Forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, hevur ruddað forðingar av vegnum við eini nýggjari pensjónsavtalu við Vänsterpartiet. Harvið tykist greitt, at hon verður vald sum fyrsta kvinna sum stjórnarleiðari í Svøríki. Harvið fær Svøríki sum tað síðsta av teimum átta norðurlondum eina kvinnu í landsins hægsta politiska sess - Foto: 10070 Jessica Gow/Tt/Ritzau Scanpix

Magdalena Andersson verður forsætisráðfrú í Svøríki

Vänsterpartiet fer at stuðla Magdalenu Andersson sum nýggja forsætisráðfrú, eftir at avtala um pensjón er komin upp á pláss. Sum tað seinasta av teimum átta Norðurlondum fær Svøríki umsíðir eina kvinnu í landsins hægsta politiska sess

Forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, hevur ruddað forðingar av vegnum við eini nýggjari pensjónsavtalu við Vänsterpartiet. Harvið tykist greitt, at hon verður vald sum fyrsta kvinna sum stjórnarleiðari í Svøríki. Harvið fær Svøríki sum tað síðsta av teimum átta norðurlondum eina kvinnu í landsins hægsta politiska sess - Foto: 10070 Jessica Gow/Tt/Ritzau Scanpix

Nú tykist greitt, at nýggja forkvinnan í svenska Javnaðarflokkinum, Magdalena Andersson, hevur meiriluta aftan fyri sær, tá Ríkisdagurin í morgin fer at atkvøða um hana sum næstu forsætisráðfrú í Svøríki.

Forkvinnan í Vänsterpartiet, Nooshi Dadgostar, sigur við SVT, at flokkurin fer at stuðla Magdalenu Andersson.

Tað er greitt, eftir at flokkarnir í kvøld funnu semju um eina avtalu um hægri pensjón.

Í gjár hevði Vänsterpartiet annars sagt, at tey ikki kundu stuðla Magdalenu Andersson í verandi støðu.

Umframt eina pensjónsavtalu, su  gevur 700.000 pensjónistum upp ímóti túsund krónur meira í lumman um mánaðin, eru Javnaðarflokkurin og Vänsterpartiet samd um formin fyri stjórnarsamstarvið framyvir.

Tað skrivar svenska tíðindastovan TT.

– Teir flokkar, sum lata ein stjórn sleppa framat og góðtaka og stuðla eini stjórn, skulu eisini sleppa at vera við og samráðast um heildina, sigur Nooshi Dadgostar í sendingini »Aktuelt« í SVT í kvøld.

Tann 54 ára gamla Magdalena Andersson, sum seinastu sjey árini hevur verið fíggjarmálaráðfrú, er vald at loysa av Stefan Löfven, forsætisráðharra.

Verður hon vald í morgin, verður hon fyrsta kvinna í forsætismálaráðnum í Svøríki. Tað skrivar Ritzau.

Og um vit hildu, at Svøríki var undangonguland á javnstøðuøkinum, so halta tey í hesum føri langt aftaná øllum hinum sjey norðurlondunum.

Føroyar høvdu – sum annað norðurlandi, sín fyrsta og higartil einasta kvinnuliga stjórnarleiðara longu í 1993, tá Marita Petersen gjørdist løgmaður.

Fyrstu kvinnurnar at stjórna norðurlondum vóru hesar:

1. Noreg: Gro Harlem Brundtland 1979 

2. Føroyar: Marita Petersen 1993

3. Finnland: Mari Kiviniemi 2003

4. Áland: Viveka Eriksson 2007 

5. Ísland: Jóhanna Sigurðardóttir 2009 

6. Danmark: Helle Thorning-Schmidt 2011 

7. Grønland: Aleqa Hammond 2012

8. Svøríki: Magdalena Andersson 2021 (avgerðin fellir í morgin)

Magdalena Andersson gjørdist forkvinna í svenska Javnaðarflokkinum, tá Stefan Löfven legði frá sær herfyri.

Fyri at gerast forsætisráðfrú í hevur hon brúk fyri stuðuli ikki einanst frá Miljöpartiet, sum er við í minnilutastjórnini, men eisini frá øðrum flokkum uttan fyri stjórnina.

Í Svøríki hevur ein stjórn og ein forsætisráðfrú ikki endiliga tørv á einum meiriluta aftan fyri seg. Tað má bara ikki vera ein meiriluti ímóti.

Forkvinnan í Vänsterpartiet sigur í kvøld við TT, at flokkurin hevur hugsað um at atkvøða »gult«, tað vil siga ikki at atkvøða ímóti. Men tey vilja ikki atkvøða beinleiðis ímóti við at »atkvøða grønt«.

– Vit fara at tolerera hana sum forsætisráðfrú, sigur Nooshi Dadgostar.

Frammanundan hevur Centerpartiet boðað frá, at tey ikki fara at forða henni við at atkvøða ímóti. Tað er ógreitt, um tey atkvøða grønt ella gult.

Politiski viðmerkjarin hjá SVT, Mats Knutson, sigur, at tað »eftir øllum at døma er púra greitt« nú, at Magdalena Andersson verður nýggj forsætisráðfrú.

Atkvøðugreiðslan í Ríkisdgnum um nýggja forsætisfrúnna væntast at vera í morgin klokkan 9, sum er klokkan 8 okkara tíð, skrivar TT.

/ritzau/