náttúrligt, at hettar tilfeingið er við til at skapa arbeiðspláss á landi. Vit hava sagt tað fyrr her í blaðnum, at um núverandi loyvishavarar ikki megna uppgávuna, so mugu aðrir sleppa framat. At summir í [...] fer at standa heilt illa til á teimum plássum, ið serliga eru knýtt at fiskaframleiðslu á landi ? eitt nú Suðuroyggin. Tað er ein ikki sørt framligur hugburður, ið liggur aftan fyri boðskapin um at royna [...] er sjálvsagt ikki tað, vit her finnast at. Tað kann ikki vera ein spurningur um antin ella men um bæði og. Valið er ímillum at hava eitt fiskiveiðusamfelag ella at hava eitt fiskiídnaðarsamfelag. Tað fyrra
spurningur, og tað er ofta, at hetta verður misskilt. Sosiala kósin At vera tilvitaður um føroysk sosialmál, er eins týdningarmikið, sum at vera liberalt tilvitaður. Tað merkir, at landið og tann almenni geirin [...] fyri, at tað skal vera gott at blíva gamal í Føroyum. Tað merkir harafturat, at tann ið er likamliga ella sálarliga avmarkaður, skal ikki verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum, av teirri orsøk, at viðkomandi [...] veiting. Tað kann ikki vera rætt. Liberala kósin At vera liberalur, merkir ikki, at alt er loyvt og onki eftirlit skal vera við nøkrum. Tað merkir, at einstaklingurin skal hava andaligt og fíggjarligt
grundgevingin er fyri ikki at viðgera slík mál í Uttanlandsnevndini. Til tað svarar løgmaður, at tað er metingin hjá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at tað formliga ikki var neyðugt at ráðføra seg við Løgtingsins [...] Løgtingsins uttanlandsnevnd fyri at taka avgerð um at leggja fram arktiskan politikk. Løgmaður vísir eisini til svarið frá Uttanríkis-og mentamálaráðnum, at í sambandi við karmsáttmálan við Íslandi er talan [...] góðkenning, og at ætlanin er tí at leggja karmsáttmálan fyri løgtingið í næstum sum uppskot til samtyktar. Hetta heldur Høgni Hoydal vera eitt sera løgið svar. – Eg havi ongantíð upplivað áður, at ein løgmaður
Tora vit at gera hetta fyri okkara børn og ungu? Miðflokkurin ynskir veruliga at byrja at gera nakað fyri at steðga vaksandi mistrivnaðinum millum børn og ung. Í okkara valskrá hava vit nevnt at „familjum [...] 2016. Fleiri átøk vórðu sett í verk, fyri at tálma rúsbrúkinum hjá íslendska ungdóminum. T.d.: at foreldur og børn/ung brúktu meiri tíð saman, og at foreldrini altíð vistu, hvar børn teirra vóru [...] hvørjum tey fylgdust við, og at tey vistu hvørji foreldrini hjá tí, sum barnið fylgdist við vóru. At børn vóru heima áðrenn kl. 22.00 um veturin og áðrenn kl. 00.00 um summarið. At børnini gingu til ítrótt
teirra fyri at hjálpa teimum at fáa normala vekt. Gigni ynskir eisini, at almennu Føroyar orða ein kostpolitikk í Føroyum, og at vit arbeiða meira tilvitað við at hjálpa børnum og ungum at fáa góðar og [...] til, at almennu Føroyar taka henda trupulleika í álvara. Vit liggja næstovast á listanum yvir yvirvekt í øllum Evropa, og vit kunnu ikki longur bara hyggja at. Vit í Gigni ynskja at vera við til at menna [...] Vit vita, at yvirvekt er ein avbjóðing, eisini hjá okkum føroyingum, og kanningar vísa, at hetta er ein vaksandi avbjóðing. Fólkaheilsuráðið gjørdi eina stóra fólkaheilsukanning í 2019. Har sær man yvirskipað
tað stendur í endamálsgreinini í lógini, at virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Til tess at náa hesum máli er alneyðugt, at Bústaðir aftur verður ein sokallaður non- [...] síðani fingið heimild at taka lán til bygging av fleiri luta- og leiguíbúðum upp á 450 mió. kr. Í samband við, at lógaruppskotið um at geva Bústøðum hesa heimild til í størri mun at fíggja íbúðarbygging [...] í Føroyum, var sagt, at nú skuldi setast skjøtil á at loysa ovurstóra bústaðartrotið; samstundis sum fólk nú endiliga kundu gera sær vónir um at fáa tak yvir høvdið fyri ein sámuligan prís. Men hvat gera
, og tað, sum telur hjá vanliga føroyingum, eigur eisini at telja hjá politikarum, segði hann. ##med2## Hann sigur, at tí fer samgongan at bøta um javnvágina ímillum arbeiðslív og familjulív. – [...] ##med3## Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna verður lagt fyri Løgtingið í heyst, staðfesti løgmaður í ólavsøkurøðuni. Men hann legði afturat, at vilja vit fáa javnvág í, er tað ikki nokk at stytta arbeiðsvikuna [...] januar, so at lønin hjá krambafólki, handverkarum, flakafólki og øðrum, røkkur eitt sindur longur, segði hann. Men hann legði samstundis dent á, at fortreytin fyri skattalættanum er, at vit hava lagað
ivaleysir um, at tað fór at eydnast í dag. Pílarnir hava peikað rætta vegin, men tað hevur verið trupulleiki, at vit ikki hava megnað at skora mál. Í dag eydnaðist tað, og eg eri sera fegin um, at vit hildu [...] verið eyðkend av, at spælararnir hava víst øðrvísi hugburð, enn teir hava gjørt fyrr í ár. -Vit hava alla tíðina roknað við møguleikanum, at tað fer at eydnast at røkka málinum, sum er at varðveita plássið [...] hugaligt at bíða eftir næsta dystinum, sigur Jákup Pauli Breckmann. Hetta var seynda tapið hjá ÍF á rað, men ÍF venjarin Alex Jovevic sigur seg framvegis rokna við møguleikanum, at tað fer at eydnaðist
fyri, at tað faktiskt bara er í høvuðsstaðarøkinum, at tann privata vinnan byggir við fullari ferð! Bústaðir siga, at høgt kostnaðarstøði í byggivinnuni og høgur rentukostnaður gera, at tryggast er at byggja [...] áhugin hjá øðrum íleggjarum at luttaka er størstur. Aftur sama undanførsla, at av tí at umstøðurnar og privati kapitalurin vil vinna mest við at byggja í Havn, so byggir almenna bústaðafelagið bara eisini í [...] vil siga, at egin tryggleiki hjá almenna felagnum yviri við Strond í Havn kemur fram um tørvin á bústøðum kring landið, har vinnan byggir lítið og einki! Bústaðir siga, at tað er í meginøkinum, at áhugin
Fasta sambandið fer at hava stóran týdning fyri oynna. Fyri vinnuna, sum er í oynni, verður tað ein øgiligur fyrimunur at sleppa skjótt til og frá, og eg vænti eisini, at vit fara at síggja fleiri vinnugreinar [...] sigur, at fyri fólkið í Sandoynni merkir tunnilin, at betri møguleikar nú verða at gera brúk av teimum tilboðum og tænastum, sum í hópatali eru norðanfjørðs. - Fyri okkara ungdóm merkir tunnilin, at nú verða [...] einar 20 minuttir frá øllum tænastum, eftir at hava livað sum eitt rímiliga isolerað samfelag, sum hevur havt fyri neyðini at hava allar tænastur í oynni. Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um