini úti í Grøv. Gamlir menn vita at siga frá, at ongantíð áður hevur so nógv vatn staðið í ánni, og hetta førdi eisini við sær, at ein stórur partur av áarbakkanum hvarv í øllum regninum. Eisini [...] borgarstjóranum hendan dagin. Sjálvtøkuborð í Móður Náttúru Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvík, helt eina lítla røðu um alt arbeiðið, sum lagt hevur verið í viðarlundina seinasta árið. Og eingin ivi
verða sendar til børn í Rumenia. Hetta 13. árið, at føroyingar taka lut í átakinum, og hevur tað voksið so mikið í vavi, at tað í dag er umleið tíggjundi hvør føroyingur, ið luttekur í átakinum. - Fyrsta [...] koma av og á takkarbrøv, men tað er serliga frá børnum, ið búgva í býum og har fátækadømi ikki er eins stórt. Tey hava møguliga gingið í skúla, lært at lesa og skriva og búgva nærhendis eitt posthús, so tey [...] var í 2003, tá Lívdin var einsamøll um tað. Tá savnaðu tey umleið 300 eskjur. Nú savna vit umleið 5.000 skógvaeskjur hvørt ár, og er tað mær vitandi eingin samkoma ella kirkja, ið ikki tekur lut í hesum
hava uppbrúkt dagarnar, tey høvdu rætt til í skipanini. - At longu higartil í ár eru 94 fólk dottin úr ALS, og eini 84 afturat í ár eru í vanda fyri at enda í sama bólki, fáa tey ikki eitt arbeiði, innan [...] lúka treytirnar fyri at vera í ALS, verða sostatt ikki uttan víðari skrásett nakrastaðni. Ein bólkur, sum heldur ikki verður skrásettur, eru ung, sum eru liðug at ganga í skúla, men enn ikki hava forvunnið [...] Skuggatølini fyri veruliga arbeiðsloysið í Føroyum, eru tíverri sera høg. Tað vísa svarini uppá spurningar frá undirritaðu til Jóhan Dahl, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum. Øll fegnast vit um,
pláguni, at tey hava tikið málið í egnar hendur. Tì verða øll børnini kembaði ein ávísan dag fyri at tálma pláguni. Í høvuðsstaðnum er onkur stovnur, sum nýtir høvi í dag, nú stóri lúsadagurin er, at gera [...] hárið og leggja líka í, millum annað hvørja blóðtypu tú hevur, sigur hann. Vaksin sleppa heldur ikki undan, og tí mælir hann til, at um ein í familjuni hevur fingið lús, eiga øll í familjuni at kemba seg [...] til, at børn eru heima, inntil foreldrini eru vís í, at tey ikki longur hava lús. Børn, sum hava lús, skulu viðgerast, áðrenn tey verða send aftur í skúla ella á stovn. Og um nakar skuldi ivast, so eru tað
Universitet. Í 1957 kundi hann virka sum skúlasálarfrøðingur. Eisini lærdi hann til talulærara, og tað kom væl við hjá teimum deyvu, sum vóru í Føroyum. Tá sluppu tey frá at fara til Danmarkar í skúla, so hetta [...] 2002. Tá skúlin byrjaði í 1962 vóru seks næmingar og bert tveir lærarar. Lærararnir vóru Ditlev og kona hansara Margit. Ditlev varð útbúgvin lærari í 1946 og var hann lærari í Leirvík frá 1946?1950. Seinni [...] ferð. Seinast eg var inni á gólvinum var í juli mánaða og tá var hann á fótum, men hann læt einki at. Hann segði, at hann tók bara ein dag í senn og at alt stendur í Harrans hondum og hann setti sítt álit
eg síggi hetta orðið. Tá eg gekk í skúla á Strondum fyri 30 árum síðan var hetta orðið ikki til, ikki har inni í hvussu er. Síðan Florence Nightengale gekk við lampuni í Krimkrígnum fyri 150 árum síðan [...] og í vanligari tala mugu vit eisini røða um serdeildarsjúkrarøktarfrøðingar, ja, og her í seinasta orðinum vóru 31 bókstavir. Er orðið sjúkrasystur ikki nóg gott, lat okkum so stytta tað niður í systur [...] málið líðir last av teimum sum misbrúka tað, og viðhvørt serliga av teimum sum í bestu meining royna at bøta upp á tað. Í Sosialinum týsdagin nakað aftan fyri síðuna, har »Todøe« fekk sína Andreu, síggja
næmingarnir eru hvønn hósdag í Klaksvík í skúla, og tí sleppa vit okkum bara avstað longu í dag. So kann Bjørg sleppa í svimjihøllina eina løtu, meðan eg geri nøkur ørindi í býnum. Og síðani fara vit norður [...] aftur um kvøldið. - Nei, vit hava so einki at klaga um í hesum sambandi, staðfestir Aslaug. Ganga í tunli Aslaug í Norðnástovu hevur búð her í Mikladali í nærum fjórðings øld, og hevur dámað væl her. - Jú, [...] farin beint av 2 henda mikudagin í farnu viku, og Aslaug er so smátt farin at gera ein drekkamunn kláran til yngstu dóttrina, Bjørg. Bjørg gongur í 4. flokki í Mikladals skúla, ið liggur beint hinumegin ánna
sín lesnaða til lærara á Føroya Læraraskúla í 1977. Elsebeth bleiv lærari á Eysturskúlanum í Havn og var har í eitt ár. Síðani varð Elsebeth sett sum lærari í heimbygdini Vági og er har enn. Síðsta ár bleiv [...] hon kom at búgva her í Vági. Elsta systur okkara Jona býr í Køge og yngsta systurin Majbritt býr á Oyri. Umframt okkum 4 systrar eru 3 brøður, Óli, Julius og Magnus, sum allir búgva í Vági. Elsebeth og Eivind [...] og Hans, bæði vóru úr Fámjin. Elsebeth og Eivind áttu eisini hús í Fámjin og búðu har eitt skifti. Elsebeth og Eivind vóru fleiri ár í Grønlandi og fingu har vinfólk fyri lívið. Har varð eisini dótturin
okkara borgarum í 2020. Sama skil í Hesti Sama kann sigast um tey í Hesti, sum hevur eina niðurlaðaða leið, har tilkalling er til allar túrar, so tað ikki longur kann lítast á, at tíðirnar í ferðaætlanini [...] at búgva í Hesti og røkja eitt vanligt arbeiði ella skúlagongd inni á fastlandinum, tí fyrraparturin er hálvgum liðugur, áðrenn hestfólk eru komin yvir á Gomlurætt og til arbeiðis ella í skúla. Samferð [...] na til fulnar. Ferð eftir ferð eru broytingar í ferðaætlanini, tí Ternan verður tikin burtur til aðrar leiðir ella eftirlit, og tá er tænastustøðið ikki í nánd av tí, ið tað átti at verið. Sannast má,
vit hava einki at hava sjálvstýri í akkurát nú. Hetta er heilaspuni hjá sjálvsstýrisfólki. Sjálvsstýri skal nokk koma tann dagin tíðin er búgvin, men tað er hon als ikki í dag. Talan er um eitt fuppnummar [...] fuppnummar. Taka vit sjálvsstýri nú, eru vit samstundis rabundus. T. v. s. í klørnum á kreditorunum. Hevur nakar hoyrt um hetta fyrr- at vera í klørnum hjá kreditorunum - Fiskavirking Og tó! vit kunnu fáa sjálvstýri [...] sjálvstýri uttan at fara rabundus! Og tað er her lykilin liggur. Lykilin liggur í einari ætlan fyri sjálvstýri. Ikki í einari hovsasjálvsstýrisætlan. Mangt bendir á, at menn ikki hugsa seg um, men bert taka