í landskassan og kommunukassarnar. Vit kunnu taka Kjartan Joensen, sum keypti nýmótans trolara og sum nú hevur bygt stásiligt virki, uttan nakran almennan stuðul. Vit kunnu nevna Tórshavnar Skipasmiðju [...] løntakarin livir undir nú í dag vit skriva 1997, ístaðin fyri at misbrúka tann íslendska løntakaran í síni roynd at vinna sær atkvøður. Teir hava annað uppiborið, tí eftirhondini so eru íslendingar teir einastu [...] 5.000,- hjá hesum íslendska læraranum, og so lága nettoløn hevur eingin lærari í Føroyum. Sostatt eru tað beinleiðis ósannindi, ið talsmaður fólkafloksins bar fram í SvF mikukvøldið. Tí passar tað sjálvsagt
søgur, »Tann bláa kannan« og »Dóttir av Proteus«. Vit eru nú stødd í teimum fyrstu vaksnamannaárunum og í ávikavist Keypmannahavn og Havn. Býirnir báðir eru knýttir at hvørjum øðrum, kanska serliga fyri hann [...] litspælið?«. Hetta eru tankar, sum lesarin kennir aftur líka frá »Helluni« um »Ta bláu kannuna« og til »Tann nýggja mannin«. Jú, vit ferðast á kendum gøtum. »Á leirfótum« er kærleikssøga, har vit eru stødd eitt [...] hann er glataður. Søgan byrjar sostatt grimmliga, men líðandi hæsar tann óunniliga kenslan av, og vit eru aftur í gerandisdegnum. Og hvar er hesin gerandisdagurin? Jú, hann er »í eini hugnaligari, lítlari
tíðin var komin at leggjast. - Við tað at eg nú havi stundir at fara út, tá tað liggur best fyri hjá viðskiiftafólkunum, og eisini tá tað ber best til í arbeiðsgongdini, har viðskiftafólkini eru, riggar [...] viðskiftafólkini eru børn, ung og tilkomin, bæði kvinnur og menn. Á bygd verða vanliga bygdarhús, skúlar, men eisini privatheim riggað til at taka ímóti viðskiftafólkunum, men tað eru eisini aðrar forðingar [...] gjørdi hon av at fara til viðskiftafólkini - og tað uttan mun til - hvar tey búgva. Flestu støðini eru atkomilig við bili og báti, men har tað ikki ber til, er tyrlan hent. Við sær hevur hon alla útgerð
fingið heilt góðan prís. Onkur er komin upp í 16 krónur fyri tosk 1. Oskar Joensen sigur, at tað eisini eru bátar, sum ikki fyrr hava avreitt til Fiskamarknaðin, sum nú koma hagar. Ivaleyst slíkir, sum [...] at tað mest eru virki, sum keypa fisk fyrrapartin í viku. Hetta er fiskur, sum skal arbeiðast til útflutnings. Teir, sum keypa til at útflyta heilt, keypa ikki fyrr enn seinni í vikuni. Tá vit tosaðu við [...] enn eru farin at tosa um at byggja út, sigur Oskar Joensen. Hann sigur, at tað varð nógv gjørt í fjør, og tað fara tey at klára seg við nakað enn. Annars stendur á við skiljing, sigur hann. Teir eru einir
g, at Sambandsflokkurin nú er einsamallur um at verja ríkisfelagsskapin. ? Tað, sum vit ítøkjuliga hava sagt er, at so leingi annað ikki er fyriskipað í hesi lógini, so eru vit í ríkisfelagsskapi við Danmark [...] in og heimastýrislógina, men tað er nú ikki eitt og tað sama. At gera broytingar í heimastýrislógini, tað er ikki tað sama sum at vilja úr ríkisfelagsskapinum - vit duga at síggja, at tað er neyðugt at [...] at ljóða sum um, at Javnaðarflokkurin nú, síðan Jóannes Eidesgaard er vorðin formaður - skal leggja á annan bógv og vil tekkjast veljarum, sum vilja gera upp vit danir. ? Javnaðarflokkurin hevur havt hetta
longur á lívi. Men gerðabøkurnar og brøv eru til, og tað eru eisini spælarar, sum hava verið limir í felagnum í meira enn 40 ár. Ikki bara klubbalimir Fara vit aftur til fyri stovnanina av felagnum vóru [...] minnist Jancy Mouritsen væl. Jansy var ein av teimum 22. - Men tá ið vit so vóru komin inn í felagið, vóru teir ógvuliga blíðir. Vit vórðu væl móttikin, sigur Jancy, sum síðan hevur verið limur í Havnar [...] Klubbanum man vera orsøkin til, at nógv fólk seta havnar Bridgefelag í sambandi við Klubban, men nú eru felagsskapirnir í øllum førum hvør sín. Teir átta menninir, sum vóru á stovnandi aðalfundinum í Tórshavn
liggur stilt Vit hava tosað við hann um royndirnar at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Fiskavirking og at fáa tað aftur á lokalar hendur. Tað liggur alt stilt í løtuni, tí vit vita ikki, hvønn vit skulu tosa [...] enn truplari at keypa virkini úr aftur Fiskavirking. Tí eru vit, eftir mínum tykki, longri frá at kunna keypa virkið á Tvøroyri aftur, enn vit hava verið nakrantí, sigur Marner Lisberg. [...] skyldu á sær til ikki at ganga tí politiska politiska viljanum alt ov nær. Men skal Framtaksgrunnurin nú ikki longur hava umboð í fyritøkunum, hann setir pengar í, missir hann eisini ávirkan. Tað vil aftur
hevur savnað saman. Í bókini eru nakrar og áttati greinar og røður frá hesum árunum. Tvey nøvn eru, sum ganga aftur og aftur í bókini: Tingakrossur og Rasmus Rasmussen. Men har eru eisini røður og greinar eftir [...] ? Men tað er tað ikki. ? Sjálvandi eru tað onur mál, og aðrir vegir, sum eru uppi í tíðini í dag. ? Men myndirnar verða tær somu, tí hetta er akkurát sama stríð, vit stríðast í dag, leggur hann afturat [...] framhaldsdeildini í føroyska skúlanum, vóru bøkurnar hjá Bókagarði ikki komnar. Má hava góðar vónir Nú eru trý ár síðani Bókagarður læt frætta frá sær seinast. Emil Thomsen sigur, at kreppan neit so fast
undirvísa, m.a. Reimar Isaksen, A. G. Nielsen, Jæogan Andreassen og Børge Egholm. Vit gingu har í trý ár, og so var tað í 1973, at vit vildu í eitt felag at spæla, og til endans sluppu inn í Havnar Bridgefelag [...] makkara. Tað gekk so væl hjá okkum, og móti endanum segði hann, at nú hevði hann um velið á gásuni. Men løtu seinni misti hann taki, og vit fingu dunnuna. - Ein lækni gav mær einaferð tey ráð at halda fram [...] Havnar Bridefelag, har eg eri komin at kenna nógv fólk. Fyri meg hevur tað ikki altíð verið so avgerandi at vinna, eg havi hugnað mær kortini. - Tey ungu fólkini, sum spæla, eru eisini ógvuliga fitt, og so
tiltøkum. - Vit taka fult undir við øllum tí, sum hann sigur, sigur Ingun Gaardbo, álitisumboð hjá sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum. Bíða og bíða - Vit vita als ikki, hvar vit flóta, tí vit bíða framvegis [...] framvegis eftir bygnaðarbroytingunum. Vit vita ikki, um vit fáa skipanina við deplum og øllum tí, og vit hava heldur onga veruliga leiðslu, við tað at bæði sjúkrahússtjórin er fyribilssettur og fyristøðukvinnan [...] Á Landssjúkrahúsinum eru starvsfólkini ørkymlað, nú sjúkrahúsið skal lata aftur fleiri deildir enn vant um jólini, og longur eisini enn vanligt. Men tað fløvaði sjúkrasystrarnar í hvussu er, tá tær í gjár