Hetta er heilt ótrúligt. Málið er rokkið, og vit náddu tað í felag, sigur ein ógvuliga fegin Æna Reinert. Tey hava longu sent takkarheilsan til øll, ið hava stuðlað. Reyni Service fær eisini eina serliga [...] Sirenan ýldi seinnapartin mánadagin, tá nýggi bussurin hjá psykiatriskudeild á Landssjúkrahúsinum kom koyrandi til sítt nýggja fasta parkeringspláss fyri fyrstu ferð. Fitt av fólki var komið saman fyri [...] fyri at síggja nýggja farið, ið tey øll hava tikið lut í at fáa hendur á. Á nummarplátuni stendur LS 779. Øll vóru á einum máli um, at hetta var ein rættur fongur fyri bæði sjúklingar og starvsfólk. Tað var
saman við foreldrum og systkjum suðuri í Skúgvi frá 1944 til 1956. Skyldskapur hevði við sær, at vit komu at hava nógv samband við tey Úti í Stovu. Janus var giftur við Paulinu, dóttur Emil Smith (av Rananum [...] helt fram, eftir at vit vóru flutt til Havnar. Ár og aldur krevja sítt, sum ættir nørast, verður gloppið millum gøturnar størri, men hóast sambandið var minni tey seinnu árini, vistu vit altíð av hvørjum [...] hvørjum øðrum. Tær ferðirnar, vit vitjaðu suður aftur til Skúvoyar, stóðu húsini hjá Janusi og Paulinu altíð opin, blíðskapurin var hin sami. Onkuntíð høvdu vit fremmant fólk við okkum. Merkiligt var at síggja
eftirspurningin til eftirtektar í samansetingi av vøruúrvali, og vit hava upplivað so stóran eftirspurning eftir hesum vørunum, at vit hava avgjørt at taka eina sending heim sum eina roynd, sigur Rúni H [...] - Skeinkistøðini hava víst sera stóran áhuga fyri at sleppa at selja nýggju vørurnar, og tey hava keypt nógv til goymslurnar, sigur innkeypsleiðarin. Til tey heilt ungu Í Danmark hava nógvar ávaringar [...] Her á landi er sølan so væl skipað at vit áttu ikki at havt tann trupulleikan. Tað er heilt greitt, at eingin undir 18 ár sleppur at keypa rúsdrekka frá okkum. Tá er støðan ein onnur í Danmark, har hesar
eitt hvítt hav av skýggjum og vit halda beina leið í norðan. Eg veit, at vit flúgva í norðan, tí sólin stendur nelgd føst í glugganum frammanbyri meg og sólin er í útnyrðingi tá hon fer niður sunnanfyri pólkringin [...] frisøri í Singapore. Hetta skal eg finna út av seinni í kvøld, tá vit eru komnir upp á pláss, um Gud vil. Longyearbýurin er lítil og vit skulu nokk hittast. Tað ber væl til at sita og skriva í flúgvaranum [...] skuldi vit víðari við skipi til russiska kolabýin Barentsburg, sum liggur nakrar tímar longur úti í Ísafjørðinum. Og síðan skuldi vit leiðina longur norður til Ny Aalesund við sama skipi. Vit skuldu vera
í lummanum. - Ein skal hava respekt fyri føroysku náttúruni, slær Haraldur fæst. Hetta var tó ikki einasti túrurin, ið ungu fólkini hava verið á. - Ein annan dagin ætlaðu vit okkum niðan á Enniberg. Men [...] Ungdómar Ragnhild Ellingsgaard Klaksvík: - Teir fyrstu dagarnar vendu øll sær við og hugdu, tá vit gingu eftir gøtunum. Tað virkaði, eins og var tað ein sensatión, at Klaksvík hevði fingið ung fólk á vitjan [...] smílandi afturat. Hini fýra eru Rikke og Mette frá Danmark, og Ulrikke og Haraldur frá Íslandi. Vit eru stødd í hugnaligu húsinum, har tey halda til, meðan tey eru í Føroyum. Húsini eru av tí eldra slagnum
føryingar búsitandi uttanlands, sum leitað hava sær heim í summarfrí, eins væl tey, sum búgva her á landi. Eisini er vanligt, at nógv fremmand ferðafólk, sum stødd eru í Føroyum, koma í Norðurlandahúsið til [...] dans »live«, um vit so kunnu siga. Uttan uppsetingar við skyggjandi silvuri og vandum vísum og dansispølum, sum annars er vanligt at vísa ferðafólki. Hetta er tann føroyska operan, tá hon er best, har [...] ólavsøku. Vanligt er, at eitt dansifelag stendur sum vertur fyri tiltakinum. Tað vil siga, at tey hava ábyrgdina av at skipa tær fyrstu tvær-tríggjar vísurnar. Síðan er sum vanligt opið fyri hvønn, sum
Andin gav teimum at mæla. Tá vit fylgja kirkjuárinum við teimum stóru hátíðunum, jól, páskir og hvítusunnu, so síggja vit tíðiliga Guðs frelsuætlan við mannaættini. Jólini, tá vit hoyra jólaboðskapin um tað [...] okkara, hann eiga vit undir ongum umstøðum at undirmeta. Gera vit tað, verða vit taparar í kristinlívið okkara. Tí eiga vit hvønn einasta dag at gera brúk av Orðið Guðs og bønini, um vit ikki skulu verða [...] eldgløður. Vit vita fullvæl hvat hendir, um vit taka eldgløðurnar og raka tær burtur hvør frá aðrari, tá verður skjótt øskukalt, men raka vit tær saman, soleiðis at tær verða saman sjóðaðar, tá verður skjótt
kvøldið vóru vit so fimm. Ein skuldi koma afturat, men hann var nakað seinur. Hann gekk longri niðri, og so avgørdu vit at steðga at bíða eftir honum. Meðan vit bíða, hoyra vit eitt øgiligt buldur. Vit vistu [...] eru fødd í 1949. So hava nakrir mans hitts javnan síðani. Um veturin hittast teir til hockey spæl í fimleikarhøllini. Og um summarið plaga teir so at ganga túrar, tá tað viðrar. - Vit plaga at vera ellivu [...] stríðum streymum oman gjøgnum bøin. - Tað var sera heppið, at vit gjørdu av at bíða eftir okkara sætta manni, ella høvdu vit staðið mitt í tí, tá tað leyp. Og so hevði tað endað galið, sigur John avgjørdur
fyri sinn og sál, at møtast og hava eina talingarløtu um tað, sum tú ert felags um. Tað fellur monnum og kvinnum lætt at koma á tal í góðum seyðapráti, í slóttinum og tá ið hoyggið skal fáast til høldar [...] hús okkara, Norðuri við Bøveg, stóð hann her um veturin dag um dag og gav Fjalsseyðinum, og fingu vit mangan gott prát okkara millum. Hugsi um hann, nú slótturin stendur fyri, at hann fór altíð undir sláingina [...] til hugs, nú friðarmaðurin Haldor er farin burtur úr grannalagnum, og saknaður verður hann. Friður veri við minnunum um Haldor. ??????????????? Frits
fyrstu tøkini í FM róðrinum, hava ein góðan miðróður, hava orkuna í enda-sróðrinum og læra mangt annað, sum er knýtt at einum FM róðri. Hetta letur seg slett ikki gera, og tí fáa vit ein ójavnan genturóður við [...] tað er lítil og eingin munur í stødd og vekt á einum 6-mannafari og einum 8-mannafari, tí kunnu kvinnur eisini rógva 1000 metrar í einum 8-mannafari. Tá er munurin í stødd størri á einum 5-mannafari og [...] vinna FM heitið. Bátar, sum hava mist møguleikan at vinna FM heitið, síggja sær møguleikan at vinna á ólavsøku, tí at vinna á ólavsøku er sum at vinna eina steypa-finalu, og tá er kappróðrarárið bjargað