Tað er gott at fokus verður sett á tey eldru í samfelag okkara og tað er hugaligt at hoyra at føroyskir pensionistar yvirhøvur eru væl nøgdir við støðuna.
Tað verður ofta tosað um, at tað eigur at verða javnvág í teimum fólkum, sum umboða okkum á tingi – javnrættindi skulu vera millum menn og kvinnur. Hetta er sjálvsagt. Tað er eisini ein annar javnrættur, sum vit eiga at hugsa um og lata koma fram í verki, og tað er rætturin hjá teimum, sum eru eldri og gomul. Hesi fólk hava eisini politisk og samfelagslig áhugamál og eiga tí eisini at lata seg umboða á tingi, tí á tinginum eiga at verða umboð fyri alt fólki, teimum ungu, sum eiga at sleppa fram at og fyri tey eldru sum ikki skulu lata seg forfjóna. Eingin eigur at halda seg aftur, tí veljarin tekur avgerðina á hesum eina degi. Valdagin eru øll valevnini líka.
Tey eldru hava øll gjørt sína skyldu í samfelagnum, sum arbeiðsmegi, sum mammur, pápar, abbar og ommur. Samfelagið alt hevur einaferð ligið á herðum teirra, og vit kunnu takka teimum fyri, at vit eru komin higar vit eru. Vit mugu ikki nakrantíð gloyma hitan av hondunum á teimum, nú politikararnir, kanska ikki so nógv hjá okkum sum aðrastaðni, eru farnir at tosa um eldrabyrðuna. Hetta er eitt sera ódámligt orð, sum um tey eldru ikki einaferð hava borið stórar byrðar á herunum fyri okkum øllum, byrðar koma altíð at skula berast, eisini av teimum børnum, sum fødd verða í dag:
Ábyrgdini á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.
Øll vóna vit, at tey sum koma aftan á okkum fara at duga at bera byrðuna betri enn vit – og tað eydnast fyri tað mesta hjá teimum eisini, men fyri tað eiga eldri og gomul fólk ikki at halda seg aftur, men eiga eisini – um heilsan er til tað – sjálvandi at gera vart við síni politisku ella samfelagsligu sjónarmið, so tey ikki verða fyri vanbýti, tí tað er so skjótt at verða burturgoymdur og marginaliseraður í øllum meldrinum í tí modernaða samfelagnum um ein ikki ger vart við seg.
Tað eru nógv eldri fólk, sum hava ein góðan knokk, grundleggjandi vitan og royndir, og sum kunnu gera mun bæði so og so um vit lurta eftir teimum, og tað eiga vit at gera. Meginparturin av tí sum eg havi fingið av skafti og skrivað um sum fólkalívsfrøðingur, byggir á tað, sum ikki minst eldri fólk hava sagt mær. Tað eri eg teimum inniliga takksamur fyri, tí tey hava hjálpt mær at gera land og fólk okkara munandi størri í orðum og í søgu. Takk fyri tað.
Vit skulu liva sum eitt ár var sum túsund ár og túsund ár sum ein dagur.