Týsdagin fara føroyskir politkkarar kanska at gera eitt mistak, sum kann verða til óbótaligan skaða fyri føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið.
Tí tá fer løgtingið kanska endaliga at samtykkja, at Framtaksgrunnurin ikki skal sleppa at hava nevndarumboð í teimum fyritøkum, hann setir pengar í.
Tað heldur í hvussu so er Marner Lisberg, reiðari og vinnulívsmaður á Tvøroyri.
Eg ivist ikki í, at hetta verður gjørt í allarbestu meining.
Men tað er ein bjarnatænasta, tí tað fer at virka beint øvugt av, tí ætlanin var, ávarar tvøramaðurin.
Alt liggur stilt
Vit hava tosað við hann um royndirnar at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Fiskavirking og at fáa tað aftur á lokalar hendur.
Tað liggur alt stilt í løtuni, tí vit vita ikki, hvønn vit skulu tosa við.
Hann sigur, at teir hava tosað við Sverra Hansen í Framtaksgrunninum, men hann sigur, at hann fer ikki at taka avgerð um nakað sum helst, av tí at støðan er so ógreið.
Marner Lisberg sigur, at tað er væl skilligt, at formaðurin í Framtaksgrunninum hevur hasa støðuna og ikki vil binda seg - og onnur, til nakað sum helst so leingi støðan er so ógreið.
Eitt stórt mistak
Vinnulívsmaðurin á Tvøroyri sigur, at politikarar hava leingi ligið Fiskavirking eftir lívinum.
Og um teir ikki hava ligið Framtaksgrunninum eftir lívinum eisini, so hava nógvir teirra í hvussu so er hildið, at hann hevur havt alt ov stórt vald.
Tí bendir alt á, at týsdagin fer løgtingið endaliga at samtykkja, at Framtaksgrunnurin ikki longur skal hava umboð í nevndunum í teimum fyritøkum, hann hevur sett pengar í.
Marner Lisberg sigur, at hetta er eitt stórt mistak, og fer at hava tað beint øvugtu ávirkanina á føroyskt vinnulív, enn ætlanin var.
Við hesum gera politikaranir vinnulívinum ikki eina tænastu.
Teir gera vinnulívinum eina bjarnatænastu.
Tí heitir hann á politikararnar um at hugsa seg serskakliga væl um, áðrenn teir trýsta á atkvøðuknøttin týsdagin.
Undan øllum moralskum skyldum
Marner Lisberg sigur, at fyri tað fyrsta er tað beinleiðis ósakligt at nokta einum íleggjara ávirkan á tær fyritøkur, hann setur pengar í.
Heilt sakliga er tað tí ikki rætt at nokta Framtaksgrunninum umboð í nevndina í teimum fyritøkum, hann setir pengar í.
Men harafturat fer samtyktin at loysa báði Framtaksgrunnin, Fiskasøluna og
Fiskavirking frá øllum moralskum skyldum, tey hóast alt hava mótvegis løgtinginum og almenninginum við tað Framtaksgrunnurin er ein grunnur við almennum pengum.
Og av tí, at Framtaksgrunnurin hevur umboð í báði Fiskavirking og Fiskasøluni, hava hesar báðar risafyritøkurnar hóast alt følt eina vissa moralska skyldu á sær til ikki at ganga tí politiska politiska viljanum alt ov nær.
Men skal Framtaksgrunnurin nú ikki longur hava umboð í fyritøkunum, hann setir pengar í, missir hann eisini ávirkan.
Tað vil aftur siga, at øll politisk ávirkan á Fiskavirking og Fiskasøluna verður slept.
Tí er hetta tað sama sum at sleppa allari politiskari ávirkan á Fiskavirking og Fiskasøluna, og at loysa risafyritøkurnar úr øllum politiskum skyldum.
Gera sum teimum lystir
Marner Lisberg sigur, at tá ið Fiskavirking, Fiskasølan og Framtaksgrunnurin sleppa úr øllum politiskum bondum, eisini moralskt, er onki at ivast í, at tey fara at reka fyrirtøkur sínar á handilsligum grundarlagi burturav.
Tað merkir, at hesar fyritøkur fara at gera, sum teimum lystir. Fiskavirking fer at lata flakavirki aftur, um tað hóvar teimum best, og teir fara at sýta fyri at lata virki upp, ella at selja tey, um tað hóvar teimum best.
Marner Lisberg sigur, at hann er púra sannførdur um, at tað eisini fer at føra við sær, at tað fer at verða enn truplari at keypa virki ur Fiskavirking.
Tað er ikki vist, Fiskavirking fer at halda tað verða skilagott at selja virki burturav, og har við skapa sær sjálvum kapping.
Samtykkir løgtingið endaliga uppksotið um at Framtaksgrunnurin ikki longur skal hava ávirkan á tær fyritøkur, hann setir pening í, fer tað tí at gera at tað enn truplari at keypa virkini úr aftur Fiskavirking.
Tí eru vit, eftir mínum tykki, longri frá at kunna keypa virkið á Tvøroyri aftur, enn vit hava verið nakrantí, sigur Marner Lisberg.