Kollafjørður á breddan

Jákup Dam
---

Eg havi valt at stilla upp til kommunuvalið, sum verður um ein lítlan mánaða. Ætlananin hjá mær er sjálvandi at verða valdur í býráðið í Tórshavn, tí at eg haldi tað vera av stórum týdningi fyri Kollafjørð at hava umboð í býráðnum, sum býr í Kollafirði og tí veit, hvat rørir seg millum fólkið í bygdini. Verði eg valdur, so ætli eg mær at fara postivit til verka og veruliga arbeiða fyri teimum málum, sum eg haldi vera týdningarmikil fyri menningina av bygdini.
Eg ætli, at rødd mín skal umboða fólkið, ið býr í Kollafirði, og hon skal hoyrast í býráðnum. Harafturat ætli eg mær í tøttum samstarvi við komandi kollfjarðanevnd at fáa gongd í tey mál, ið fara at gera tað betri og liviligari at búgva í Kollafirði. Eg fari at arbeiða fyri, at fólkið í Kollafirði fær somu kor og somu tænastur sum fólkið í sjálvum høvuðsstaðnum.
Hóast eg serliga ætli mær at taka mær av teimum málum, ið viðvíkja Kollafirði, so fari eg sjálvandi eisini at gera alt fyri at fáa loyst tey mál, ið gera Tórshavn til ein enn betri bý at búgva í – og ein høvuðsstað, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av.
Tað eru í løtuni serliga nøkur mál, ið eg brenni fyri at fáa loyst. Eg fari í komandi greinum at lýsa hesi mál nærri.
Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga umboðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á Lista E.