elagið Men tíbetur eru nú útlit til, at man aftur kann fara undir at styrkja vælferðarsamfelagið, men treytin er, at tað er henda politiska kósin, ið fær undirtøku til komandi løgtingsval. Tíverri hava [...] korta nei til ábyrdarleysan politik, sum tann Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin umboða. Avgerðandi er, at vit føra ein sosialistiskan politik. Vit kunnu ikki gera sum Tjóðveldisflokkurin mælir til, at bíða [...] Nú er tíðin komin at fara undir at endurreisa samfelagið eftir ógvusligu skerjingarnar í 93-94. Allir føroyingar vórðu raktir av sparingunum, men øll vóru ikki eins fyri, tá sparingarnar vóru gjørdar,
Leygardagin eru dystirnir í bólki 1 KÍ-HB og NSÍ-FS Vágar, og 2. páskadag skal FS Vágar til Havnar, meðan KÍ skal til Runavíkar. Eingin endurtøka av 8-3 sigrinum ÍF vann sunnudagin í Sumba og er fremst í [...] B36-Sumba og ÍF-TB, og 2. páskadag skulu bæði tvørámenn og sumbingar norður um aftur, tá skal TB til Havnar og Sumba til Fuglafjarðar. GÍ og B68 á odda GÍ og B68 hava lagt seg á odda í bólki 3, og munurin kann [...] 13. apríl, skulu bæði GÍ og B68 til Suðuroyar at spæla móti ávikavist Royn og VB. Hvít páskir Steypakappingin er byrjað, og tá páskirnar eru av, er rættilig gongd komin á fótbóltin, og dystarvenjingin
er ein teirra, ið hevur sitið í sjálvbodna áhugabólkinum. Bólkurin hevur í brævi til landsstýrismannin í mars í ár mælt til at seta ætlanina í verk. ? Mær hevur ongantíð dámað ætlanina hjá Fornminnissavninum [...] verk, sum Føroya Fornminnissavn hevur mælt til, og í aðru atløgu verður ein arbeiðsbólkur sett at fyrireika hugskotskapping við tí endamáli at finna fram til eina varandi loysn. Avgerðin úr Landsstýrinum [...] Fornminnissavnið og sakkønu tess hava mælt frá at geva loyvi til verkætlanina hjá áhugabólkinum í Kirkjubø, har Múrurin verður bygdur um til brúksbygning. Sambært teirra sannføring stríðir tað ímóti lógini
hinar, ið fóru til Klaksvíkar, settu okkum inn í bilin, og hildu so leiðina til Havnar. Hevði nýggi gesturin verið tigandi og fáorðaður fyrstu løtuna, so gekk kortini ikki long tíð til tungubondini losnaðu [...] ein av fagrastu summardøgunum, ið hugsast kunnu,komu bosnisku stórmeistararnir til Føroya. Úr Havn fóru feðgar í bili til Vestmannar at taka ímóti. Túrurin stendur framvegis livandi í huganum. Farið var [...] henni var ríkiligt av - var brúkt til annað enn bara at telva. Hetta var tíðarskeiðið, tá tú framvegis var leysur og frælsur kroppur, og áðrenn allir vinmenninir rýmdu til Danmarkar. Vikuskiftini vóru hildin
Inni á Gøtu verður til ansingarpláss hin helvtin fer til umsiting og annað. Hvaðani felagið hevur hesi vrongu tíðindi veit eg ikki. Felagið heldur at barnagarðurin skuldi verði bygdur til 60 - 80 børn heldur [...] er til 40 barnagarðsbørn og sigur at býráðið oyðslar við plássinum. Her er als ikki talan um umstitingarhølir. Býlingahúsið inni á Gøtu verður bygt til 42 barnagarðsbørn umframt eina spælistovu til Da [...] útbyggingar til komandi árini. Afturat teimum barnagarðsplássunum sum eru, er Frítíðarskúlin, til smæstu skúlabørnini settur á stovn, har er pláss fyri 250 børnum, sostatt eru 349 nýggj tilboð til børn 0 -
Gongd er aftur komin á serhúsabygging í Føroyum, serliga í Havn. Báðar ognarsølurnar í Havn, SetHúsaSøla við Helga Brekku og Húsamekling við Jonhard Dahl-Jacobsen hava nøkur grundstykki til sølu, nøkur afturat [...] fyri uml. trimum árum síðani. Í dag liggur prísurin í Havn frá 650.00 til 1 millión, nøkur hús fara fyri meiri, á bygd frá 300.000 til 850.000 krónur. Hvussu langt og um prísurin hækkar enn meiri, er ilt [...] okkum til sættis, sigur Jonhard Dadl-Jacobsen. ? Tey eru fleiri, sum spyrja seg fyri hjá okkum um eini hús fyri uml. 600.000 krónur, men í dag er ógvuliga trupult at útvega eini slík. Og eru eini til sølu
bergholið til Lopra og haðani niðan ígjøgnum dalin á veg til Víkabyrgi. Men komin nakað niðan, stóð bilurin fastur í eini fonn. Marianna helt, at frægast mátti vera at fara til gongu omanaftur til Lopra at [...] Joensen var á veg oman til Lopra, ætlaði hon sær inn til systirsonin Gunnleif Midjord. Men táið hin heimahjálpin so kom fram við hjálp frá gravkúnni, og ongin Marianna var komin, gjørdust teimum greitt [...] óbygdum í Lopransdali. Marianna Joensen er heimahjálp og skuldi henda dagin sjálv onnur fara til Víkarbyrgi til arbeiðis. Men hetta bleiv ikki ein ferð, hon rósar av Hetta var beint eftir døgverða, og
Skipanin fyri fótbóltsárið 1998 er nú komin. Hon var klár mikudagin fyri páskir, men hon kom ikki út til feløgini fyrrenn í gjár. Orsøkin er sjálvandi tann, at eingin postur verður borin út í Føroyum frá [...] frá mikudegnum í stillu viku og til týsdagin í hesari vikuni. Í ár hevur skipanin ein reydligan lit á forsíðuni, og Jóhan í Kollafirði er á baksíðuni saman við einari fløsku av jollycola. Í skipanini eru
varð so broytt til gult ? eitt av mongum, sum komu í seinna hálvleiki. Tá hevði John Petersen longu skorað sítt næsta mál og avgjørt dystin. Ein langur bóltur varð sendur heilt fram til baklinjuna, har [...] miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og inntil tá hevði dysturin verið rættiliga javnur við eini lítlari yvirvág til heimaliðið. Aftan á málið kom eitt sindur meira friður yvir spælið, men eins og í dystinum millum HB [...] kvøldið fyri sást væl, at menn enn ikki eru komnir rættiliga í dystarvenjing. Bóltførleikin er enn ikki komin heilt upp á pláss, og fleiri sendingar, sum sóu lættar út, endaðu, har piparið grør. Dysturin varð
vil lurta eftir okkara sjónarmiðjum, ja so mugu vit sjálvir til verka. Og tí halda vit, at tað er vert at kanna, um tað ikki hevði borið til at staðið fyri flutninginum sjálvir. Táið tey skipafeløgini [...] T.d. eru tað partar í Eysturoynni, har tað er líka skjótt, ella skjótari at koma til Klaksvíkar, sum tað er at fara til Havnar. [...] landinum, sigur Jógvan Høj, stjóri í Norfra í Norðdepli. Men hann dylir heldur ikki fyri, at ein grund til at norðoyingar umhugsa hendan møguleikan, er, at teir halda, at flutningurin er ikki nóg álítandi,