Vit hava brúkt nógv pláss í blaðnum og á hesum stað uppá ætlaða tilfeingisdepilin í Fuglafirði. Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er [...] ikki bara leggja trýst á verandi botnfiskastovnar. Sildin er komin aftur og hevur longu svomið framvið strendur okkara í fleiri ár - uttan at vit hava havt møguleika at fáa hana til høldar á besta hátt. [...] er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og dugnalig fólk, sum nú í meira enn 30 ár hava arbeitt pelagiskan fisk og sum nú í longri tíð hava ynskt
og flutningur er tað vit kenna best til - síðani telefon, telex, telefax og nú eisini internetið. SKAL tú í dag hava eini boð fram til ein vin og kenning, til ein kunda osfr. tá eru ráðini mong. Størsta [...] stendur í stað, og tí kemur eisini tann dagur, tá vit fáa ein avloysara til telefaxið eisini. MØGULIGA kann ein siga, at hesin avloysarin longu er komin, og hann er internetið. Hetta er enn nýtt og fremmant [...] skjótt, at í øðrum londum, her serliga USA, eru teldan og internetið vorðin ein partur av gerandisdegnum, sum fólk als ikki kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina
eitt søguligt og møguliga eisini politiskt áhugavert vegamót í føroyskari søgu. Tá eru nevniliga liðin 50 ár, síðani vit fingu heimastýrislógina. EINGIN ivi er um, at føroyskir politikarar fara at brúka [...] og harvið hevur øll heimastýrisskipanin, sum vit hava livað undir í skjótt 50 ár, fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin. UTTAN mun til um tíðin er komin til at gera broytingar í Heimastýrislógini ella [...] frammi um at leggja enn størri sjógv millum hesar báðar partarnar av ríkinum, enn støðan er í dag. VIT síggja hetta longu nú á veljaratølunum, har loysingarvongurin í føroyskum politikki tykist vinna størri
uttan forðingar, er heldur ikki loyvt pressuni at koma. Vit kenna dømi um, at myndamenn hava tikið myndir inn á privat umráði hjá fólki, og ikki eru komnir væl frá hesum. Men eitt er, hvat lógir og reglur [...] seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar persónar, uttan at tora at leggja egið navn til. Og her hevur pressan eina stóra ábyrgd. Tíðin er helst komin hagar til, at skrivaða [...] Hóast fjølmiðlarnir eiga at vera framvið og altíð halda í oyrunum á teimum, sum valdið hava, eru tó løtur, har pressan eigur at halda í egin oyru og virða tey ynski, fólk hava. Eitt slíkt dømi er tað,
ger ikki støðu okkara betri. Slíkt sømir seg ikki einum upplýstum fólki. Eru vit ónøgd og ósamd við danskar politikarar eiga vit ikki at brúka somu metodur móti dønum, sum Ole Hyltoft og hansara líkar brúka [...] Ekstrablaðnum 7. januar í ár er so niðursetandi og vamlislig, at hon átti ikki at verið komin á prent. Men lad gå - vit tolerara frælsi hjá hvørjum einstøkum at siga sína hugsan. Greinin hjá Ole Hyltoft er [...] tramansskapur fyri ikki at siga, tí ið nærkast rasismu. Men rætt skal vera rætt. Vit hava eisini ein part av skyldini, at vit verða uppfatað á slíkan hátt. Í meira enn 10 ár hevur Óli Breckmann ført føroyskan
er, og hesum kunnu vit fáa nógv gagn av. Men stríðsmálini millum føroyskar og danskar myndugleikar eru ikki gloymd. Lat okkum nú líta frameftir - og lat tað farna fara - soleiðis at vit í framtíðini kunnu [...] forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin á ríkisfund í Føroyum. Føroyingar eru kendir gestablíðir, og tað fara vit eisini at verða, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur á vitjan, hóast brotasjógvarnir - [...] avgreitt. Tá kunnu vit tosa um brøðratjóðir, ið við stoltleika samstarva á jøvnum føti við respekt fyri hvørjum øðurm - til gangs fyri allar partar. Tí skal forsætisráðharrin danski vera væl komin til Føroya
síðani síðsta val! Tá teir síggja, at rætta løtan er komin, og har teir ikki fáa stuðul frá samgonguflokkunum fyri einum av sínum hjartamálum (og tey eru mong), so útloysa teir nýval. Tí vilja komandi mánaðirnir [...] at royna seg sum minnilutastýri. Hon fer at fáa sær undirtøku fyri teimum ymsu málunum sohvørt tey eru fyri í tinginum. HETTA er í sær sjálvum áhugavert, tí tað er ein avbjóðing fyri okkara politisku skipan [...] umráðandi at fáa minni turbulent politisk viðurskifti og til tess er helst neyðugt við einum vali, har vit fáa reinsa luftina og byrja heilt av nýggjum. Soleiðis sum gongdin hevur útviklað seg bendir mangt
Rusland um framtíðar útvinning. VIÐ hesi hending má sigast, at vit eisini eru komin eitt stig nærri oljuni. Tí tað er eingin ivi um, at vit fara at fáa nyttu av royndunum hjá bretum hinumegin markið. Hetta [...] burtur úr naggatódnini, tí eingin fundur er avtalaður. Tað einasta vit vita við vissu er, at ein ella onnur avkláring skal verða komin fyri hálvan januar. Føroyingar hava eftir øllum at døma ?sett hart [...] í søguna sum dagurin, tá skjøtil varð settur á oljuvinnuna í Norðuratlantshavi ella í økinum, sum vit hava valt at kalla Atlantsmótið. KLOKKAN hálvgun trý hósdagin varð fyrsta oljan pumpað umborð á stóra
keypiorkuna, meiri peningur er komin í umfar og innflutningurin er øktur. Men tað er bara ein síða. Á hinum bógnum er fiskiskapurin øktur munandi, men henda rávøra er komin alt ov lítið til sættis her á [...] og tí ný-upprisna Dagblaðnum, hvussu nógv fólkaflokkurin hevur lækkað skattatrýstið. Og sum altíð eru Dagblaðið og stavnamaðurin bílig í grundgevingum. Nú verður batnaða støðan í dag sammet við ta allar [...] fólkaflokkurin ikki, um solidariteturin skal valda, men setir í staðin brúkaragjøld á tænastur, sum vit í dag bera kostnaðin av í felag. Og nýliberalistarnir í sambandsflokkinum gloypa óivað fólkafloksp
loyndarmál, at formaður javnaðarfloksins hevur dugað væl at profilera flokkin. Hann tykist at vera komin í fremstu røð í føroyskum politikki og verður verandi har. Tað sýnist eisini sum at tað gongur bert [...] fara at finna heimaftur tá. Sambandið hevur helst eisini fingið nakrar av hesum atkvøðunum. Neyvan eru fleiri teirra farnar til tjóðveldisflokk og javnaðarflokk. Hetta merkir, at hesir báðir síðst nevndu [...] føra út í lívið ætlanina um eina sjálvstýrislóg og annars byrgja upp fyri tí høgravenda rákinum, sum vit í løtuni uppliva við fólkaflokkinum og stavnamanni tess á odda. Eftir okkara tykki eitt skilagott val