Donsk fyritøka ger sær dælt av Kemilux-navninum

Kemilux ávarar í dag fólk um, at ein donsk fyritøka roynir at marknaðarføra sína vøru sum meinlíka tí hjá Kemilux.

 

- Kemilux skal gera vart við, at Sapolux í Hirtshals hevur kopierað vørur frá Kemilux. Kemilux hevur einki við felagið at gera, og vørurnar hava ikki somu dygd, skrivar føroyska felagið á Facebookvanga sínum í dag.

 

Debes Petersen, stjóri í Kemilux, sigur, at talan er um felagið, sum áður var umboð hjá Kemilux í Danmark.

- Avtalan við felagið gekk út fyri tveimum árum síðani, og tá uppsagnartíðin var av, byrjaði felagið beinanvegin at selja vørur meinlíkar okkara. Hann hevði fyrireika seg  sigur hann.

 

Hann dylir ikki fyri, at í teirra meting ger Sapolux sær dælt av dygdini og góða umdøminum hjá Kemilux. Kemilux óttast, at hetta fer at skaða umdømið og kundanøgdsemi hjá føroyska felagnum, tí sambært fleiri kundum hevur danska vøran ikki somu eginleikar sum vørurnar frá Kemilux.

 

Vørurnar frá Sapolux líkjast føroysku vørunum, bæði í navni og útsjónd, og í onkrum førum vera tær eisini marknaðarførdar sum ein beinleiðis avloysari fyri føroysku vørurnar.

 

Tað er serliga hetta, at Kemilux beinleiðis verður nevnt í marknaðarføringini hjá Sapolux, sum Debes Petersen er harmur um.

- Hetta er ein grov misleiðing og misnýtsla av okkara vørum og okkara umdømi. Hann kann royna at líkjast okkum í liti og navni, men vøran sjálv er als ikki tann sama. Her er ein fyritøka í Danmark, sum hevur lagt seg nokk so nær upp at okkara vøru, og marknaðarførir sínar vørur sum okkara, millum annað við at lýsa eina vøruna sum ein avloysara fyri okkara, sigur Debes Petersen.

 

- Tað hoyrir ongastaðni heima, at tað verður víst til okkara vøru í teirra marknaðarføring. Vit hava einki við fyritøkuna Sapolux at gera yvirhøvur, vørurnar frá Sapolux hava einki við Kemilux at gera og vit hava einki samstarv ella aðrar avtalur við Sapolux, sigur Debes Petersen.

 

Vørurnar hjá danska felagnum eru eisini at fáa í Føroyum. Felagið skrivar, at føroyska umboðið eisini misbrúkar hesar órøttu upplýsingarnar og villleiðir soleiðis kundarnar hjá Kemilux. Debes Petersen vil ikki siga, hvør tað er, sum umboðar vørurnar í Føroyum, men sigur, at tað er Gullak Madsen, sum eigur felagið Sapolux í Hirsthals.