Hendan vikan, sum farin er, var metvika á Fiskamarknaði Føroya á Toftum. Bara mánadagin vóru seld 266 tons fyri meira enn tvær milliónir krónur.
»Hetta er besti dagur nakrantíð, tað eg minnist, « sigur Oskar Joensen á Fiskamarknaðinum.
Hann heldur, at tað er kunngerðin um avreiðing av fiski til innvigingar, sum er farin at virka.
Oskar Joensen sigur, at tað mest eru virki, sum keypa fisk fyrrapartin í viku. Hetta er fiskur, sum skal arbeiðast til útflutnings.
Teir, sum keypa til at útflyta heilt, keypa ikki fyrr enn seinni í vikuni.
Tá vit tosaðu við Fiskamarknaðin fyrrapartin fríggjadagin, varð sagt, at keypararnir, sum flyta heilan fisk út, vóru framvið.
Oskar Joensen sigur, at tað hevur verið nógvur útróðrarfiskur á marknaðinum seinastu tíðina. Veðrið hevur verið gott, og eitt sindur er at fáa. Men nú er streymurin harðnaður, so seinnapartin í vikuni hevur verið heldur slakari við útróðrarfiski.
Eisini, sigur hann, hevur prísurin verið hampuliga góður, so tað ger sítt til, at fiskurin verður landaður í Føroyum, hóast onkur er, sum hevur verið uttanlands um dagarnar.
Línubátarnir, sum hava verið á Bankanum, hava fingið heilt góðan prís. Onkur er komin upp í 16 krónur fyri tosk 1.
Oskar Joensen sigur, at tað eisini eru bátar, sum ikki fyrr hava avreitt til Fiskamarknaðin, sum nú koma hagar.
Ivaleyst slíkir, sum fyrr hava landað beinleiðis til teirra, sum flyta heilan fisk av landinum, heldur hann.
Og fiskurin kemur at kalla allastaðni frá. Tó ikki úr Sandoynni, sigur Oskar Joensen.
Tað man vera tí, at teir avreiða beinleiðis til virkini, sum nú hava latið upp aftur har suðuri, heldur Oskar Joensen á Fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Fiskamarknaðurin hevur deildir í Klaksvík og í Vági. Og har avreiða bátarnir úr Norðoyggjum og sunnaru helvt í Suðuroy.
Men á Tvøroyri, heldur Oskar Joensen, avreiða teir beinleiðis til flakavirkið.
Hetta, at tað fór at verða meira at gera á Fiskamarknaðinum, kom ikki óvæntað. Tað varð lagt upp til hetta við nýggju kunngerðini frá Landsstýrinum.
Men tað ger tó kortini ikki, at tey enn eru farin at tosa um at byggja út, sigur Oskar Joensen.
Hann sigur, at tað varð nógv gjørt í fjør, og tað fara tey at klára seg við nakað enn.
Annars stendur á við skiljing, sigur hann. Teir eru einir 10 - 12 mans í skiljiliðnum, og teir arbeiða ofta frá klokkan átta á morgni til midnátt. Og onkuntíð meira, sigur Oskar Joensen.
Tað arbeiða umleið 20 fólk tilsamans hjá Fiskamarknaði Føroya.
Oskar Joensen sigur, at tað hevur verið støðugt nógv arbeiði nú í einar tríggjar vikur.
Landingini tekur Fiskamarknaðurin sær ikki av. Tað er annað felag, sum stendur fyri tí. Og har eru eisini fleiri fólk til arbeiðis.