Eins og í øðrum londum hava fiskimenn í ES-londunum leingi kært seg um, at teir hava alt ov trongar karmar at virka innanfyri. Men tað verður verri enn. Embætisfólk hjá ES-nevndini í Bruxelles hava leingi arbeitt við at gera nýggjar reglur fyri fiskivinnuøkið, og herfyri var arbeiðið liðugt og úrslitið kunngjørt.
Ein avleiðing av teimum nýggju reglunum er, at fiskimenn, sum í fleiri førum fiska meiri, enn teir hava kvotu til, kunnu missa rættin til at fiska. Tað sama er galdandi, um fiskimenn royna at lumpa eftirlitið. Er brotið nóg álvarssamt, ella verður tað endurtikið nóg ofta, kunnu menn missa loyvið med alla.
Tær nýggju reglurnar koma ikki í gildi fyrr enn næsta ár, men longu nú hava danskir fiskimenn gjørt vart við, at teir eru í hvussu er ikki nøgdir við reglurnar.
– Hetta er tann bera umsiting, og nógvar av reglunum um eftirlitið eru púra óneyðugar, sigur formaðurin hjá donsku fiskimonnunum, Svend-Erik Andersen. Hann er heldur ikki serliga fegin um, at ein ES-skipan skal revsa danskar fiskimenn.
– Tað hava vit ta donsku rættarskipanina til. Harafturat hevur Danmark undantak frá í ES-rættarhøpi, og tí er tað burturvið, at ein ES-skipan skal revsa danskar fiskimenn, sigur Svend-Erik Andersen við DR.
Til gagns fyri Danmark
Í fiskivinnustýrinum í Keypmannahavn, sum hevur arbeitt saman við hinum ES-londunum um tær nýggju reglurnar, eru tey ikki samd við fiskimannaformanninum. Stjórin í stýrinum, Anders Munck, hevur sagt, at tær nýggju reglurnar eru ikki í stríð við danska undantakið á rættarøkinum.
Harafturat heldur hann, at teir donsku fiskimenninir eiga at taka undir við teimum nýggju reglunum, tí sum heild duga danskir fiskimenn betur at halda lógirnar enn fiskimenn í eitt nú teimum suðurevropeisku londunum.
– Eitt av málunum við teirri nýggju skipanini er at verja teir tíbetur nógvu lóglýdnu fiskimenninar ímóti órættvísari kapping frá teimum fiskimonnunum, sum ferð eftir ferð bróta reglurnar, sigur Anders Munck við DR. Hann leggur afturat, at eitt annað mál við teimum nýggju reglunum er at verja fiskastovnarnar og vistfrøðina í havinum.
Klippikort
Eftir samtyktini hjá ES-nevndini skal skipanin við klippikorti virka sum ein stigaskipan. Hon verður rættiliga strong, og nøkur fá brot á reglurnar um veiðieftirlit kunnu gera, at skip missa fiskirættindini nakrar mánaðir. Hinvegin skal eitt fiskifar bróta reglurnar rættiliga nógvar ferðir, áðrenn tað missir síni fiskirættindi med alla.
Saman við teimum nýggju og herdu veiði- og eftirlitsreglunum koma reglur um, at fiskifør í ES-londunum skulu brúka somu tøkni. Ætlanin við tí er at gera tað lættari at fylgja fiskinum frá tí, at hann er veiddur, til hann liggur í handilsdiskinum.