Sjálvandi skulu politikarar hjálpa eldsálum

Eldsálir í Føroyum – líka mikið, hvønn politiskan lit tær enn hava – skulu hava eina hjálpandi hond frá politikarum á Christiansborg.

Lítil og ongin fígging fæst í Føroyum til stórar verkætlanir innan mentan og gransking, og tí skulu vit á Christiansborg sjálvandi hjálpa við at útvega fígging
Eirikur Lindenskov, Johan Mortensen og Sveinur Tróndarson royna seg í hesum døgum sum politiskir smakksdómarar í Kringvarpinum í sambandi við Fólkatingsvalið.
Teir tríggir vóru í tíðindasending í kvøld (týskvøld) samdir um, at Edmund Joensen er okkurt slag av ”jólamanni”, sum ”sýgur” pengar úr donskum kassum og dregur teir heim til Føroya at býta út.
Hetta er eitt typiskt sjálvstýris- ella fullveldissjónarmið.
Eg eri púra ósamdur við hesar politisku smakksdómarar.

Fígging má til
At hjálpa og útvega fígging er ein av teimum fornemmastu uppgávunum hjá okkum politikarum. Eisini í Fólkatinginum.
Vit skulu hjálpa, har vit kunnu, so mentan fæst at blóma, og gransking kann útvega okkum nýggja vitan.
Eldsálirnar í Føroyum – líka mikið, hvønn politiskan lit tær enn hava – skulu hava eina hjálpandi hond, tí uttan fígging ber onki til. Tað vita øll.
Høvuðstrupulleikin, sum føroyskar verkætlanir aftur og aftur renna seg í, er, at tað er lítil kapitalur í landinum til stórar verkætlanir. Serliga innan mentan og gransking.
Tí hevur Sambandsflokkurin í Fólkatinginum valt at hjálpa hesum fólkum. Eldsálunum.
Hjálpt verður bæði við at fáa fígging frá danska statinum og frá privatum grunnum.
Hetta var t.d. tað, ið vit stríddust við, tá vit arbeiddu fyri Saltsilo-projektinum og fingu fíggingina upp á pláss.
Hetta var eisini tankin, tá ið vit á Christiansborg arbeiddu við at útvega Havstovuni fígging til eitt havgranskingarprojekt, sum enn er í gongd á Havstovuni.
Skattafrádrátturin til føroysk lesandi í Danmark – R-frádrátturin – var eitt sindur øðrvísi.
Har gjørdi Sambandsflokkurin sína ávirkan galdandi fyri at varðveita ein høgan skattafrádrátt til føroyingar og grønlendingar. Hetta var, meðan onnur lesandi skuldu smakka spariknívin. Tað eydnaðist, og vónandi eru lesandi føroyingar glaðir fyri tað.

Íløgu í fólka- og búskaparvøkstur
Sjálvt um politisku smakksdómararnir hjá Kringvarpinum eru ímóti, fer Sambandsflokkurin á Christiansborg at halda fram at hjálpa, har tað er skilagott og rímiligt.
Vit fara at hjálpa eldsálum at útvega fígging, har ið tað ikki røkkur bert at troyta fíggingarkeldur her heima.
Komandi árini eiga vit á Christiansborg at arbeiða fyri at útvega kapital til eina stóra íløgu í eitt sterkt vitanarkraftsentur í Føroyum.
Vit eiga at arbeiða fyri einum kraftsentri fyri útbúgving, gransking, vinnuligari gransking og skapan av nýggjum arbeiðsplássum og fyritøkum.
Hetta eigur at verða gjørt í breiðum samstarvi millum føroyskar og danskar myndugleikar og fyritøkur.
Hetta gera tey í øðrum londum fyri at fasthalda ung í landinum. Endamálið er somuleiðis at fasthalda og skapa nýggj vinnulig arbeiðspláss.
Soleiðis verður arbeitt aðrastaðni fyri at skapa fólkavøkstur og búskaparvøkstur, sum vit eisini hava so nógv brúk fyri í Føroyum.
Hetta eiga vit eisini at gera.
Stuðla Sambandsflokkinum á Fólkatingsvalinum, so vit sleppa til verka.