Jákup Andreasen, skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum
Og tað er okkurt sum haltar eftir mínum logikki. Er tað nøkur rímiligheit í, at arbeiðsumstøð-urnar í nógvum førum versna munandi, tá næmingurin fer úr fólkaskúlanum og byrjar á mið-námsstigi?
Støðan í dag
Taka vit støðuna í dag og byrja í Suðuroy, so er talan um tveir skúlar - Studentaskúlan og Almanna- og Heilsuskúlan. Annar av hesum skúlum húsast í einum gomlum posthúsi og hin í einum sethúsum. Her er ein glotti at hóma, tí nakrar milliónir eru settar av til bygging av einum nýggjum studentaskúla í ár.
Í Havn hava vit tekniskan skúla, studentaskúla og handilsskúla. Tekniski Skúlin húsast í nøkrum barakkum Úti á Fløtum. Studentaskúlin er ov lítil og niðurslitin, og Handilsskúlanum manglar eisini pláss.
Fiskivinnuskúlin er eisini ein sethúsaskúli í trimum ymsum sethúsum. Tvey av húsunum eru leigað og kunnu sigast upp við stuttari freist. Skúlanum manglar skúlastovur og serstovur og minnir kanska mest um eina fyribilsloysn í einum "krígsherjaðum øki".
Studentaskúlarnir og Handilsskúlin á Kambsdali vóru bygdir fyri ikki so nógvum árum síðan, og eru helst teir einastu, sum lúka nútíðar krøv.
Í Klaksvík er eisini ein Tekniskur Skúli, og eftir hvat skilst av skriving í bløðunum herfyri, so manglar skúlanum bæði skúlastovur og serstovur.
Nakrir av skúlunum hava næmingaíbúðir knýttar at skúlunum, men í flestu førum er talið av íbúðum alt ov lítið til at nøkta tørvin. Nakrir av skúlunum hava als ongar næmingaíbúðir t.d. Fiskivinnuskúlin. Avbygdanæmingar mugu klára seg sum best ber til.
Men hví verður onki gjørt við at bøta um hølisviðurskiftini? Seinastu landsstýrismenninir í skúlamálum hava sitið so stutt, at teir eru burtur, áðrenn teir hava framt nøkur politisk avrik. Ein onnur forkláring er, at upphæddir, sum eru játtaðar til íløgur í miðnámsskúlar, eru so smáar og smá-býttar, at tær ikki kunnu brúkast til nakað sum helst.
Ráð til nýggja landsstýrismannin
Væntandi fáa vit ein nýggjan landsstýrismann í skúlamálum í næstum. Míni ráð til hann eru hesi: Ger tær eina skjóta meting av hølisviðurskiftunum hjá miðnámsskúlunum kring landið. Far ikki undir alt í senn, men set upphæddir av, sum muna nakað, til nýggjar skúlabygningar, har tørvurin er størstur. Ger eina rað-fest--ing og eina tíðar- og íløguætlan fyri, hvussu allir miðnámsskúlarnir kunnu dagførast innan eitt rímiligt ára-mál.
Eftir mínum tykki mugu tey dýru og pompøsu projektini bíða, til olja er funnin. Annars verður ongantíð komið á mál!