KÍF: Eddi Joensen 7 (1), Jákup Dam 6, Vagnur Johannesen 3, Petur M. Johansen 2 (1), Christian M. Dam 1. Neistin: Ári Rouch 6, Hans Laksá 4, Kári Mortensen 3 (1), Páll Nólsoy 3, Jákup Sverri Kass 2, Jógvan [...] enda vunnu teir 22-19. Andreas F. Hansen er nýggjur spælandi venjari hjá Neistamonnum, og hann díkir á sínar menn. Kári Mortensen er framvegis við, hóast hann hevur aldur til at vera pápi at fleiri av sínum [...] teir bíða í nøkur ár afturat, inntil teir, sum spæla við dreingjum 16, eru nóg vaksnir at taka yvir á vaksnamannaliðnum. Kollfirðingar vóru heldur ikki so langt frá at fáa okkurt burturúr dystinum, men
ein maður einsamallur skjýtur 17 av 23 málum. Vit vita, at menn sum Jákup Símun Simonsen, sum stóð á dómaraseðlinum, men sum ikki var á vøllinum sunnudagin, og Halgir Dal Olesen eisini duga at skora, og [...] máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari [...] tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og
leygarkvøldið setur samstundis ljóskastaran á, hvussu ússaligt avrikið í Estlandi var. Litava er nummar 55 á altjóða styrkilistanum, Estland er nummar 107, og Føroyar eru á 119. plássinum. Andaneyð Litavar vístu [...] høvdu tríggjar spælarar á toppinum, og tað hevði við sær, at Sámal Joensen í stórar partar av tíðini meiri var miðverji, enn hann var á miðvallarplássinum, sum hann var ætlaður at vera á. Skarbalius, sum spælir [...] áramálinum. Og landsdysturin í Vilnius leygardagin var søguligur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin, at landsliðið spældi síðani søguliga sigurin á Eysturríki 12. September í 1990, uttan at nøkur av teimum
ein av álopsmonnunum var fyrstur á returinum, men á akrobatiskan hátt var málverjin uppi aftur og slerdi út til horna. Smæðist ikki burtur Jan Dam plagar ikki at sita á beinkinum, men tað gjørdi hann hesa [...] beinanvegin, segði Jákup Mikkelsen, sum - sær sjálvum líkur ? rósti liðfeløgunum fyri eitt gott avrik. Vøllurin var vátur og hálur, og tað gjørdi ikki uppgávuna hjá máslverjanum lættari, men Jákup dugdi væl at [...] fyrsta rættin til í tíggju ár. Avloysarin millum stólparnar styrkti um sína støðu leygarkvøldið. Jákup Mikkelsen gjørdi einki mistak, og hann hevði tríggjar framúr bjargingar. Ein ? tá teir fluktaðu úr
Johnsson, Kongsvinger, 11. John Petersen, B36 ? 9. Uni Arge, Aarhus Fremad (17. Jákup á Borg, B36, 87.), 10. Todi Jónsson, FCK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jan Dam, HB, 13. Jan Joensen, KÍ, [...] Litava-Føroyar0-0 EM-undankappingardystur á Zalgirio stadion í Vilnius leygardagin 10. oktober 1998 kl. 20.00 Litava: 1. Gintaras Stauce, MSV Duisburg ? 10. Aurelijus Skarbalius, Brøndby, 5. Virginijus [...] Grazvydas Mikulénas, Polonija (17. Orestas Buitkus, Baltika, 46.), 11. Edgaras Jankauskas, FC Brugge Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Vaidotas Zutautas, Kareda, 13. Deividas Semberas, Dinamo Moskva
Í viku 40 (28. sept. til 5. okt.) vóru 10 næmingar á Fiskivinnuskúlanum á námsferð í Íslandi. Jákup Magnussen, sum undirvísir í smáverulívfrøði á skúlanum, var ferðaleiðari. Fiskivinnuskúlin hevur skipað [...] samstarv við aðrar líknandi skúlar í Norðurlondum, og Fiskivinnuskólinn á Hafnarfjørðinum er ein teirra. Gisli Erlendsson, sum er stjóri á hesum skúlanum, hevði skipað skránna fyri vitjanini. Næmingarnir vitjaðu [...] d. Marel. Næmingarnir vóru ógvuliga fegnir um ferðina, og teir halda upp á, at íslendingar í løtuni eru væl framman fyri okkum á fiskavirkingarøkinum.
úrslitið verður 2-1 til føroyingar. ? Hvør fer at skjóta mál? ? Tað kundi verið John Petersen, ella Jákup á Borg - ja, nú veit eg ikki. Tað kann eisini verða Todi, heldur Elin Mouritsen, [...] Eg eri so ótrúliga stolt av teimum - av landsliðnum, og tí vil eg sleppa at uppliva teir einaferð á útivølli. Eg havi ongantíð verið fyrr, men nú skuldi tað vera. Elin heldur, at alt nú sær so positivt
gjárkvøldið klokkan 18.30 skuldu teir venja á vøllinum, har teir skulu spæla í kvøld klokkan 20.00. Lagið er sera gott á spælarunum. Tað kendist heilt væl á venjingini í fvyrrakvøldið. Sámal Joensen og [...] trupulleikar í fyrrakvøldið, og allir átjan koyrdu á. Ein stórur partur av venjingini var, at trý lið spældu á lítlum vølli við stórum málum. Tvey lið vóru á vøllinum í senn, og tað var lagt upp til, at teir [...] venjarin, Craig Brown, hevur verið biðin um at vísa á onkran spælara, sum hann heldur vera sera vandamiklan á føroyska liðnum, so ivaðist hann ikki, men vísti á Toda Jónsson, og tað var eisini eftir álopsmanninum
sæst á býarmyndini í skotska oljuhøvuðsstaðnum, at nógvir føroyingar eru komnir á staðið. Kanska fara upp móti túsund føroyingar at hyggja at á stadion í kvøld, og tað fer heilt víst at hoyrast út á vøllin [...] at Allan Simonsen hevði ábyrgdina av landsliðnum á útivølli. Byrjanin var einki serlig. Fyrst vann Grikkaland 5-1 á Svangaskarði, og so vann Skotland á heimavølli við somu tølum. Føroyskur málskjútti ta [...] vóru á liðnum fyri fýra árum síðani, verða millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Vit rokna tá við, at liðið í kvøld fer at vera tað sama, sum tað var í Litava. Tá Føroyar spældu í Glasgow, vóru hesir á liðnum:
verður vístur á TV3+ sjónvarpsrásini). Dysturin verður spældur í kvøld, tí Brøndby skal mikukvøldið spæla í Europa Cup kappingini fyri meistaralið móti Manchester United. Allan Simonsen, Jákup Mikkelsen og [...] pláss á superliguliðnum hjá Aarhus Fremad og harvið at styrkja sum plássið í landsliðshópinum, fer at landinum aftur í dag, og Uni Arge og Jan Dam halda heystfrí í Føroyum restina av vikuni. Jákup Mikkelsen [...] verjan at byrgja uppfyri, so eingin skaði stóðst av, segði málverjin og mintist aftur á dystin móti Grikkalandi á Kreta 15. november 1995, tá eitt mál kom av einum kiksaðum málsparki. Bíligt mál Skaðin