Vælferðarsamfelagið skal styrkjast

Nú er tað vælferðarsamfelagið, pensjónirnar, sjúkrahúsini, skúlarnir, ið skulu styrkjast, og hetta aðalmál er ikki sambærilig við kósina at avskriva blokkin her og nú, skrivar Eyðólv Dimon m.a.

Nú er tíðin komin at fara undir at endurreisa samfelagið eftir ógvusligu skerjingarnar í 93-94. Allir føroyingar vórðu raktir av sparingunum, men øll vóru ikki eins fyri, tá sparingarnar vóru gjørdar, og tí raktu tær meinari hjá summum. Tey veikastu í okkara samfelagið, tey eru barnafamiljurnar, pensjonistarnir og tey, sum í 80´unum bygdu sær sethús, hesi vóru frammanundan illa fyri fíggjarliga, og tí raktu sparingarnar sera meint hjá teimum.


Útlit at styrkja vælferðarsamfelagið

Men tíbetur eru nú útlit til, at man aftur kann fara undir at styrkja vælferðarsamfelagið, men treytin er, at tað er henda politiska kósin, ið fær undirtøku til komandi løgtingsval. Tíverri hava fleiri av politisku flokkunum lagt eina heilt aðra kós. Her hugsi eg um teir flokkar, sum siga seg vilja avtaka blokkstuðulin her og nú. Sjálvandi skulu vit arbeiða fram ímóti, at samfelagið skal standa á egnum beinum, men at avskriva blokkstuðulin her og nú merkir skerjingar í gerandisdegnum, og her vil Javnaðarflokkurin ikki vera við.


Ábyrdarleyst at avskriva blokkin

Av royndum vita vit, at tað eru teir bólkar sum seta sítt álit á Javnaðarflokkin, ið verða harðast raktir, og tí siga vit korta nei til ábyrdarleysan politik, sum tann Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin umboða. Avgerðandi er, at vit føra ein sosialistiskan politik. Vit kunnu ikki gera sum Tjóðveldisflokkurin mælir til, at bíða við spurninginum um vinstra ella høgra, til eftir at vit hava tikið loysingina, tí dreymurin um eitt Tjóðveldi verður ongantíð annað enn ein dreymur, um hann ikki byggir á eitt sosialistisku hugsjónina.


Ríkisrættarliga broytingar

Broytingar mugu gerast í okkara ríkisrættarligu støðu, men nú er tað ikki loysingin, men vælferðarsamfelagið, pensjónirnar, heilsuverkið, skúlarnir, ið skulu styrkjast og setast ovast á breddan, so vit kunnu skapa eitt gott samfelag, sum er gott hjá ØLLUM at búgva í. Hetta aðalmál er ikki sambariligt við kósini at avskriva blokkstuðulin her og nú.


Eyðólv Dimon

valevni Javnaðarfloksins

í Suðurstreymoy