Hesum kunnu vit ikki renna undan

Føra vit tøl úr okkara grannalondum yvir á føroysk viðurskifti, kostar rúsdrekka og rúsevni 300 føroyingum lívið um árið

 

- Rúsdrekka, og rúsevni, eru ein stórur trupulleiki í Føroyum.

Tað staðfesti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum nú ein dagin beint áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, og orðaskiftið varð snarað inn á rúsevnistrupulleikar í Føroyum. Og hon gjørdi samstundis greitt, at hetta er ein spurningur, hon fer at leggja fyri Løgtingi til umrøðu, fyri at vita, hvat vit kunnu gera við tað.

 

Sirið Stenberg vísir á, at í miðal drekka føroyingar ikki so illa, tí hvør føroyingur yvir 15 ár, drekkur minni enn sjey litrar av reinum alkoholi um árið.

 - Men tað er heldur ongastaðni staðni, at tað eru so nógv avhaldsfólk, sum í Føroyum, og tað merkir hinvegin, at summi av teimum, sum drekka, drekka sostatt rættiliga illa.

 

Sirið Stenberg ásannar, at vit skulu vera ógvuliga varin við at flyta hagtøl úr okkara grannalondum, yvir á føroysk viðurskifti. Men gera vit tað treytaleyst, kosta rúsdrekka og rúsevni, 300 føroyingum lívið um árið. Tað merkir eisini, at 1200 børn í Føroyum, hava foreldur, sum eru misbrúkarar.

 

Men eitt, sum er verululeiki, er tað, at í Føroyum eru tað 80 børn, sum eru tikin úr heimi sínum, tí at umstøðurnar eru soleiðis, at tey kunnu ikki búgva saman við foreldrunum, sigur landsstýriskvinnan. Aðrastaðni vísa tølini, at helvtin av børnunum, sum verða tikin heimanífrá, verða tað tí at foreldrini hava trupulleikar við rúsdrekka og rúsevnum.

 

- Tað er ein beinleiðis avleiðing av rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, og tað er ein sannroynd, vit ikki kunnu renna undan, men mugu taka upp, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon vísir á, at undir seinastu samgongu, varð eitt álit gjørt um ein føroyskan rúsevnapolitikk, men stundir vóru ikki til at viðgera tað neyvari.

Men hon sigur, at tað álitið verður tikið fram aftur nú, og í heyst verður ein frágreiðing løgd fyri Løgtingið. Og tá verður samstundis eisini eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um, hvønn rúsdrekka- og rúsevnapolitikk, vit skulu hava, sigur landsstýriskvinnan.

 

- Tá fær Løgtingið høvi til at viðgera hetta stórmál fyri føroyska samfelagið, heldur enn bara at viðgera tað í smábitum, leggur Sirið Stenberg, afturat.

- Spurningurin er so hvussu vit samskipa politikkin ímillum eftirlit og fyribyrging, sigur Sirið Stenberg.