greitt, at hetta fer Løgtingið ikki at samtykkja. Rættarnevndin hjá Løgtinginum, sum hevur viðgjørd málið, er nevniliga fullsamd um at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Tey vísa á, at valdsbýtið [...] lagt uppskot fyri Løgtingið um at tinglimir, sum vórðu valdir í landsstýrið, skuldu ikki tvingast at siga løgtingssessin frá sær, soleiðis sum skipanin er nú. Tað merkir, at taka ávís mál seg upp, sum eitt [...] atkvøðum, siga teir báðir í Miðflokkinum. Teir halda, at hetta skeiklar valdsbýtið ov nógv. Teir hava eisini víst á, at tað kemur meiri enn so fyri, at tey, sum taka sæti á tingi fyri landsstýrisfólk, hava
greitt, at næsta stig var at fáa til vega eldravinarligar íbúðir, so at tey, ið enn kunnu búgva heima við røktarstuðli frá heimatænastuni, hava eitt alternativ til røktarheim. Allar kanningar siga, at tey [...] heima, og uppgávan er tá at gera nýggja heimið hóskandi til umstøðurnar. Líka síðan havi eg arbeitt fyri at fáa ein íbúðardepil til eldri her í Tórshavnar kommunu, men strilti gongst at fáa býráðið við. Tó [...] døgnið. Ein íbúðardepil hevur harumframt tann fyrimun, at til ber at hava fleiri felagsfunktiónir bæði útiøki og felagshús, har til ber at eta saman, hava samkomur, ítriv, venjingar v.m. Sum kommununa við
ikki eru konfirmerað, atgongd til at sleppa til altars. Í kirkju okkara er tað ikki eitt krav, at tú skalt konfirmerast, men eitt tilboð. Tó ber til at siga, at so at siga øll, sum hoyra Fólkakirkjuni [...] men einki er til hindurs fyri, at eisini vaksin kunnu konfirmerast. Tað liggur í sjálvum innihaldinum í fermingini, at ikki ber til at verða konfirmerað uttan fyrst at verða doypt. Tí mega tey, sum vilja [...] einhvørjari orsøk ikki vórðu fermd, sluppu ikki at ganga í hjúnalag ella at standa faddur undir barnadópi. Hetta varð sum kunnugt broytt, sum tíðin leið. Vanligt er, at børnini eru um 13-14 ára aldur, tá tey verða
Hon førdi fram, at vit nýta einans hyggja at, hvat Sea Shepherd hevur gjørt áður, fyri at vita, hvat tey ynskja at gera í Føroyum. - Ferð eftir ferð hava umboð fyri Sea Shepherd sagt, at tey gera tað, sum [...] Hesselberg nýtti nógva tíð í rættinum at prógva, at tað er eyðsæð, hvat endamálið hjá Sea Shepherd er í Føroyum. Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd vísti á, at hvørgin teirra, sum vóru handtikin á [...] Hesselberg vísti eisini myndir, sum vísti, at Sea Shepherd áður hava nýtt harðskap í fleiri førum í átøkum runt um heimin. Hon helt tí, at eingin ivi eigur at vera um, hví tey fýra vóru í Bø, tá tey vóru
varð hildið vera neyðugt at fáa fleiri pengar til at knýta bygdirnar saman í eitt vegakervi. Søgan sigur okkum, at ikki øll vóru so ovurfegin um vegirnar. Fleiri ræddust snøgt sagt at gerast arbeiðsleys, tá [...] kann vera áhugavert at lesa um, hvat ein partur av Føroya fólki í gomlum døgum helt um flutning við hestavogni og hjólbøru. Tað var um næst seinasta aldarskiftið, at áhugin kyknaði at útbyggja landið. Í [...] sínari tíð fyri arbeiðnum at gera vegastrekkið fram við Leynavatni. Neyðugt var bæði at bora, spreingja og laða og alt mátti gerast við handamegi. Andrass fór tí til Havnar at keypa amboð. Tá hann kom til
dómaranevndini hjá FSF um, at dómarafelagið hótti við verkfalli bara ein dag undan at Effo-deildin skuldi byrja. Les Sosialin á netinum við at trýsta HER - Eg eri vónbrotin av, at tað verður tosað um verkfall [...] dómarafelagnum at takka, at tað bleiv dømt um vikuskiftið, sigur Petur Reinert, sum við tí leggur upp til, at dómararnir strektu seg langt í samráðingunum. Petur Reinert ætlaði sær ikki í miðlarnar Formaðurin [...] einasta orsøkin til, at eg svari aftur í fjølmiðlunum. Eg kann ikki hava sitandi á mær, at dómarafelagið skal hava tikið føroyskan fótbólt sum gísla, sigur Petur Reinert, sum tó vónar at finna ein loysn áðrenn
soleiðis, at lærarar eru til setanarsamrøðu ár um ár, og at øll støðan tykist láturlig og meiningsleys fyri bæði setanarbólk og umsøkjara. Kári Jespersen, formaður í Yrkisfelagnum Miðnám, vísir á, at í roynd [...] starvsfólkahóp, ið er lættur at skifta út og arbeiðstakaran, sum vil hava trygg arbeiðskor. - Í ES og Danmark hevur verið mett, at tað er óvirðiligt og streingjandi fyri fólk at halda tey í ótryggleikanum [...] setanarmyndugleikin á skúlunum fer at gera sær dælt av vaksandi útboðnum av akademikarum til tess at varðveita óskikkin við afturvendandi tíðaravmarkaðum setanum. - Her er neyðugt, at politiski myndugleikin kemur
hon gjørdi samstundis greitt, at hetta er ein spurningur, hon fer at leggja fyri Løgtingi til umrøðu, fyri at vita, hvat vit kunnu gera við tað. Sirið Stenberg vísir á, at í miðal drekka føroyingar ikki [...] tað, at í Føroyum eru tað 80 børn, sum eru tikin úr heimi sínum, tí at umstøðurnar eru soleiðis, at tey kunnu ikki búgva saman við foreldrunum, sigur landsstýriskvinnan. Aðrastaðni vísa tølini, at helvtin [...] heldur ongastaðni staðni, at tað eru so nógv avhaldsfólk, sum í Føroyum, og tað merkir hinvegin, at summi av teimum, sum drekka, drekka sostatt rættiliga illa. Sirið Stenberg ásannar, at vit skulu vera ógvuliga
Magnus Midjord vísir á, at nýggi bygningurin hjá Vónini verður rættiliga stórur - ja, einar 100 metrar langur. Hann sigur, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevur strongt á at fáa Vónina at byggja, nú virksemið [...] hevur latið borað tveir goymslutunlar. Arbeitt verður við at leingja Pelagos-bryggjuna við 60 metrum inn eftir, soleiðis at Fuglafjørður nú kemur at hava 240 metrar bryggjukant við djúphavn. Haraftrat koma [...] vit skjótt fara at koma ásamt um eina loysn. Sum kommuna noyðast vit eisini at hugsa um farleiðina og trygdina, og tí kann nýggi bygningurin hjá Havsbrún ikki byggjast so langt oman, at koyrandi ikki er fram
Kemilux ávarar í dag fólk um, at ein donsk fyritøka roynir at marknaðarføra sína vøru sum meinlíka tí hjá Kemilux. - Kemilux skal gera vart við, at Sapolux í Hirtshals hevur kopierað vørur frá Kemilux [...] beinanvegin at selja vørur meinlíkar okkara. Hann hevði fyrireika seg sigur hann. Hann dylir ikki fyri, at í teirra meting ger Sapolux sær dælt av dygdini og góða umdøminum hjá Kemilux. Kemilux óttast, at hetta [...] Sapolux at gera yvirhøvur, vørurnar frá Sapolux hava einki við Kemilux at gera og vit hava einki samstarv ella aðrar avtalur við Sapolux, sigur Debes Petersen. Vørurnar hjá danska felagnum eru eisini at fáa