Tá hjólbøran hótti lívsgrundarlagið

Øll vóru ikki eins fegin um vegir, hjólbøru og hestavogn í gomlum døgum.

Nú júst 100 ár eru liðin, síðan fyrsti millumbygdavegur í Føroyum varð bygdur, kann vera áhugavert at lesa um, hvat ein partur av Føroya fólki í gomlum døgum helt um flutning við hestavogni og hjólbøru.

 

Tað var um næst seinasta aldarskiftið, at áhugin kyknaði at útbyggja landið. Í 1905 komu umsóknir til landsins myndugleikar um studning til veg millum Skopun og Sand og millum Tórshavn og Kirkjubø. Í tíðindabløðunum verður bert koyring við hestavogni nevnd, tá skrivað verður um vegagerð.

 

Føroyar vóru eftirbátar við vegakervinum millum bygdir, tá samanborið verður við grannalond. Allir teir fyrstu vegirnir vóru hálvan annan metur breiðir, og hesir vórðu bygdir fyri at koma fram við hestavogni.

 

Hvussu stutt føroyingar vóru komnir við vegagerð fram til næstseinasta aldaskiftið, skilst á einum løgtingsuppskoti í 1899. Hóast tað frá 1836 til 1896 vóru bygdir 96 kilometrar av hesum smølu gøtunum, varð hildið vera neyðugt at fáa fleiri pengar til at knýta bygdirnar saman í eitt vegakervi.

 

Søgan sigur okkum, at ikki øll vóru so ovurfegin um vegirnar. Fleiri ræddust snøgt sagt at gerast arbeiðsleys, tá hjólbøra og hestavognur komu til bygdina. Ognarleys, sum høvdu forvunnið sær til lívsins uppihald við at lossa ella bera tøð og tara í leypi fyri tey meira vælbjargaðu, sóu hjólbøruna og hestavognin sum eina hóttan móti teirra lívsgrundarlagi.

 

Andrass Jensen í Kvívík stóð í sínari tíð fyri arbeiðnum at gera vegastrekkið fram við Leynavatni. Neyðugt var bæði at bora, spreingja og laða og alt mátti gerast við handamegi. Andrass fór tí til Havnar at keypa amboð.

 

Tá hann kom til Valdemar Lützen, sá hann fyrstu ferð eina innflutta hjólbøru, og hann sá beinan vegin fyri sær, at tað var lættari at flyta stórar klettar í eini hjólbøru enn at bera teir í grótleypi. Men, Andrass varð ikki væl móttikin, tá hann kom heimaftur. Arbeiðsmenn úr Leynum løgdu upp til arbeiðssteðg, tí hjólbøran fór at minka um teirra arbeiðstímatal.

 

Langt inn í 19. øld høvdu fólk í fleiri bygdum í Føroyum ongantíð sæð eina hjólbøru. Men, í Kollafirði høvdu teir gjørt vegir við hjólbøru, áðrenn hetta henta amboð var komið norður til Vestmannar. Tá vestmenningar fóru at gera veg, varð maður sendur norður at læra teir at koyra hjólbøru.