- Okkara ynski er, at alt, sum verður avskipað í Fuglafirði, fer um bryggjukantin - og ikki á trailarum. At avskipa eftir vegnum gevur nógva tunga ferðslu gjøgnum vakra miðbýin. Fuglafjarðar havn missir eisini inntøkur av vørugjaldi, tá avskipingin fer eftir vegnum og ikki um bryggjukantin.
Tað sigur Magnus Midjord, formaður í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu. Hann vísir á, at tað hendir nógv á havnarlagnum í Fuglafirði, og soleiðis hevur verið í fleiri ár.
- Vit hava fingið eitt stórt uppsjóvarvirkið úti á havnalagnum. Havsbrún hevur latið borað tveir goymslutunlar. Arbeitt verður við at leingja Pelagos-bryggjuna við 60 metrum inn eftir, soleiðis at Fuglafjørður nú kemur at hava 240 metrar bryggjukant við djúphavn. Haraftrat koma teir umleið 22 metrarnir út eftir innara enda á djúphavnini og kanturin framvið sjálvum endanum, har Havsbrún ætlandi fer at byggja stóra goymsluhøll.
Vinnunevndarformaðurin sigur, at aftrat hesum hevur verið fylt út og planerað syðst á havnaøkinum og uttan fyri oljugoymsluna, har Vónin skal byggja sítt nýggja og stóra virksemi.
Magnus Midjord vísir á, at nýggi bygningurin hjá Vónini verður rættiliga stórur - ja, einar 100 metrar langur. Hann sigur, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevur strongt á at fáa Vónina at byggja, nú virksemið á havnarlagnum hevur verið so stórt, og nógv koyring hevur verið aftur og fram.
- Men, nú skuldi planeraða økið hjá Vónini verið klárt, og tað passar okkum væl, nú goymslutunlarnir hjá Havsbrún eru boraðir.
Tað er Framherji, sum hevur keypt gomlu hølini hjá Vónini.
Magnus Midjord sigur, at Fuglafjarðar kommuna er í samráðingum við Havsbrún um, hvussu teirra goymslubygningur kann plaserast niðri á havnarlagnum.
- Samskifti hevur verið aftur og fram, og eg ivist onga løtu í, at vit skjótt fara at koma ásamt um eina loysn. Sum kommuna noyðast vit eisini at hugsa um farleiðina og trygdina, og tí kann nýggi bygningurin hjá Havsbrún ikki byggjast so langt oman, at koyrandi ikki er fram við bryggjukantinum, sigur formaðurin í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu.
In.fo kann til stuttleikar skoyta uppí, at ófatiliga nógv arbeiðspláss eru í Fuglafjarðar kommunu. Ein leyslig uppgerð vísir, at umleið 500 arbeiðspláss eru á bryggjuni og umborð á skipum, sum hoyra heima í Fuglafirði, og haraftrat eru umleið 400 onnur arbeiðspláss í býnum - ella eini 900 arbeiðspláss tilsamans.