Frá Havleiki til dansinátt

í Norðurlandahúsinum
Í kjalarvørrinum av Havleiki verður árliga dansináttin, sum Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipa fyri, hildin leygarkvøldið. Klaksvíkar Dansifelag er vertur

Dansinátt

Komandi leygarkvøld klokkan 22.00 lata dyrnar í Norðurlandahúsinum upp fyri árligu dansináttini, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring, ið er landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum, í felag skipa fyri.
Árliga dansináttin í Norðurlandahúsinum er afturvendandi tiltak, sum hildið verður nakað undan ólavsøku. Vanligt er, at eitt dansifelag stendur sum vertur fyri tiltakinum. Tað vil siga, at tey hava ábyrgdina av at skipa tær fyrstu tvær-tríggjar vísurnar. Síðan er sum vanligt opið fyri hvønn, sum heldur seg til at byrja.
Í tíðindaskrivi, sum Sláið Ring hevur sent út, verður líkasum lagt upp til, at evni á dansináttini skal takast úr føroyskum kvæðaheimi. Nærri ásett úr Kópakvæðinum.
Tikið verður í, at nú Havleikur júst er liðugur, er nærliggjandi at hugsa, at hetta vóru kóparnir, sum komu uttan av havi upp á helluna at dansa.
Soleiðis verður hesin dansur førdur víðari yvir á dansináttina í Norðurlandahúsinum, har kópar úr ymsum ættum hittast til leik og spæl - um ikki um gomlu jól sum í Mikladali - so í hulduheygnum í Sortudíki, nú tað fer at dimma aftur undan ólavsøku.
Dansináttin í Norðurlandahúsinum hevur nú nøkur á á baki, og verður hon væl vitjað á hvørjum ári.
Ikki eru tað bara tey, sum hoyra dansifeløgunum til, sum koma í dans eina sovorðna nátt, uttan eisini hvør tann, sum áhuga hevur í bæði at síggja og hoyra dansin, eins og at luttaka sjálvur. Tað kunnu vera føryingar búsitandi uttanlands, sum leitað hava sær heim í summarfrí, eins væl tey, sum búgva her á landi.
Eisini er vanligt, at nógv fremmand ferðafólk, sum stødd eru í Føroyum, koma í Norðurlandahúsið til júst hetta tiltakið.
Her er møguleiki hjá teimum at síggja føroyskan dans »live«, um vit so kunnu siga. Uttan uppsetingar við skyggjandi silvuri og vandum vísum og dansispølum, sum annars er vanligt at vísa ferðafólki.
Hetta er tann føroyska operan, tá hon er best, har øll, bæði leikarar og áskoðarar, luttaka.
Byrjað verður leygarkvøldið klokkan 22.00 og hildið á til klokkan 03.00. Kostnaðurin er kr. 60,-.